Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 17 andi av Koks, sigur royndi um­ mæl­arin. Ummæla dulnevnt við følskum navni White Guide hava eina sera ná­ greiniliga stigaskipan, sum áset­ ur, hvat ummælarar skulu leggja dent á, tá teir vitja eina matstovu. Ein matstova kann hægst fáa 100 stig. Út av hesum 100 eru 40 sett av til matin, meðan restin er bólkað upp í tríggjar greinar, har til ber at heinta 20 stig í hvørjari grein: drykkjuvørur, tænasta og atmosfera. Um ein matstova sam­anlagt fær nóg nógv stig, sleppur hon við í White Guide. Tað er væl skipað og fyri­ reikað, tá White Guide ummælir, og tað er av stórum týdningi, at matstovurnar ikki vita, at um­ mælarar eru til staðar. - Vit eru dulnevnd, tá vit um­ mæla. Vit bíleggja altíð borð við følsk­um navni og gjalda altíð sjálvi, sjálvt um matstovur ann­ ars ofta vilja bjóða okkum at eta ókeypis. Tá kunnu tær jú gera eyka nógv burturúr, men hesi tilboðini takka vit altíð nei til, tí vit vilja uppliva matstovuna, eins og allir aðrir gestir uppliva hana. Tað er týdningarmikið fyri trúvirðið hjá White Guide, sigur Jacob Lövenlund. Umstøðurnar nógv at siga Føroysku matstovurnar verða ofta róstar fyri serføroysku um­ støð­urnar, og nettupp atm­osf­er­ an myndar sum sagt ein fim­tap­ art av heildarmetingini hjá White Guide av einari matstovu. - Tað er jú heilt serstakt, at ein so góð matstova sum Koks liggur mitt úti í náttúruni. Tað gevur heilt sikkurt nógv stig í atmo­ sferu-kategoriini, sigur Jacob Löv­enlund. Fútastova, Áarstova, Barbara og Ræst halda allar fýra til í goml­um siðbundnum føroyskum hús­um í Gongini í Havn, sum eis­ ini í sær sjálvum er serstakt. - Har eru ótrúliga sjarmerandi umstøður í Gongini, og innan í húsunum er eisini veruliga góður stemningur og atmosfera, sigur Jacob Lövenlund. Hann leggur dent á, at teimum dáma ikki neyðturviliga tað sið­ bundna betur enn tað nýggja. Tað snýr seg meira um at hava ein reyðan tráð, har umstøðurnar og maturin passa saman. - Har hava vit jú Frumbita, sum er í einum heilt øðrum ný­ mót­ans stíli enn hinar føroysku mat­stovurnar, vísir ein im­pon­er­ að­ur Jacob Lövenlund á. Áðrenn umboð frá White Guide fóru til Føroya, gjørdu tey sjálv­ sagt kanningararbeiði fyri at finna útav, hvat er hent í før­ oysku matvinnuni seinasta árið, og tí var upplagt at vitja nýggju føroysku matstovuna, Frumbiti. - Vit fylgja væl við í nýggjum matstovum og taka fegin ímóti viðmælum frá fólki. Frumbiti var ein av matstovunum, vit funnu fram til í kanningararbeiðnum, og sum vit eisini høvdu fingið við­mælt. So sjálvandi skuldu vit royna Frumbita, og upplivingin har var nóg góð til at koma við í guide’ina, staðfestir White Guide redaktørin. Ræst vakti virðing Ræsti føroyski smakkurin kann ofta fáa útlendingar til at snerkja og tyggja nakrar eyka ferðir, og summi verða enntá stygd burtur av sterka luktinum. Men hetta hev­ur ikki stygt White Guide burt­ur, men tvørturímóti drigið um­mælarar til matstovuna. - Vit í White Guide eru sera op­ in og leggja stóran dent á ný­ skap­an. Nú er tað nokkso stutt­ ligt við Ræst, tí tey eru ikki ser­liga nýskapandi, men leggja seg tvørturímóti eftir tí sið­ bundna føroyska. Tað er áhuga­ vert at uppliva sovorðnan mat á ein­ari matstovu, og vit halda, tað er sera spennandi og týdn­ing­ar­ mikið, at tað verður gjørt, sigur Jacob Lövenlund. Hann fortelur í skemti, at tá hann var og át á Ræst í ár, varð hann ávaraður um ræsta smakk­ in áðrenn vitjanina. - Fólk ávaraðu okkum áðrenn og søgdu, at vit heilt sikkurt ikki fóru at klára at eta alt upp á Ræst. Men tað kláraðu vit sakt­ ans, og eg var øgiliga positivt yvir­ raskaður, hvussu væl tað smakk­ aði, sigur hann. - Tað er altíð ótrúliga spenn­ andi at royna nýggj ting, eg ikki havi roynt fyrr fyri at útvíðka mín mat-horisont, sigur Jacob og vís­ir á, at soleiðis hugsa teir flestu White Guide lesararnir eis­ ini. Danski ummælarin er eisini ser­liga imponeraður av Áarstovu. - Áarstova hevur gjørt tað ótrú­liga gott, og har er fant­ast­ isk­ur kvalitetur av lambakjøti. Hend­an matstovan er uttan iva ný­skapandi í gastron­omi­heim­in­ um, sigur hann. Ein stórur dagur mánadagin Mánadagin 19. november verður nýggja útgávan av White Guide há­tíðarhildin í Kjøtbýnum í Keyp­mannahavn. Umframt avdúk­ingina av topplistanum og heið­urs­lønunum verður stór veitsla, har m.a. førandi mat­akt­ ør­ar luttaka og óteljandi smakki­ roynd­ir frá havsins spennandi rá­vør­um verða at fáa. Tey hava eitt tema, sum tey kalla fyri Merroir, har tey varpa ljós á rá­ vør­ur frá havinum. Í sambandi við hetta verður føroyska TARI til staðar, sum framleiðir tara til mat­gerð og samstarvar við White Guide. Um kvøldið verður stórur galla­døgurði á Sølyst í Klamp­en­ borg, har tveir føroyskir kokkar m.a. koma at borðeiða við tí allar besta frá havinum. Hesir eru Teit­ur Christensen og Rói Mikkjals­ son. Gastronomiáhugað kunnu nú bara bíða spent eftir, hvussu tær seks føroysku matstovurnar fara at klára seg millum tær 153 bestu matstovurnar í ríkinum. Hvussu leikur verður, og hvussu nógv stig tær fáa, fáa vit at vita mána­ kvøldið. við at gera tað gott