hósdagur 15. november 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 121
16
MATSTOVUR
- Tað hevur veruliga givið úrslit hjá føroyingum at eksperimentera
so nógv við lokalu rávørunum, sigur ummælari og redaktørur
á danska matblaðnum White Guide, Jacob Lövenlund
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
H
vørt ár jagstrar viður
kenda matblaðið, White
Guide, tær bestu mat
stovurnar í danska
kongaríkinum. Mánadagin kem
ur ársins útgáva av White Guide
Danmark út, har tær 153 bestu
matstovurnar verða valdar út.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
verða heili seks føroyskar mat
stovur umboðaðar í White Guide,
og sigast kann tí ikki annað, enn
at blómutíðin í føroysku mat
vinnuni bara tykist halda fram.
Hesar matstovurnar eru Koks,
Ræst, Áarstova, Fútastova, Frum
biti og Barbara.
Eitt skattakamar við
góðum rávørum
Redaktørurin í White Guide Dan
mark, Jacob Lövenlund, hevur
verið í Føroyum í ár sum ein av
ummælarunum.
Hann
hevur
fylgt væl við føroysku matvinn
uni seinastu fimm árini, White
Guide Danmark er komið út, og
hann meinar, at okkurt serligt er
yvir gastronomiini í Føroyum.
- Menningin hevur gingið
støðugt fram eftir seinastu árini,
og tað sær sera gott út fyri før
oyska gastronomi í løtuni. Tað er
gleðiligt og deiligt, at føroyingar
hava uppdagað, hvussu fantast
iskt eitt skattakamar Føroyar
hava, tá tað kemur til góðar rá
vørur. Serliga í havinum, men
seyðurin er eisini óvanliga góður,
og hesi tingini hava føroysku
matstovurnar
dugað
væl
at
gagnnýt, sigur Jacob Lövenlund.
Av øllum matstovunum í rík
inum eru tað bara tær bestu av
teimum bestu, sum sleppa við í
White Guide.
- Hesar seks matstovurnar
vóru nóg góðar til at klára okkara
annars rættiliga strongu krøv. At
fleiri føroyskar matstovur eru
við í ár enn í fjør, er eitt tekin um,
at føroyingar blíva við at gera tað
gott, sigur White Guide redakt
ørurin.
Hann metir, at ein av orsøk
unum til stóru framgongdina í
Føroyum hevur verið, at før
oysku matstovurnar hava torað
at eksperimenterað við rávørun
um.
- Vit síggja í nógvum partum
av heiminum eitt økt fokus á lok
alar rávørur. Nógv hava tikið
hetta
nýnorðurlendska
kon
septið til sín, og tað hevur veru
liga givið úrslit hjá føroyingum
at eksperimentera so nógv við
lokalu rávørunum, sigur hann.
Koks kann blíva ársins
fiskauppliving
Samstundis sum White Guide út
nevnir og ummælir tær 153 bestu
matstovurnar, so verða 13 heið
urslønir latnar til bestu matstov
urnar í ymsum greinum. Her er
Koks saman við Noma og Rudolf
Mathis millum tilnevndu mat
stovurnar í greinini “Ársins fiska-
og skeljadjórauppliving”.
Hendan heiðurslønin verður
latin einari matstovu, sum ger
okkurt ekstraordinert burturúr
fiski og skeljadjórum.
- Seinasta árið hava vit havt
eitt serliga gott upplivilsi við hes
um á Koks, og tí er Koks ein av
teimum trimum tilnevndu her,
sigur Jacob Lövenlund.
Í útgávuni hjá White Guide
Danmark í fjør varð Koks kosin
sum næstbest av øllum matstov
um. Tað var bara Geranium í
Keypmannahavn, sum fekk fleiri
stig. Harafturímóti fekk Poul
Andrias Ziska, kokkur í Koks,
heiðurslønina sum ársins ungi
kokkur. Koks kláraði seg eisini
væl í White Guide Nordic í fjør,
har føroyski mastodonturin end
aði á einum 12. plássi yvir bestu
matstovurnar í Norðurlondum.
- Koks er eitt ferðamál í
sær sjálvum
Sum øll onnur, so er Jacob Löv
enlund serliga imponeraður av
Koks.
- Koks er jú heilt unikt. Fólk
frá øllum heiminum ferðast til
Føroya við tí høvuðsendamáli at
eta á Koks. Tað er jú eitt heilt
fantastiskt avrik, at Koks megnar
tað, sigur hann.
Hann var sjálvur og át á Koks
fyri nøkrum mánaðum síðani, og
tá fall hann í prát við nakrar av
hinum gestunum.
- Hesi vóru amerikanarar og
bretar, sum bara vóru komin til
Føroya fyri at eta á Koks. Sjálv
sagt nýttu tey eisini høvi at upp
liva landið í nakrar dagar, men
um Koks ikki hevði verið har, so
høvdu tey allarhelst ikki komið
til Føroya, sigur Jacob Lövenlund.
Hann sær við hesum Koks
sum ein av teimum allar størstu
spælarunum í matvinnuni í danska
kongaríkinum saman við virðis
mettu Noma.
- Tað eru bara einar 10 mat
stovur til í heiminum, sum eru
eitt ferðamál í sær sjálvum. Í
Keypmannahavn hava vit Noma
og kanska eisini Geranium, men
Geranium megnar tað tó ikki
uppá sama máta sum Noma og
Koks. Tað er veruliga imponer
- Føroyingar blíva v
Seks føroyskar matstovur við í White Guide:
Jacob Lövenlund er ummælari
og redaktøtur fyri White
Guide Danmark