hósdagur 15. november 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 133
13
vald til 3. næstformann og sat
í formansskapinum frá 1994 til
1998, og Katrin Dahl Jakobsen úr
Javnaðarflokkinum, ið tók við
sum 3. næstformaður í formans
skapinum, tá John Johannesen
segði sessin frá sær 21. februar
2011, tí hann tá tók við sessinum
sum landsstýrismaður í heilsu
málum.
Frú løgtingsformaður
At tað er óvanligt, at ein kvinna
situr í formansstólinum í ting
salinum legði Katrin Dahl Jakob
sen væl merki til, tað árið hon
sat í sessinum.
- Nógvir av tingmonnunum
vistu ikki hvussu teir skuldu titla
meg, tá eg sat í formanssessinum.
Teir ivaðust í frú formaður,
men í tingskipanini stendur,
at man er tingformaður og
vanliga sigur man harra for
maður. Frú formaður var nokk
tað vanligasta, meðan onkrar
av kvinnunum søgdu frú for
kvinna. Men um man skal fylgja
tingskipanini, so er tað harra
formaður. Vit eru ikki komin
longri enn tað, sigur Katrin Dahl
Jakobsen, ið sat á tingi frá 1998
til 2004 og aftur frá 2008 til 2011.
Umframt at vera 3. næst
formaður í formansskapinum,
so var Katrin Dahl Jakobsen
eisini eitt tíðarskeið forkvinna í
vinnunevndini hjá løgtinginum,
ið vanliga verður mett, at vera
ein av tungu nevndarsessunum.
Sjálv hevur hon heldur aldrin
upplivað, at tað hevur verið
nøkur forðan at sleppa framat,
bara tí man er kvinna.
- Eg havi ikki merkt nakra
mótstøðu yvirhøvur og stríddist
ikki fyri at koma framat. Tað
var flokkurin, ið bað meg um at
fara í formansskapin. So eg havi
aldrin uppliva nakra mótstøðu í
mínum egna flokki, sigur Katrin
Dahl Jakobsen.
Ongin trupulleiki
Ein av teimum kvinnum, ið sat
á tingi, tá Katrin Dahl Jakobsen
var í formansskapin, var Berg
tóra Høgnadóttir, ið bleiv vald
á ting fyri Tjóðveldi. Tað tíðina
hon var á tingi, metti hon, at
kvinnur sluppu lætt framat
teimum tungu sessunum.
- Í tí flokkinum eg var partur
av, haldi eg ikki man kann
siga, at tað var ein trupulleiki
hjá kvinnum at sleppa framat.
Hvørki við tí formanninum, ið
vit hava, ella hjá veljarunum,
ið valdu kvinnur á ting, sigur
Bergtóra Høgnadóttir og leggur
afturat.
- Eg varð sjálv vald til ting
bólkaforkvinna, tá Annita á
Fríðriksmørk á barsil, meðan
Bjørt Samuelsen var nývald og
kom beint í landsstýri. Óluva
Klettskarð og Kristina Háfoss
komu eisini beint í landsstýrið
tað valskeiðið. So eg haldi ikki,
at man kann siga, at kvinnurnar
ikki sluppu framat teimum
tungu sessunum.
Lættari hjá monnum
Meðan Katrin Dahl Jakobsen
og Bergtóra Høgnadóttir siga,
at tey ikki hava upplivað nakr
ar forðingar í teirra politiska
yrki, so metir Rósa Samuelsen
úr Sambandsflokkin, ið var
landsstýriskvinna í almanna
málum frá 2008 til 2011 og varð
vald á ting frá 2008 til 2015, at
menn sleppa lættari framat enn
kvinnur.
- Tað er lættari hjá monnum
at sleppa framat, og tað er kans
ka tí man sær kvinnur sum eina
hóttan. Tað er ikki soleiðis, at
menn standa í fremstu røð og
bjóða kvinnunum teir mest
áhugaverdu postarnar, sigur
Rósa Samuelsen.
Hon vísir millum annað á, at
teir landsstýrissessir, ið kvinnur
vanliga fáa, eru teir, ið menn
ikki ynskja at taka av, meðan
teir tungu landsstýrissessirnir
sum løgmaður, fiskivinnumál,
fíggjarmál og vinnumál fara
vanliga til menn.
- Um man hugsar at sleppa
framat eitt leiðarastarv sum
løgmaður, so er almannamál
ikki tað, ið tiltalar. Tað verður
mangan sagt, at tað er ein
uriaspostur, men eg vildi heldur
sagt, at tað er eitt ótrúliga týdn
ingarmikið arbeiði, at taka hond
um tey, ið hava brúk fyri hjálp.
Men um man skal víðari sum
topppolitikari, so hevði tað
verið meira upp á sítt pláss
at blivið fíggjarmálaráðharri,
fiskimálaráðharri ella vinnu
málaráðharri. Tað klingar betri
í oyrunum og hevur kanska
meira tign enn hini hava, sigur
Rósa Samuelsen.
Hon vísir á, at tað sjálvsagt
hava verið menn, ið hava sitið
sum almenna- og heilsumála
ráðharrar, men at tað vanliga
hevur verið áðrenn kvinnurnar
komu framat í politikki.
- Hyggur tú í dag, so eru
kvinnurnar landsstýrisfólk í
almanna-, menta- og heilsu
málum, meðan Kristina Háfoss
er undantakið í fíggjarmálum.
Menninir umsita samferðslu-,
fiskivinnu-, uttanríkis- og vinnu
mál, umframt løgmanssessin.
Tað er eitt nokk so áhugavert
býti, vísir Rósa Samuelsen á.
Sjálv er hon forkvinna í
starvsnevndini í Sambands
flokkinum og metir hon, at
støðan er øðrvísi har vegna tað
arbeiði, ið Lisbeth L. Petersen
hevur gjørt.
- Eg eri forkvinna í starvs
nevndini, har eg eri einasta
kvinna. Men eg trúgvi, at man
sær kvinnur við øðrum eygum
í Sambandsflokkinum, tí vit
hava havt leiðandi kvinnur áður.
Listbeth L. Petersen gjørdi eitt
stórt arbeiði at slóða vegin fyri
kvinnum innanhýsis í Sam
bandsflokkinum, sigur Rósa
Samuelsen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Bergtóra Høgnadóttir
Katrin Dahl
Jakobsen