Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 121 18 - Vit hava bara bíðað eftir hesum. Ronnie Midjord segði í fjør, at avtalan skuldi broytast. Men eg haldi tað vera syrgiligt, at man velur at broyta nakað sum riggar í sjúkrahúsverkinum, tá har eru túsund ting, ið ikki rigga, sigur Súsan Joensen um avgerðina hjá Sjúkrahúsverkinum at steðga samstarvið við bróstskurðlæknan Kristján Skúli Ásgeirrson. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Hóast eitt ár er liðið síðan, at Landssjúkrahúsið fyrstu ferð boðaði frá, at ætlanin var at enda samstarvið við íslendska bróst­ skurðlæknan Kristján Skúli Ás­ geirr­son, so tykist fólksliga und­ ir­tøkan fyri at varðveita sam­- starvið enn at vera stórt. Uppsøgnin av samstarvinum bleiv í fjør útsett, aftaná at 693 und­irskriftir blivu handaðar stjór­anum á Landssjúkrahúsin­ um frá fólkum, ið ynsktu at varð­ veita væl dámda íslendingin. Men fyri fýra vikum síðan vátt­ aði Jóanis Erik Køtlum, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, at man hevur valt at enda tíggju ára gamla samstarvið við íslendska skurðlæknan og hevur í staðin gjørt eina avtalu við Aalborgs Universitetshospital um við­gerð­ ina av føroyskum kvinnum við bróstkrabba. Síðan hava fleiri skriv verið at sæð í føroyskum miðlum og sosial­um miðlum, har føroyskar kvinnur mótmæla avgerðina hjá Landssjúkrahúsinum og er málið nú eisini reist á Føroya løgtingi, har bæði Bjørn Kalsø úr Sam­ bandsflokkinum og Bjarni Hamm­ er úr Javnaðarflokkinum hava sett Sirið Stenberg, landsstýris­ kvinna í heilsumálum, fyrispurn­ ingar um hví avtalan er uppsøgd. Hava bíðað eftir hesum Ein teirra sum hevur og er enn virkin í mótmælunum er Súsan Joensen, ið sjálv er bróstkrabba­ sjúklingur. Hon viðgongur, at av­ gerðin hjá Landssjúkrahús­in­um ikki kemur óvart á hana, tí hetta er nakað, ið man hevur væntað líka síðan Ronnie Midjord, ið tá virk­aði sum fyribilsstjóri á Lands­sjúkrahúsinum, útsetti av­ gerð­ina í fjør. - Vit hava bara bíðað eftir hes­ um. Ronnie Midjord segði í fjør, at avtalan skuldi broytast. Men eg haldi tað vera syrgiligt, at man velur at broyta nakað sum riggar í sjúkrahúsverkinum, tá har eru túsund ting, ið ikki rigga. Her hev­ur man ein tann fremsta per­ sónin innan sítt øki, men man ynskir at steðga samstarvið við hann, sigur hon. At Kristján Skúli Ásgeirrson er høgt í metum innan sítt yrki kom eisini til sjóndar, tá bólkurin Bót til Bata hjá Krabba­meins­fel­ agn­um skipaði fyri einari Norð­ ur­lendskari Bróstkrabba­ráð­ stevnu í heyst. Tað bar ikki til hjá ís­lendska skurðlæknanum at vera til staðar til ráðstevnuna, men hevði hann eina framløgu gjøgnum Skype. Og sambært Sús­an Joensen vakti framløgan ans. - Luttakararnir blivu blástir um koll yvir, at eitt so lítið land sum Føroyar, megnar at hava avtalu við ein skurðlækna á so høg­um støði. Norsku luttak­ar­ar­ nir vístu á, at tað høvdu tey ikki. Eg tordi kortini ikki at siga við tey, at vit allarhelst vóru í ferð við at missa hann, sigur Súsan Joen­sen. Gera royndir við sjúklingum Tað harmar Súsan Joensen, at LANDSSJÚKRAHÚSIÐ - Hvat viðvíkur tí sjúklingaupplivdu dygdina, ætla vit at tryggja hesa millum annað við nøgdsemiskanningum, so vit alla tíðina kunnu betra hesa um eitthvørt ikki er nøktandi STRÍÐIÐ UM BRÓS