Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 12 HALLUR AV RANA T á hetta blaðið fer til prent­ingar eru tað 24 ár og 2 mánaðir síð­ an, at Føroyar seinast høvdu eina kvinnu í løg­mans­ em­bæti­num, meðan tað eru 23 ár, 3 mánaðir og 18 dagar síðan, at ein kvinna seinast var løgtingsformaður. Í báðum før­ um var talan um Maritu Peter­ sen úr Javnaðarflokkinum, ið røkti tey bæði hægstu størvini í politisku skipanini. Fimm menn hava røkt starvið sum løgmaður í sjey setum, meðan seks menn hava verið ting­formenn í sjey setum, síðan Marita Petersen bleiv avloyst sum tingformaður av Jógvan Ing­vard Olsen á ólavsøku 1995. Størri kvinnuumboðan Tað kann tykjast at vera ein andsøgn, at meðan kvinnu­um­ boðan­in á Føroya løgtingi og í landsstýrinum er munandi størri í dag, enn hon var, tá Marita Petersen var virkin í poli­ tikki, so er Marita Petersen enn ein­asta kvinnan, ið hevur sitið í teimum báðum hægstu polit­ isku sessunum í føroyskum poli­ tikki. Áðrenn Marita Petersen tók við sum løgmaður 24. apríl 1993 høvdu einans tríggjar kvinnur, Jón­gerð Purkhús, Karolina Peter­sen og Marita Petersen ver­ið landsstýriskvinnur. Marita Petersen og Jóngerð Purk­hús í tveimum umførum, meðan Karolina Petersen var lands­ stýris­kvinna í eitt stutt skeið frá 1988 til 1989. Men síðan 1998 hava 11 ymiskar kvinnur røkt størv sum landsstýrisfólk í sekstan umførum, harav tað í skrivandi løtu eru fleiri kvinn­ ur í landsstýrinum enn tað eru menn, aftaná at Henrik Old, lands­stýrismaður í sam­ferðslu­ málum, legði frá sær fyrr í ár. Í løgtinginum er kvinnu­um­ boðan­in eisini munandi størri nú enn fyri 24 árum síðan. Tá Marita Petersen varð vald til løg­ tingsformann í 1994 høvdu fýra aðrar kvinnur sæti á tingi. Tær vóru Lisbeth L. Petersen, Helena Dam á Neystabø, Ingeborg Vinther og Maria Hansen. Næstu valini minkaði kvinnu­ um­boðanin niður á tríggjar kvinnur á tingi, men tá farið bleiv yvir í nýggju valskipanina við einum valdømi vaks talið av kvinnum á løgtingi og blivu á seinasta løgtingsvali tíggju kvinn­ur valdar á ting. Fáar um boðið Meðan alsamt fleiri kvinnur taka sæti á tingi, so er leiðslan í politisku flokkunum her á landi enn myndað av monnum. Og júst tað er nokk eisini ein partur av forkláringini fyri, at eingin kvinna hevur sitið sum løgmaður síðan Maritu Petersen. Tað eru nevni­liga floksleiðararnir, ið eru uppløgd løgmansevni, tá sam­gongu­ samráðingar eru. Nærmast hevur Lisbeth L. Peter­sen verið, ið sat á tingi fyri Sambandsflokkin frá 1990 til 2008. Eftir valið í 1994 stóð tað henni í boði at taka við sum løg­ maður, men bar hon seg undan. Seinni sat hon sum forkvinna í Sambandsflokkinum frá 2001 til 2004, men hóast Sambandsflokkurin gjørd­ist størsti flokkur á løg­tings­val­ unum í 2002 og 2004, eydnaðist tað ikki flokkinum at telva seg til at fáa løgmanssessin. Í 2002 kundi fullveldissamgongan við Fólkaflokkinum, Tjóð­ veldis­flokkinum og Sjálv­ stýris­flokkinum halda fram, tá Mið­flokkurin gjørdist partur av samgonguni, meðan valið fall á Jóannes Eidesgaard úr Javnaðar­flokkinum, tá sam­ gonga bleiv skipað millum Fólka­flokkin, Sambandsflokkin og Javn­aðar­flokkin í 2004. Umframt Lisbeth L. Peter­ sen, er tað einans Helena Dam á Neystabø, ið hevur ver­ið forkvinna í einum av polit­ isku flokkunum í tíðini eftir Maritu Petersen. Frá 1994 til 2001 var hon forkvinna í Sjálv­ stýrisflokkinum, men tá talan er um ein av teimum lítlu flokk­ unum í føroyskum poli­tik­ki, hevur tað aldrin verið aktuelt, at hon fekk bjóðað løg­mans­sessin. Tvær í formansskapinum Meðan tað vanliga er floks­ leiðarin, ið er upplagda løg­mans­ evni, so er ikki soleiðis við sessi­ num sum løgtingsformaður. Løgtingsformaðurin hevur sum umboð fyri tingið ikki sama frælsi at føra partapolitikk og virkar tað vanliga ikki serliga væl við leiklutin sum tann, ið skal vera fortalari fyri politikkin hjá einum flokki. Men kortini er tað eingin kvinna síðan Maritu Petersen, ið hevur røkt sessin sum løg­ tings­formaður, og eru tað einans tvær, ið hava sita í for­mans­ skapinum síðan. Tær eru Ingeborg Vinther úr Verkamannafylkingini, ið varð Kvinnur í politikki TEMA: Kvinnur í politikki - Tað er lættari hjá monnum at sleppa framat, og tað er kanska tí man sær kvinnur sum eina hóttan. Tað er ikki soleiðis, at menn standa í fremstu røð og bjóða kvinnunum teir mest áhugaverdu postarnar, sigur Rósa Samuelsen, ið er ein av teimum kvinnuligu politikarunum, ið hevur verið í landsstýrinum og løgtinginum POLITISKA LEIÐSLAN ER MYNDAÐ AV MONNUM Rósa Samuelsen