Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 23 Hugleiðingar Heri Mohr Fyrst í 1993-unum skrivaði væl skúlaði og orðkringi journal­ist­ urin Sonne Smith – føddur ólavsøkudag 1946 – hug­leið­ ing­ar um andstyggiliga runu­ díkið, tað føroyska samfelagið so eyðmýkjandi var sokkið í. Runu­díkið, avdúkað á heysti 1992, sum dróg allar føroyingar, ung og gomul, í ræðandi in­ ferno. Yvirskriftin til hesar hug­ leið­ingar var KROSSFEST, og byrj­ar soleiðis: ”Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ó­frið­urin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hend­urnar, so mannamúgvan sá, og segði: ”Eg eri ósekur í blóð­inum á hesum manni. Síggið tit til tað!” Og alt fólkið svar­aði og segði: ”Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okk­ara!” (Matt.27. 24-25).”…. ”Jødarnir tevjaðu blóð. Teir kravdu Hann krossfestan og fingu Hann krossfestan…. Vit hava fingið nýggjan løg­ mann. Hon skal ikki gloyma, at tað má vera ein rárur Palleba, sum ikki ynskir henni góða eydnu. Hon situr afturi í rong og skal stýra einari tjóð í svár­ ari neyð. Tjóðin venar seg í skuld­arkenslu, tí hon skyldar so nógv. Hendan tjóð liggur í and­vekri, tí hon veit ikki liv­ andi ráð. Hon er full av undir­ luta­kenslum og misáliti. Hon hevur søplað burtur alt sjálvs­ álitið og kúrir í skomm…. Løgmaður er kvinna. Sum slík skuldi hon taka støðu til nakr­ar bagatellir, peanuts. Hon skuldi taka støðu til, um hon skuldi eita landsstýriskona, lands­stýriskvinna ella lands­ stýris­maður (homo sapiens). Seinni skuldi hon taka støðu til embætisheitið, løgmaður, løg­ kona, løgkvinna ella bara løgga. Vit tóku málið upp aftur um kynsfascismu. Vit fóru aft­ ur at klandrast. Men upprunin til hesa bagatell er í veru­leik­an­ um ein rótfest siðvenja, sum nú stendur á einum vegamóti. Sum tíðin leið staðfestu vit, at mun­urin millum mann og kvinnu er eitt tað dýrabarasta, vit yvirhøvur eiga. Jú, tað er rætt, at kvinnan heldur hevur valt politiskt upp­still­aðan mann. Tað var ikki gamalt, at kvinnan hevði skil fyri politikki, at maðurin var hin reysti, innløgumaðurin, bóndin, skiparin og so Palleba. Nú er broytt fyri ikki at siga kollvelt…. Men sjálvt hin størsti og sterk­ ­asti Palleba rópar ”mamma,” tá ið á stendur.” Drúgvu vísmannakendu hug­ ­leiðingarnar hjá Sonna Smith enda soleiðis: ”Higartil hava vit forkomið rættinum hjá okkara børnum at hóma betri lívsvirði enn tey, ið miseydnaðust hjá okkum sjálvum sum tjóð.” Sera væl skrivað, Sonne Smith. *** Um Íleggingargrunnin fyri Føroyar Í januar mánað 1964 samtykti Fólkatingið lóg nr. 28 um ein grunn ætlaður til fígging av ákrevjandi almennum íløgum í Før­oyum: Landsvegir, berghol, SEV o.a. Fólkatingið játtaði hes­ um nýggja grunni risastórar upp­hæddir í 1964-65 og í 1978. Í 1979 varð umsitingin av grunn­inum flutt til Føroya, og tann danska stjórnin tilskilaði í lógini um grunnin, at ein av landsstýrinum vald 7-mannað nevnd skuldi umsita grunnin. Tann fyrsta nevndin skipaði seg við Landsverkfrøðinginum sum formanni. Nevndalimirnir vórðu samsýntir við nøkrum fáum krónum um árið. Gruns­ ins útlán, rakstrar- og fíggj­ar­ rokn­skap og ársuppgerð hevði gjald­stovan um hendi. Tá ið okkara samfelag ”í ræð­andi inferno” fór á heysin í 1992, broytti Fólkatingið lógina um Íleggingargrunnin fyri Før­ oyar soleiðis, at grunninum varð loyvt at veita stuðulshjálp til peningakervið og Atlantic Air­ways. Nøkur ár seinni broytti Fólkatingið aftur lógina um Íleggingargrunnin fyri Før­ oyar. Tá skuldi grunnurin veita 365 milliónir og 28 milliónir í studningum til at leingja