Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 133 30 - Vit leiga henda kranan, sum er beint yvir 40 metrar høgur. Men, hetta verður ikki hin einasti á byggiplássinum. Vit fáa skjótt ein krana upp aftrat, sum verður nakað lægri, 28,5 metrar, sigur Regin Petersen, verkætlanarleiðari hjá Húsavarðartænastuni, sum byggir nýtt hotell í høvuðsstaðnum VILMUND JACOBSEN V anligt er, tá nógv byggi­ virksemi er, so­leiðis sum tað ikki minst er í Havnini í hes­um tíð­ um, at stórir kranar stinga seg upp. Hetta kenna vit eisini úr øðr­um londum, har bygg­ing fer fram. Fólk hava soleiðis lagt til merk­is, at ein rættiliga stórur krani er á byggiplássinum við Stara­veg, har Húsavarðar­tæn­ast­ an í hesum døgum er í holt við at byggja hotell fyri Føroya Lívs­ trygg­ing og Atlantic Airways. Stjóri í Húsavarðartænastuni er Høgni Lauritsen, og hann sigur, at slíkir kranar mest sum eru neyðugir í slíkum byggi­verk­ ætl­anum, og teir verða í fyrsta lagi brúktir til at lyfta stórar for­ skall­ingar og elementir í slíkum arbeiði. 40 metrar høgur Verkætlanarleiðari í stóru byggi­ verk­ætlanini, sum Húsavarðar­ tæn­astan tekur sær av, er Regin Petersen. Hann sigur, at modellið á stóra krananum á byggi­pláss­in­ um við Staraveg kallast K230F, og sjálvt um hesin krani er veld­ uga stórur at síggja til, er hetta ein av teimum smærru, sum danska fyritøkan – Krøll Cranes – hevur í sínum konsepti. Krøll Cranes leigar kranar út um allan heimin. - Vit leiga eisini henda kranan, sum er beint yvir 40 metrar høgur. Men, hetta verður ikki hin einasti á byggiplássinum. Vit fáa skjótt ein krana upp aftrat, sum er av sama slagi, men sum verður nakað lægri, 28,5 metrar. Hetta eru kranar, sum kunnu byggjast bæði upp eftir og út eftir, og tað eru føroyingar, sum eru krana­ førarar, sigur Regin Petersen. Verkætlanarleiðarin vísir á, at stóri kranin røkkur um tað mesta av byggiplássinum, og her kann hann lyfta 10 tons, og hin minni kranin hevur eitt max lyft á 5,7 tons. - Vit byrjaðu á byggiplássinum um hálvan september í ár. Í fyrsta lagi hava vit gjørt jørð-og lendisarbeiði, og nú eru vit eisini byrjaðir at stoypa, tó at nakað av jørð-og lendisarbeiðnum enn er eftir at gera, sigur hann. Gongur eftir ætlan Regin Petersen sigur, at higartil hevur arbeiðið gingið eftir ætlan, og Húsavarðartænastan hevur í løtuni einar 15-20 mans á byggi­ plássinum við Staraveg. - Í løtuni stoypa vit fundament og veggir. Kjallarahæddin á hotell­inum skal stoypast upp, og síð­an verður restin bygt upp við element­um. Tað er Løve Betong, sum ger veggelementini, og dekk­ elementini koma úr Dan­mark. Verkætlanarleiðarin sigur, at Húsavarðartænastan stendur fyri at byggja alt hotellið, sum sambært ætlanini skal standa liðugt á sumri í 2020. Spurdur, um tíðarætlanin er realistisk, sigur Regin Petersen, at tað er hon. - Jú, um alt gongur, soleiðis sum vit ætla, stendur nýggja hotellið liðugt miðskeiðis í 2020, leggur hann aftrat. BYGGJA HOTEL VIÐ 40 METRAR HØGUM KRANA Fólk hava lagt til merkis, at ein rættiliga stórur krani er á byggiplássinum við Staraveg, har Húsavarðartænastan í hesum døgum er í holt við at byggja hotell fyri Føroya Lívstrygging og Atlantic Airways. Mynd: Álvur Haraldsen