Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 19 man nú roynir okkurt nýtt, hóast sam­starvið millum føroyska heilsu­verkið og íslendska skurð­ lækn­an tykist at virka. Tí í henn­ ara hugaheimi er hetta at gera roynd­ir við komandi sjúklingum, held­ur enn at bjóða teimum ta bestu viðgerðina. - Í staðin fyri at man á Lands­ sjúkra­húsinum passar og røkir slík­ar avtalur, so fer man tvætl­ andi at royna okkurt annað. Tað at gera nýggjar avtalur merkir, at man kastar komandi sjúklingar út í eina roynd. Og tá skal man eisini hava í huga, at tá Kristján Skúli Ásgeirrson kom til Føroyar fyri 10 árum síðan, kom hann í kjalarvørrinum av einari dansk­ ari avtalu, ið ikki riggaði. Tað fyrsta hann mátti gera, var at leggja fyrrverandi sjúklingar und­ir skurð, tí skurðviðgerðin eydn­aðist ikki nóg væl fyrstu ferð, sigur Súsan Joensen. Júst tað, at íslendski skurð­ lækn­in kann taka sær av bæði plast­skurðviðgerðini og bróst­ krabba­skurðviðgerðini er ein fyri­munur, sum hansara stuðlar hava víst á fleiri ferðir. Tað merk­ ir, at hann kann endurskapa eitt bróst í somu viðgerð, ið hann tek­ ur krabbameini og at flestu kvinn­ur sostatt sleppa undan at leggj­ast undir skurð fleiri ferðir. - Vit berjast fyri at varðveita hann, tí í umleið 90 prosent av før­unum, kann hann fara inn og skava krabbameini og annað úr bróst­inum og koyra nýggja prot­ esu í. Tí er mangan bara neyðugt við einari skurðviðgerð. Tað er tað, ið nú verður broytt, tí tað eru so fáir skurðlæknar við hansara før­leikum, sigur Súsan Joensen. Ynskja svar Tað sum kortini fyllir mest hjá teimum sjúklingum, sum í løtuni hava bróstkrabba, er óvissan um hvat hendir aftaná 31. desember. Tað er tá avtalan við Kristján Skúla Ásgeirrson heldur uppat og avtalan við Aalborgs Uni­ versit­etshospital tekur við. Men enn veit eingin, um tey, sum longu eru til viðgerðar í Íslandi, halda fram har ella um tey verða flutt við í nýggju avtaluni. - Øll viðgerðin við eftirliti og slíkum tekur umleið 1-2 ár. Vit halda tað er ræðuligt, um sjúkl­ ing­ar brádliga skulu skifta lækna í hesi tilgongdini, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa svar frá Landssjúkrahúsinum um hetta, sig­ur Súsan Joensen. Sjúklingar kunnu tó skjótt vænta at fáa greiðu á hesum, tí arbeitt verður í løtuni við hvussu hetta skal skipast, sigur Jóanis Erik Køtlum, stjóri í Sjúkra­hús­ verki Føroya. - Vit fara í hesi vikuni, saman við læknum frá Aalborg og Kristj­an Skúli Ásgeirrson, at við­ gera, hvussu framhaldið av við­ gerð­ini verður av teimum bróst­ krabba­sjúklingum, sum ikki eru lið­ug viðgjørdar áðrenn 31 des­ emb­er, sigur Jóanis Erik Køtlum. Tvær læknar og ein skurðviðgerð Sambært stjóranum í Sjúkra­hús­ verk­inum inniber nýggja av­tal­ an, at bæði forkanningar og eftir­ lit aftaná skurðviðgerðina verða framvegis gjørdar í Føroyum, umframt at ætlanin er, at ein stór­ur partur av skurð­við­gerð­un­ um verða gjørdar í Føroyum. Og meðan nýggju læknarnir ikki eru útbúnir sum Kristjan Skúla Ásgeirrson til at skurð­við­ gera fyri krabbamein og gera plast­kirurgiska viðgerð, so er fram­vegis ætlanin, at hetta skal ger­ast undir eini og somu skurð­ við­gerð. Framyvir verða tað bara tveir læknar, ið koma at taka sær av hesum. - Læknarnir eru serlæknar í skurð­viðgerð av bróstkrabba við drúgv­um royndum. Teir hava ikki somu útbúgving sum Kristj­ an Skúli Ásgeirrson, sum út yvir at vera serlækni í skurðviðgerð av bróstkrabba eisini kann gera tær plastkirurgisku viðgerðirnar, sig­ur Jóanis Erik Køtlum og legg­ ur afturat. - Hetta verður í avtaluni við Aal­borg loyst við at tær kvinnur, sum skulu endurskapa bróstini, fáa gjørt tað av tveimum lækn­ um undir somu skurðviðgerð. Ein­um serlækna í bróst­krabba­ við­gerð og einum í plastikviðgerð. Hes­in leistur verður nýttur fleiri staðni, millum annað á Landspít­ al­inum í Íslandi, har íslendsku kvinn­urnar fáa sína viðgerð. Ónøgd ikki orsøkin Jóanis Erik Køtlum vísir eisini á, at tað er ikki nøkur beinleiðis ónøgd við samstarvið, ið er or­ søk­in til, at man nú velur at royna ein annan leist, men at tað verð­ur gjørt við atlit til ymisk onn­ur viðurskiftir. - Tá tað snýr seg um góðsku, hyggja vit eftir tí út frá trimum sjón­arhornum. Tí org­an­is­at­or­ iska, tí fakliga og tí sjúklinga­upp­ livda. Viðgerð av bróstkrabba um­fatar í sjúklingagongdini fleiri ser­greinar, harímillum røntgen, skurð­viðgerð, kemoviðgerð, strál­ ing og endurvenjing. Í løtuni er alt hetta økið umfata av ymisk­ um avtalum, meðan stórir partar av hesi sjúklingagongd aftaná 1. jan­uar verða umfatað av eini og somu avtalu. Hetta meta vit samlað sæð verða eitt framstig fyri bæði ta organisatorisku og fak­ligu dygdina, sigur sjúkra­hús­ verk­stjórin. Hann vísir eisini á, at í sam­ band við nýggju avtaluni, sum í fyrstu atløgu er galdandi í eitt ár, so fer man at halda eyga við tí sjúkl­ingaupplivdu dygdina. - Hvat viðvíkur tí sjúkl­inga­ upp­livdu dygdina, ætla vit at tryggja hesa millum annað við nøgd­semiskanningum, so vit alla tíðina kunnu betra hesa um eitt­ hvørt ikki er nøktandi, sigur Jóanis Erik Køtlum. - Í staðin fyri at man á Landssjúkrahúsinum passar og røkir slíkar avtalur, so fer man tvætlandi at royna okkurt annað. Tað at gera nýggjar avtalur merkir, at man kastar komandi sjúklingar út í eina roynd - Luttakararnir blivu blástir um koll yvir, at eitt so lítið land sum Føroyar, megnar at hava avtalu við ein skurðlækna á so høgum støði. Norsku luttakararnir vístu á, at tað høvdu tey ikki. Eg tordi kortini ikki at siga við tey, at vit allarhelst vóru í ferð við at missa hann STSKURÐLÆKNAN