flog­ vøllin í Vágum við 549 metrum og nútíðargerð av terminal­in­ um. Sum sagt ikki við láni, men við studningi. Altso: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar hevur veitt lang­ freistað lán til landsvegagerð, tunnils­gerð og SEV, meðan grunn­urin við fólkatingslóg hev­ur veitt neyðugan stuðul (ikki lán) til kreppuna 1992 – pen­inga­kervið og Atlantic Air­ ways – og útbygging av flog­ vøll­inum og terminalinum í 2011. Niðurstøðan av hesum má vera, at vit valla høvdu havt slíkt vegakervi, sum í dag bind­ ur bý og bygd í Føroyum saman og ikki ein longdan, nýmótans flog­vøll, sum bindur okkum sam­an við útheimin! Sum kunnugt var tað sjálv­ stýris­landsstýrið 1963-1966 og fólka­tingið, sum løgdu rygg til ein nýggjan danskan ílegg­ing­ ar­grunn í Føroyum. Skilagóður politikkur! Um Realin Færøernes Realkreditinstitut (Real­urin) varð stovnaður av Fólka­tinginum í 1955. Hesin stovn­ur við skilagóðari um­sit­ ing fekk týðandi leiklut í end­ ur­nýggjan av okkara fiski­ skipa­flota. I 1998 kom hesin sjálveigandi danski stovnur við fleiri 100 milliónum í eginpeningi ókeyp­ is undir føroyska lóggávu. Gentleman-politikkur! Um løgtingsins grunnar Í árunum 1948-1992 átti løg­ tingið umleið 100 ymiskar grunn­ar. Fleiri vóru livandi við tøkum peningi og annars nýttir til tey endamál, sum løgtingið hevði álagt við lóggeving og/ ella kunngerð. Við tveimum løgtingslógum vórðu at kalla allir hesir Løg­ tings­ins grunnar avtiknir í 1993. Eisini ein við olju­av­gjøld­ um vælvirkandi oljugrunnur. Hann hvarv í grunnadrápinum og fór soleiðis í søguna við gulli og fæi. Men oljugjøldini fara sum onnur almenn gjøld fram­hald­ andi í landskassan. Við ongum olju­grunni. Dára politikkur! Tað er trupult at ímynda sær ruðuleikan í landskass­an­ um, um omanfyri umrøddi Ílegg­ ingargrunnur fyri Føroyar varð ”yvirtikin” og gjørdur føroysk ogn, sum loysingarpolitikkarar í Løgtinginum í mong ár hava lúrt eftir og kanska avtikið sum í 1993. mill­um okkum er tað tilfar, okk­ ara meiningar eru gjørdar úr, og stak­ir setningar eru ikki nóg gott til­far. At fólk taka politiska støðu grundað á facebook, snapchat og twitt­er er ikki gott fyri fólka­ ræðið. Ein bók líkasum sker ígjøgn­ um tann konstanta, larmandi, skund­mikla og mangan grunna tíð­inda­streymin og samskiftir róliga, friðarliga - og seint. Hon rópar ikki í høvdið á fólki, men vís­ir samanhangir og gevur les­ ar­anum frið at gera sær sínar egnu tankar. Ein skarnsgerð Politikkur snýr seg um at umseta virði til konkretar gerðir. Og tað er ikki lætt hjá nøkrum menn­ iskja. Onkuntíð gera vit tað øvuta av tí, sum vit halda vera rætt. Sum Paulus sigur: "Hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, geri eg." Eitt dømi um hetta var ein skarns­gerð, sum eg framdi, tá eg var um 10 ára gamal. Eg gekk heim úr skúla eftir Sval­bards­ vegn­um í Havn, tá ein hundur kom til mín og vildi spæla. Hann hevði ein lítlan grønan bólt av tí slagn­um, sum genturnar loftaðu við, og legði hann fyri føturnar á mær fyri at fáa meg at kasta hann. Vit spældu so eina løtu. Eg tveitti tann grøna bóltin sum var vátur av hundaslevi, og hann rann eftir honum og bar mær hann aftur í kjaftinum. Hundurin var so hjartans glað­ ur um, at eg tímdi at spæla. Um eg kastaði stutt, langt ella inn um garðar, so fleyg hann ovfarakátur eftir bóltinum í somu løtu og uttan fyrilit. Hann sá einki uttan bóltin, og eg mátti ansa eftir, at eing­in bilur kom, tá eg tveitti yv­ ir um vegin. Men so fekk eg ein djevulskan tanka í høvdið: Hvat um eg kort­ ini kastaði beint tá? Mundi hann so veruliga