hósdagur 15. november 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 133
31
ÁKI BERTHOLDSEN
– Eg haldi ikki, at niðurstøðan
hjá Moody´s er heilt so avgjørd,
sum Landsbankin vil gera hana
til. Tað heldur Johnny í Gróti
num, búskaparfrøðingur, nú
altjóða metingarfyritøkan,
Moody´s hevur givið Føroyum
avbera gott skoðsmál í seinastu
meting síni, sum varð almanna
kunngjørd fyrr í vikuni.
Johnny í Grótinum heldur, at
sjálvsagt er tað viðkomandi hjá
Moody´s at meta um støðuna í
fiskivinnuni, men hann heldur
samstundis, at Landsbankin ger
ov nógv av, tá ið hann tulkar
niðurstøðuna hjá Moody´s um,
hvønn týdning tað fer at fáa, at
fara frá eini fiskidagaskipan,
yvir til eina kvotuskipan, sum
samgongan ætlar.
Landsbankin sigur, at niður
støðan hjá Moody´s er, at verður
fiskivinnan í Føroyum løgd um
til eina kvotuskipan hevði tað
verið gott fyri kredittvirðið hjá
Føroyum.
Johnny í Grótinum heldur
ikki, at tey í Moody´s eru so av
gjørd í síni niðursøðu, og hann
hevur eisini varnast álvarsligar
feilir í metingini hjá Moody´s, og
hann heldur enntá, at á summ
um økjum eru tey heldur blá
oygd, ella óvitandi.
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað er so lítið skil á í Løgtingi
num, at tað er beklagiligt. Tað
staðfesti Karsten Hansen
úr Miðflokkinum, sum aftur
hevur tikið sætið á Løgtingi
fyri Jenis av Rana, sum er farin
í farloyvi í eina tíð.
Í vikuni hevði løgtingið enn
eina ferð eitt maraton orða
skifti upp á fleiri tímar um
fiskivinnuna. Og tað kann í
hvussu so er staðfestast, at
naggatódnin ímillum sam
gonguna og andstøðuna er
minst líka óloysilig, sum hon
altíð hevur verið um nýggju
fiskivinnuskipanina
hjá
samgonguni.
Men Karsten Hansen brúkti
høvið til at geva løgtingslimum
eina skotfleingi. Hann minti teir
á, at fiskivinnan er sjálv nerva
skipanin í okkara samfelagi,
men kortini hava samgonga og
andstøða ligið í hvør sínari skot
grøv nú í fleiri ár.
– Í meðan fiskiflotin
rustar upp, brúka
tit mánaðir og ár
upp á at keglast,
heldur enn at
tosa saman
og finna eina
felags loysn,
átalaði hann
l ø g t i n g s
limir við.
– Fiskivin
nan er okk
ara aðalmál og
nú er stundin
komin, at hetta
høga ting ásannar, at
hetta má gerast í felag.
Nú hevur andstøðan sett sítt
álit á, at løgtingsval verður og
at samgongan missur meiri
lutan, tí so verður fiskivinnu
nýskipanin sett úr gildi aftur.
Men Karsten Hansen heldur
lítið um slíkan taktikk, tí hann
sigur, at Føroya fólk skal nokk
finna út av, hvussu løgtingið
skal mannast eftir næsta val.
Men verður fiskivinnuskipanin
ikki gjørd í felag ímillum sam
gongu og andstøðu, hendir
bara tað, at hon verður kollvelt
eina ferð afturat, tá ið ein nýggj
samgonga kemur framat.
Og so verður enn eina ferð
byrjað heilt av nýggjum, men
hetta er ein vanlukka fyri okk
ara samfelag, sigur Karsten
Hansen.
ÁKI BERTHOLDSEN
– Eg eri bangin fyri, at tað er ein
forðing, at skúlin er í Suðuroy.
Tað heldur Helgi Abrahamsen,
løgtingsmaður. Hann var fram
søgumaður fyri Sambands
flokkin, nú Løgtingið viðger eitt
uppskot frá Mentamálaráðnum
um at skipa eina útbúgving
um pedagoghjálpara á heilsu
skúlanum í Suðuroy.
Bæði Heðin Mortensen og
Kristianna Winther Poulsen
úr Javnaðarflokkin, halda, at
heilsuskúlin liggur væl í Suðor
oy. Men tað er Helgi Abraham
sen ikki samdur í. Hann heldur
tvørtur ímóti, at tað er ein forð
ing at skúlin er í Suðuroy – og
bara har.
Hann vísir á, at tey, sum
kunnu væntast at fara undir
hesa útbúgvingina til pedagog
hjálpara, eru oftani tilkomnar
kvinnur. Og hjá eini tilkomanri
kvinnu kann tað vera møtimikið
at flyta til Suðuroy at ganga í
skúla við allari familjuni.
Tí heldur hann, at tað kann
fáa nógvar kvinnur, sum annars
høvdu farið í skúla, at setast
aftur. Annars ásannar hann
samstundis, at hann hevur var
hugan av, at tey, sum hava verið
á skúlanum í Suðuroy, hava
trivist væl.
Óluva Klettskarð, tingkvinna
fyri Tjóðveldi ásannar, at hjá
summum kann tað vera ein
trupulleiki at skúlin er í Suðuroy.
Men so er tann møguleikin at
skipa einafjarundirvísing.
Her eru
álvarsligir
feilir í
Mest lisið á in.fo:
Tað er ein
forðing at skúlin
er í Suðuroy
Gav løgtingslimum
eina skortfleingju
Løkke:
EYÐUN KLAKSTEIN
Í vikuni hevði danski forsætis
ráðharrin Lars Løkke Ras
mussen spurnartíma í Fólka
tinginum.
Føroyski fólkatingsmaðurin
Magni Arge spurdi forsætis
ráðharran, um Danmark fór at
viðurkenna føroyskan sjálvs
avgerðarrætt mótvegis heims
samfelagnum, um tað skuldi
komið til eina fólkaatkvøðu.
– Ynskja føroyingar sjálvstýri
frá Danmark, er tað eitt ynski,
vit fara at virða. Okkum nýtist
ikki at pakka tað inn í løgfrøði.
Eg haldi, at tað hevði verið ein
ólukka, men taka føroyingar ta
avgerð, fara vit at virða hana,
svaraði Lars Løkke Rasmussen.
Forsætisráðharrin sigur, at
hann ynskir at styrkja sam
starvið í ríkisfelagsskapinum.
Loysing hevði
verið ein ólukka