Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 28 Føroyska A-landsliðið skal vinna á Olympiska leikvøllinum í Baku, um vit skulu hava nakran møguleika at koma víðari. Tað verður uttan skadda Jóan Símun Edmundsson og leikbannaða René Shaki Joensen. Sølvi Vanthamar og Klæmint A. Olsen koma í teirra stað BIELEFELD: JÓAN SÍMUN SKADDUR Í FLEIRI VIKUR Jóan Símun Edmundsson verður helst úti í nakrar vikur, eftir at hann lendi óheppið við knænum, tá Arminia Bielefeld spældi 1-1 á útivølli móti FC Ingolstadt 04 í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildin í Týsklandi. Arminia Bielefeld boðar frá, at føroyski landsliðsspælarin fyribils ikki verður tøkur komandi vikurnar. Hann hevur verið til skanning, men enn fyriliggur ikki eitt greitt úrslit, so enn ilt at siga júst hvussu leingi toftamaðurin má sita uttanfyri. Jóan Símun lendi skeivt á knænum, ið mest sum fór afturav. Tað sær ikki pent út á sjónbandamyndunum, men føroyski landsliðsspælarin megnaði at spæla allan dystin, har hann eisini legði upp til útjavnandi málið. TRÓNDUR ARGE – BAKU, ASERBADJAN F øroyska A-landsliðið skal nú spæla tveir teir seinastu landsdystirnar í nýggju Nations League kappingini. Vit hava fýra stig fyri fýra dystir, sum merkir at vit hava langt á mál. Kosovo hevur átta stig, meðan Aserbadjan hevur seks stig. Føroyska liðið er pískað til sigurs, um vit skulu hava nakran møguleika at koma víðari. Tað krevur eisini hjálp frá Malta. Í hinum endanum, so skulu vit eisini til at fáa stig í hesum báðum seinastu dystunum, fyri ikki at enda í lægsta styrkisbólkinum undan EM 2020 lutakastinum, sum verður í desember. Hóast tað kann tykjast sum, at trýstið er farið av føroyska liðnum, so hava vit ikki ráð til at taka fótin av speedaraunum. Lars avdúkar Dagin undan fráferðini til Aserbadjan komu boð úr Bielefeld, at Jóan Símun Edmundsson hevur spælt seinasta dystin við skaða í knænum. Í hansara stað kemur Meinhard E. Olsen. Tað er eisini greitt undan fráferðini, at landsliðsvenjarin má síggja burtur frá René Shaki Joensen, sum fekk sítt seinna gula kort í kappingini, tá vit spældu javnleik móti Kosovo í fara umfari. Longu í fyrstu venjingini avdúkar Lars Olsen ein stóran part av ætlanini. . Í verjuni er Atli Gregersen mitt fyri, meðan Sonni Ragnar Nattestad er til vinstru og Odmar Færø til høgu. Á vongbakkunum eru Gilli Rólantsson í høgru og Viljormur Davidsen í vinstru. Mitt á miðjuni eru tað Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson, meðan Sølvi Vatnhamar avloysir René Shaki Joensen sum framrættaður í høgru, meðan Brandur Hendriksson verður í vinstru. Landsliðsvenjarin heldur fyri, at tað kann loysa seg at spæla 3-4-3, sum tó er ein 5-4-1, tá liðið verður kroyst. Hetta er júst tað hann ikki við. -Vit kunnu væl spæla við trimum í verjuni, men lykilin er, at vit ikki enda við at blíva fimm í verjuni, sigur landsliðsvenjarin. Hann heldur eisini fyri, at vit hava spælarar, sum tíma væl at leypa á, tá vit fara í mótálop, men tað skal gerast við skilið. -Tað vísur seg, at hesin spælistílurin passar væl til okkum, men tað er týdningarmikið at vit fáa fólk í brotsteigin, tá vit fara í álop – eins og móti Kosovo. Tað er eisin týdningarmikið, at teir framrættaðu miðvallararnir ikki enda úti á vonginum, har eitt nú Gilli Rólantsson skal koma fram við, sigur Lars Olsen. Landsliðsvenjarin væntar, at vertirnir úr Aserbadjan verða stinnir á bóltinum, og koma at hava bóltin væl meiri enn vit. Klæmint fær møguleikan Til fyrstu venjingina gevur lands­liðs­venjarin ikki ábend­ ing­ar um áleyparin, men tað er nærliggjandi at Klæmint A. Olsen fær møguleikan, meðan ungi Jákup Thomsen er við á fyrsta sinni. -Tað stendur millum Klæmint og Jákup. Vit kundu kanska flutt eitt sindur runt og fingið ein mið­vallara sum fremsta mann, men fyribils stendur tað millum teir báðar, sigur Lars Olsen. Til næstseinastu venj­ ingina bleiv uppstillingin endurtikin – hesa ferð við Klæminti A. Olsen sum fremsta manni. Tí bendir alt á, at rituvíkingurin verður okkara fremsti maður leygardagin. Hann tók í summar metið sum tann spælarin, ið hevur skotið flest mál í bestu deildini í Føroyum. Liðskiparin hjá NSÍ gjørdi eisini eitt frálík innhopp á Tórsvølli móti Kosovo, har hann vann fleiri bóltar, fekk fríspørk og kom til málmøguleikar. Drúgv og góð ferð Føroyska landsliðið fór úr Vágum tíðliga týsmorgunin við leiguflúgvara hjá Atlantic Airways. Fyrst varð flogið til Kastrup í Danmark, har útisetarnir og landsliðsvenjarin komu umborð. Eftir ein lítlan steðg varð flogið bleinleiðis til Aserbadjan. Túrurin vardi í fýra og ein hálvan tíma. Tað var ein avslappaður stemningur um borð, har felstu spælararnir eisini fingu sær ein lúr. Flogfarið lendi um 19 tíðina í høvðusstaðnum í Aserbadjan, Baku. Sjálvur flogvøllurin er flottur og líkur øll tey krøv, sum ein nýmótans flogvøllur eigur at hava. Síðani bleiv koyrt í bussi til gistingarhúsið. Koyrt bleiv framvið Olympiska leikvøllinum, har dysturin verður spældur leygardagin. Í myrkrinum verður leikvøllurin lýstur upp, har øll uttarasíðan eru stór ljósskelti. Nakað sum millum a n n a ð e r k e n t frá Allianz Arena í Munchen í Týsklandi. Olympiski leikvøllurin hevur rennibreyt, so áskoðararnir koma at sita nakað frá sjálvum vøllinum. Mett verður, at um 25 túsund áskoðarar verða til dystin. Leikvøllurin tekur 68 túsund. Spælararnir búgva væl venjingarvøllirnir hava verið á góðari leið. Mikudagin bleiv vant í einum umhvørvi, sum sær nakað slitið út, men sjálvur vøllurin var á góðari leið. Í gjár vandu spælararnir á einum venjingarvølli, sum er beint uttanfyri sjálvan Olympiska leikvøllin. Til fyrru venjingarnar var tað bítandi kalt, emn í gjár var Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Nations League: KLÆMINT FÆR MØGULEIKAN FÓTBÓLTUR: Nations League