Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 121 22 Valdsins freistingar Tann, sum hevur nógva makt, kann gera nógv gott. Men hann kann eisini enda við eini rotnari sál. Tað veldst um, hvussu væl hann klárar at standa ímóti maktarinnar freisting Sjúrður Skaale Mín seinasta bók - "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" - bleiv nógv róst av teimum, sum um­ mældu hana. Men umrøðan bleiv kortini ikki soleiðis, sum eg hevði vónað. Kjakið fór ikki at snúgva seg um innihaldið, men um meg. Hesum syrgdi nógv tann sterk­ asti miðilin, sjónvarpið, fyri. 27. september 2016 - beint tá bók­in var komin út - var eg gest­ ur í sjónvarpsstovuni. Har var bara fokus á tað, ið eg hevði gjørt skeivt sum embæt­is­ mað­ur hjá fullveldislands­stýr­in­ um í 2000 - og sum eg í bókini opið viðgekk, at eg hevði gjørt skeivt. Hetta fyllir sera lítið í bókini - men í sjónvarpssamrøðuni fylti tað alt. Í næstan ein hálvan tíma bleiv eg í beinleiðis sending vend­ ur á steikipannuni við spurn­ing­ um sum hesum: "Hvussu hevur tú tað við fakligum integriteti?" "Tú hevði eftir øllum at døma einki moralskt mark, sum segði stopp." "Tað var ikki soleiðis, at tú vart hóttur eftir lívinum at gera tað, sum tú gjørdi. Hvar var hesin bremsikubbin, sum sigur, at hetta kann eg ikki tilláta mær?" "Hvussu ber tað til, at tað einki er inni í tær, sum fekk teg at siga, at nú eri eg farin ov langt, og at hetta ber ikki til?" "Heldur tú, at øll arbeiða so óreiðiliga og uttan fakligan int­ egr­itet, sum tú gjørdi?" "Skulu fólk vera varin, tá tey hava nakað við teg at gera í dag?" "Hetta sigur nakað um tín persón. At tú hevur havt vánaliga dømikraft. At tú hevur tilvitað roynt at lumpað fólk. Er tað ikki ein avbjóðing, nú tú sum fólka­ vald­ur politikari skalt umboða mor­alin í samfelagnum?" Eg kláraði at halda mær og svara róliga, men einaferð mundi eg lopið framav og sagt við journal­istin, at eg altso hevði skrivað eina bók - eg hevði ikki dripið nakran. Sjónvarpið hevði fullan rætt til at seta fokus á meg og mínar ivasomu gerðir - og eg fekk eisini at vita frammanundan, at tað var tað, tey ætlaðu. Men tað irriteraði meg, at tann stóri meirilutin, sum ikki las bókina, bara fór at sita eftir við myndini, sum spurn­ ing­arnir skaptu - myndini av ein­ um óreiðiligum menniskja. Eg helt mítt drúgva arbeiði hava bet­ur uppiborið. Men nøkrum dámdi væl sam­ røðuna. Øssur Winthereig - sum sjálv­ ur starvaðist í Kringvarpinum - skriv­aði soleiðis á facebook sama kvøld: "Vælgrundað og pro­fes­ sion­ell samrøða, sum Uni [Holm Jo­hannesen] hevði við Sjúrð í Degi og Viku í kvøld. Og - tíverri - eri eg enn meiri sannførdur um, at fremsta áhugamálið hjá Sjúrði at lata seg úr í sjónvarpsstovuni er at selja bøkur, men tað er eisini ok. Tí politiski boðskapurin, hann er farin í spønir." Og Sveinur Tróndarson, sum tá arbeiddi á Dimmalætting, skriv­ aði: "Nógvar fakligar tumlar upp fyri samrøðuna hjá Una  Holm Johannesen við Sjúrð Skaale beint nú. Eftir mín­um tykki besta og hvassasta samrøða, sum hev­ ur verið at síggja og hoyra leingi. Kanska yvirhøvur. Væl fyri­reik­ að­ur, væl fyri