renna út fyri bilin? Stutt eftir nærkaðist ein bilur. Eg stóð við bóltinum í hondini, og tann spenti og tivandi hundurin stóð og hugdi at mær við bønandi eygum og veiftrandi hala. Tá bil­ ur­in var fáar metrar frá - gjørdi eg tað! Ja. Eg tveitti bóltin yvir um vegin. Hundurin leyp avstað, sjafførurin fekk ikki steðgað, og vinstra blunkljós á bilinum rakti hundin, meðan hann var í luftini, so hann bleiv sligin inn á gongu­ breyt­ina. Hann var bara heppin, at hann ikki kom undir hjólið. Bilurin koyrdi víðari, og næstu løtuna fór tann áður so káti hund­urin hvínandi og haltandi om­an­eftir. Eg helt fram niðaneftir. Lotur og skammfuktaður um tað, eg hevði gjørt - men eisini púra bils­ in um, at eg hevði gjørt nakað so óreint. Eg visti við mær sjálvum, at eg ikki kundi funnið upp á at gjørt tað. Men veruleikin var, at eg júst hevði gjørt tað. Hvussu ber tað til? Eg veit tað ikki. Vit kenna illa okkum sjálv og okkara sinni. Men seinni havi eg hugsað, at tað hevði nakað at gera við ta kitlandi kensluna av at hava makt. Hundinum tørvaði meg til sítt spæl, og hann hevði fult álit á mær. Tað gav mær stóra makt yvir honum. Hesa makt­ina misbrúkti eg til at gera hans­ara káta spæl við bóltinum til mítt sadistiska spæl um hans­ ara lív. Kanska hendingin var eitt lítið dømi um, hvat kann henda, tá fólk fáa makt. Makt korrump­ er­ar, siga vit. Og tað er ikki bara nakað, vit siga. Tað er so. Tað drag­andi valdið kann fáa okkara sál­ir at rotna. Valsdins freisting Tann, sum fer inn í politikk, søkir makt­ina og fær hana, tí hann lovar at brúka hana væl. Tað er helst eisini ætlanin hjá teimum flestu. Men sjálvt tey bestu kunnu freistast at misbrúka makt­ina, tá tey hava hana. Politikarar lokka ikki hundar út fyri bilar - men teir kunnu mis­brúka maktina við at arbeiða fyri seg sjálvar heldur enn onnur. Teir kunnu brúka sína dýrabaru tíð til persónligt og partapolitiskt kland­ur. Teir kunnu byrja dagin við at spyrja, hvussu teir kunnu skaða sínar mótstøðumenn held­ ur enn at spyrja, hvussu teir kunnu samstarva um at gera okk­urt gott fyri onkran. Teir kunnu misbrúka álitið - maktina - til at taka ímóti síni løn uttan at gera nakað yvirhøvur. Jú størri vald tú hevur, jú meira gott kanst tú gera - men jú størri skaða kanst tú eisini gera. Tað veldst alt um, hvussu væl tú klár­ar at standa ímóti makt­ar­ inn­ar freisting. Tí eru sterkir miðlar ein so av­ ger­andi partur av einum væl­virk­ andi fólkaræði. Og tí hava vit, sum eru í politikki, skyldu til áhald­andi at vera við í almennu debatt­ini. Ikki bara fyri at vísa fólki hvørjum vit standa fyri, men eisini fyri sjálvi at halda fokus og minna okkum á, hvat enda­málið er við øllum. Vit síggja bara broytingarnar, tá vit hyggja aftureftir. Vit síggja eisini betur meiningina í okkara gerningi, tá vit hyggja aftureftir. Og tí mugu vit viðhvørt eisini hyggja aftureftir fyri at vita, um vit eru á rættari kós. Nær eru vit tað? Tað eru vit, tá vit ikki lata okkum draga og tøla av øllum sum freistar og glitrar, men liva okk­ara lív við støði í egnum virð­ um. Fá klára at vera trúgv móti sær sjálvum altíð. Men royna vit, er tað gott fyri bæði okkum sjálv og felagsskapin. Samfelagið er fult av ósam­ bæri­ligum áhugamálum. Við­ hvørt ber til at semjast á miðjuni - men viðhvørt má annar part­ur­ in tapa og hin vinna. At vit kunnu semjast, tapa og vinna gjøgn­um kjak og atkvøðu­greiðsl­ur er ein stórur framíhjárættur. Og øll, sum taka lut í tí dagliga stríðnum, geva okkara lítla fólkaræði lív og sál. Tað, sum ger fólkaræðið veik­ ari, eru ikki ósemjurnar, men líka­sæl­an.