hósdagur 15. november 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 133
29
Jákup Ludvig Thomsen er
úttikin til landsliðið á fyrsta
sinni. Hann hevur higartil
bara spælt á U21-landsliðnum,
men í ár hevur hann eisni
vunnið sær fast pláss á besta
liðnum hjá FH í Íslandi. Tað
hevur nú tryggja honum eina
landsliðsúttøku.
-Um eg fái ein minutt,
so taki eg hann. Fái eg tveir
minuttir, so taki eg eisini, teir.
Sleppi eg ikki inn, so taki eg
lærdómin við mær, sigur ungi
framherjin.
Jákup Thomsen gjørdi
fyri tveimum árum síðani ein
fimm ára sáttmála við danska
felagið, FC Midtjylland. Síðani
hevur hann verið útleigaður,
men nú ætlar hann at skifta
felag permanent.
-Eg leiti í løtuni eftir einum
nýggjum felagið, at skifta
til permanent. Tað er ein
rímuliga stórur møguleiki
fyri, at tað verður í Íslandi
og helst FH, sigur Jákup L.
Thomsen.
Landsliðsmiðverjin úr Mið
vági, Sonni Ragnar Nattestad,
hevur ein minni snudd at
dragast við í knænum, men
sigur hann verður klárur til
dystin. Hann gjøgnumførdi
ikki fyrru venjingina miku
dagin, men vandi bæði seinna
partin og í gjár við bindi um
knæið.
- Eg verið klárur. Nú skal eg
bara ansa mær í venjingunum
fram til dystin, og kanska ikki
renna allar túrarnar, sigur
Sonni Ragnar Nattestad.
Nations League landsdyst
urin millum Aserbadjan og
Føroyar verður leygardagin
klokkan 17. FM1 og In.fo hava
beinleiðis frásøgn. Føroyar
skulu vinna fyri at hava
ein møguleika fyri at koma
víðari.
GUNNAR NIELSEN
SONNI RAGNAR
NATTESTAD
BRANDUR
HENDRIKSSON
VILJORMUR
DAVIDSEN
ATLI GREGERSEN
KLÆMINT A.
OLSEN
RÓGVI
BALDVINSSON
ODMAR FÆRØ
SØLVI
VATNHAMAR
HALLUR HANSSON
GILLI
RÓLANTSSON
Jákup: Taki hvønn
minutt eg kann fáa
Sonni: Eg verið klárur
Nations League:
Deild D – Bólkur 3
5. umfar:
Leygardagin 17. november
Aserbadjan - Føroyar
Malta – Kosovo
6. umfar:
Týsdagin 20. november
Malta – Føroyar
Kosovo – Aserbadjan
Støðan:
1. Kosovo 8 (stig)
2. Aserbadjan 6
3. Føroyar 4
4. Malta 2
BRANDUR: HETTA ER BÝTTASTI SKAÐIN NAKRANTÍÐ
Brandur Hendriksson Olsen fekk ikki vant við fullari ferð í gjár, tí hann hevur so ilt í stórutá. Orsøkin til pínuna
er ein túrur í vektrúminum. -Eg lyfti eina tíggju kilo vekt, men sá ikki at ein fimm kilo vekt var uttast á. Hon datt
niður á stórutá. Eg fekk nakað so ilt, men kundi ikki ýla, tí so nógv fólk vóru til staðar, sigur Brandur Hendriksson.
Hann fær eina lokaldoyving undan dystinum, soleiðis at hann verður tøkur. Tað er líkt til, at Brandur skal spæla
á øðrum av framrættaðu plássunum í eini 3-4-3 spælskipan, sum tó mest mekur at líkjast eini 5-4-1, tá hinir
hava bóltin. -Eg havi spælt líknandi leiklutir í FCK, Vendsyssel, Randers og FH. Tað er eitt sindur meiri verjukent,
enn tá eg spæli 10 ari, sum eg havi gjørt á landsliðnum higartil, sigur Brandur Hendriksson. Hann er ikki í iva
um, at vit mugu verða meiri avgjørdir og “kyniskir” til hendan dystin, enn vit vóru móti Aserbadjan seinast.
líggjari í veðrinum. Forsøgnin
sigur, at tað verður nakað heitari
leygardagin, men av tí at dysturin
er klokkan 21 lokala tíð, so kann
væntast at tað verður nakað sum
tað, ið vit kenna til í Føroyum.
Hvat skal til?
Føroyska liðið er pískað til sigurs
bæði í Aserbadjan og á Malta, um
EM 2020 dreymurin skal verða
veruleiki. Hartil skal Kosovo ikki
vinna á Malta, og síðani tapa fyri
Aserbadjan á heimavølli í seinasta
umfarinum í bólkaspælinum.
Tey flestu munnu tó hava
tað fatan, at føroyska liðið
hevur lítlan møguleika at koma
víðari. Stóra avbjóðingin er nú,
at vit ikki skulu enda í niðasta
styrkisbólkinum til lutakastið
til EM 2020. Fáa vit einki stig
hesa báðar seinastu dystirnar,
so standa vit við skegginum í
postkassanum. Tí ræður um at
fáa alt, sum vit kunnu, inn undir
okkum á hesi ferðini.