og væl avgreitt. Flott, Uni!" Sjálvur fekk Sveinur nærum 300 facebooktumlar fyri hesa við­merkingina. Fólk vóru altso samd við hann. Men hví var hetta so gott? Fingu Øssur, Sveinur og øll hini nakra vitan burtur úr sam­røð­ uni? Nei. Hon var reint undir­ hald. Hetta var ein boksikampur mill­um ein journalist og ein polit­ikara, har journalisturin slapp at "sláa" við sínum spurn­ ing­um, meðan politikarin sum fræg­ast royndi at "parera" við sín­um svarum. Eg var ikki farin í sjón­varps­ stov­una at "lata meg úr", sum Øss­ur orðaði seg. Tað var Kring­ varpið, sum valdi at gera hetta per­sónligt. Tvíbýtt viðurskifti Umrøðan av sendingini vísti tvey ting: Annað var, at tað, nógv fólk vilja hava, er undirhald. Og at síggja ein politikara verða stokt­ an uppi yvir eldinum í ein hálvan tíma uttan at kunna rýma er gott und­irhald. Hitt snúði seg um tey løgnu, tvíbýttu viðurskiftini, sum eru millum journalistar og polit­ik­ar­ ar. Politikarar hava tørv á, at journ­alistar vísa teimum áhuga. Men politikarum dáma hinvegin ikki, tá journalistar ganga teim­ um ov nær. Journalistar hava eisini tørv á at fáa "søgur" frá politikarum. Men teir tíma hinvegin ikki at vera viljaleysir boðberar fyri pol­ it­iska valdið. Journalistar vilja eis­ini hava vald sjálvir. Júst sum pol­itikarar vilja teir ávirka fólk og samfelag. Hetta er altso ein kampur um vald - og hann tapa journal­ist­ar­ n­ir næstan altíð. Politikarar seta dags­skránna; teir ráða yvir, hvat kem­ur fram og ikki, teir kunnu nokta at svara - og teir hava nógv betri umstøður og fáa nógv hægri løn enn journalistarnir. Gongd­in, har politiska valdið og stór­ar fyritøkur við betri lønum lokka journalistar "yvir um borðið," so teir tæna valdinum í stað­in fyri at geva valdinum mót­spæl, hevur farnu árini skeiklað hesa valdsjavnvágina enn meira. Journalistar í klassiskum týdn­ingi - teir, sum hava eftirlit við valdinum - hava tíverri sera trong kor. Og eru teir bara eitt lítið sindur naskir, standa teir minst líka nógv fyri skotum al­ ment, sum politikarar. Tí skulu vit vera takksom fyri, at nøkur dugna­lig fólk halda fram í fak­in­ um, hóast tey kundu fingið betri treyt­ir við at arbeitt fyri stovnar, myndug­leikar - ella politikarar. Men í eini sjónvarpssamrøðu kann journalisturin taka makt­ ina. Hann ger av, hvat tosast skal um, og hvussu leingi tað skal tos­ ast um hvat. Journalisturin er kett­an, politikarin er músin. Hóast einki nýtt kom fram í hesi samrøðuni, so fingu helst mong ta kensluna, at journal­ist­ ur­in lat politikaran úr. At journal­ ist­urin "vann". Og tað er sjálvsagt stuttligt hjá øðrum journalistum at síggja. Sjálvur hugsaði eg, at hatta var síðstu ferð, eg gav eina bók út. Tað hugsaði eg eisini, tá eg hálvt­triðja ár seinni tveitti óseld­ ar bøkur í ruskbingjuna. Hví sendi eg so kortini aftur eina bók á marknaðin nú? Tí tað er tørvur á hesum slagn­um av samskifti. Vit mugu eta annað enn fast- food - og vit mugu samskifta meira enn bara at tveita ein­stak­ ar útsagnir og facebook-boð eftir hvørj­um øðrum. Men tað er tí­ verri mest soleiðis, vit fóðra hvønn annan í dag. Samskiftið