hósdagur 15. november 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 133
14
Kvinnur í politikki
TEMA: Kvinnur í politikki
EIRIKUR LINDENSKOV
U
m vit so tók allar
kvinnur 25 kvinnur
nar, sum eru valdar á
ting seinastu 40 árini
og allar hinar, sum hava havt
fast sæti á tingi seinastu sløku
44 árini, so høvdu tær ikki verið
nóg nógvar at fylt tingsalin. Tí
tær eru bara 31 í tali, og á Løg
tingið eru 33 tingsessir.
Hóast kvinnur hava havt val
rætt og kunna stillað upp til løg
tingsval í 100 ár, so tók tað 60 ár
hjá føroyingum at venja seg so
væl við tankan um, at kvinnur
vórðu valdar í Løgtingið.
Tað hendi á løgtings
valinum 7. november í 1978, tá
Jona Henriksen úr Javnaðar
flokkinum og Karin Kjølbro
úr Tjóðveldisflokkinum vórðu
valdar á ting í Suðurstreymoyar
valdømi.
Men Jona Henriksen hevði
sitið á tingi valskeiðið framman
undan. Hon stillaði upp til løg
tingsvalið í 1974 og fekk næst
flestar atkvøður á listanum hjá
Javnaðarflokkinum í Suður
streymoy. Jákup Lindenskov
varð afturvaldur, men tá hann
helt fram í landsstýrinum, tók
Jona Henriksen sæti fyri hann
í løgtinginum frá 20. mars í 1975
til løgtingsvalið í 1978.
Fyrsta kvinna, sum hevur
møtt á tingi var Malla Samuelsen
úr Sjálvstýrisflokkinum, sum
kom inn nakrar dagar í 1964
sum eykafólk fyri Marius Jo
hannesen.
Men tað er altso ikki fyrr
enn í 1975, at ein kvinna, Jona
Henriksen, hevur fast sæti í
tingsalinum.
Í 1978 varð løgtingsvallógin
broytt soleiðis, at talið av val
dømisvaldum
tingfólkum
verður økt úr 20 upp í 27. Talið
á eykamandatum verður sam
stundis lækkað úr 10 niður í 5.
Eftir hetta varð talið av løgtings
fólkum altíð 32. Frammanundan
var talið skiftandi. Tá lógin um
eitt valdømi kom í gildi í 2008,
varð tingfólkatalið hækkað til
33.
Broytingin í 1978 førdi við sær,
at 8 valdømisvald fólk skuldi
veljast í Suðurstreymoy. Og júst
í Suðurstreymoy var møguleikin
størstur at fáa kvinnur valdar, tí
hetta var fólkaríkasta valdømi.
Og soleiðis var longu í 1978,
tá Jona Hendriksen varð vald
sum nummar tvey hjá Javnaðar
flokkinum og Karin Kjølbro sum
nummar tvey hjá Tjóðveldis
flokkinum.
Í 1980 røkk Jona Henriksen
ikki øðrum plássi, tí tá varð hon
yvirhálað av Jóannes Dalsgaard.
Jona Henriksen gjørdist numm
ar trý á listanum, og møtti av og
á sum varafólk. Karin Kjølbro
var einsamøll kvinna á tingi frá
1984 til 1988.
Á løgtingsvalinum í 1988
verður Karin Kjølbro aftur
vald. Hesaferð hevur Tjóð
veldisflokkurin tvær kvinnur í
fremstu røð, tí á fyrsta plássið
verður Jóngerð Purkhús vald.
Og tá verður eisini Marita Peter
sen úr Javnaðarflokkinum vald.
Tí eru tríggjar kvinnur í løgtingi
HAVA
BARA
VALT 25
KVINNUR
Á TING
Hóast valrætt í 102 ár, so hava føroyingar tilsamans
bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur
hava sitið í landsstýrinum. 6 kvinnur hava havt
sæti á tingi sum eykafólk fyri landsstýrisfólk
Fyrsta kvinna, sum
hevur møtt á tingi
var Malla Samuel
sen úr Sjálvstýris
flokkinum, sum
kom inn nakrar dagar í 1964 sum
eykafólk fyri Marius Johannesen