mánadagur 19. november 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134
TÍÐINDI
Feðgarnir, Signar
og David á Brúnni, hava
málað framsíður av
húsum og bygningum í
Fuglafjarðar kommunu
í samband við 100 ára
haldið. Framsýningin
stendur uppi á
Grasteigum í Fuglafirði
í dag og í morgin aftrat.
Bakkafrost skal
hava 100 aftrat
Vegna økt virksemi søkir Bakkafrost
nú eftir fleiri starvsfólkum,
og tað er ikki eitt lítið tal av
arbeiðsfólk, sum lýst verður eftir
Vilmund Jacobsen
- Vit hava arbeitt miðvíst
við at tryggja nýggjar
langtíðarsáttmálar, sum
bæði eru við til at tryggja
virksemið hjá Bakkafrost
á Glyvrum, samstundis
sum hetta eisini tryggjar
starvsfólkunum hjá okk
um støðugt arbeiði yvir
eitt longri tíðarskeið.
Kári Egholm Jacobsen,
deildarleiðari hjá Bakka
frost, sigur, at arbeiðið at
tryggja
langtíðarsátt
málar hevur gingið væl,
og tí vantar Bakkafrost
nú 100 dugnalig starvs
fólk aftrat.
- Tú verður ein partur
av
einari
fyritøku
í
heimsflokki. Tú kemur
at arbeiða í vaktum og
mást tí eisini verða til
reiðar at arbeiða skift
andi tíðir. Løn er sam
bært galdandi sáttmála.
Harumframt bjóða vit
fría heiltíðar lívs- og van
lukkutrygging til okkara
starvsfólk eftir tríggjar
mánaðir í starvinum.
lýsingini eftir starvs
fólki
verður
sagt,
at
Bakkafrost hevur fram
komnar umstøður við
einari frálíkari kantinu,
og her kunnu starvsfólk
luttaka í matarskipan
fyri ein sera rímiligan
prís.
- Um tú ynskir eitt
starv á okkara fram
komna góðskingarvirki á
Glyvrum, ert tú vælkom
in at venda tær til okk
ara, verður lagt aftrat.
Skip og
bátar
fáa fisk
Vilmund Jacobsen
Seks ísfiskalínuskip
eru til fiskiskap undir
Føroyum. Skipini fáa
mest av toski og hýsu
og so nakað av longu
og brosmu. Skipini
hava góðan fiskiskap.
- Vit vænta, at eitt
ísfiskalínuskip kemur
inn at landa í dag,
og síðan koma hini
helst seinni í vikuni.
Á Fiskamarknaði
Føroya siga tey, at eitt
ísfiskalínuskip eisini
er undir Íslandi. Onkur
línuskip, sum liggja, fara
helst út aftur í næstum.
Øll frystilínuskipini
fiska undir Føroyum.
- Streymurin harðnar
út á vikuna, men
veðrið verður gott.
Vit vænta tí, at nakað
verður av útróðri.
Útróðrarbátarnir fáa
nógvan fisk, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
Átta partrolarapør vóru
til fiskiskap fríggjadagin,
og helst fer okkurt parið
aftrat út í næstum.
Skipini koma inn at
landa, sum henda
vikan gongur.
- Fiskiskapurin hjá
partrolarunum er
frægari nú, og skipini
fáa eisini nakað av toski
og longu sum hjáveiði,
vita tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
Fríggjadagin vóru bara
tveir djúpvatnstrolarar
til fiskiskap, og teir
eru nýliga byrjaðir túr.
Tí er ikki væntandi,
at teir koma inn at
landa hesa vikuna.
- Tríggir trolbátar
vóru til fiskiskap
fríggjadagin. Ein var á
Skeivabanka og royndi
eftir havtasku. Teir fingu
eisini nakað av øðrum
fiski. Ein var norðan fyri
og fiskaði tosk og hýsu.
Trolbátarnir koma
inn at landa í dag.
Lagt verður aftrat, at
eitt garnaskip kemur
inn at landa í dag, og
tvey ella trý koma seinni
í vikuni. Fiskiskapurin
hjá garnaskipum er
smáligur í løtuni.
HARUMYNDIR: Á Facebook-
síðuni – Haruskjóting í Føroyum
– heitir Eyðfinn Magnussen
nú á fólk, sum skjóta harur,
um at senda sær myndir av
skotnu harunum. Hann fer at
brúka hesar myndir til at kanna
litbroytingina hjá føroysku
haruni. Loyvt er at skjóta
haru fram til ársenda 2018.
Tað ger mun at
onkur endurnýtir
Um eingin tók ímóti seyðaskinnum, fóru umleið
10 slíkar bingjur aftrat í brenniovnin hjá IRF
Vilmund Jacobsen
Tíðliga í heyst vísti IRF á,
at tað, sum dálkar mest
at brenna í brenniovnin
um á Hagaleiti í Leirvík,
eru seyðaskinn.
Tí heitti felagsskapur
in aftur í heyst á fólk,
sum fletta seyð, um at
lata seyðaskinn til end
urnýtslu hjá góðkendum
móttakara.
Men, tað tá slaktið er
fyri, fær IRF eisini nógv
ar fullar vembur at brenna,
og hesar viðføra sjálv
sagt eisini dálkandi útlát.
Tí er umráðandi fyri
umhvørvið, at leivdir frá
slakti verða burturbeidar
á rættan hátt.
Ráðini hjá IRF vóru at
lata seyðaskinnini til góð
kenda endurnýtslu – og
at tøma vemburnar, sum
enda í brenningini.
- Umráðandi er at lata
blóð og vatn seta frá, áðr
enn leivdir frá fletting
verða burturbeindar, vóru
ráðini hjá IRF.
Tað ger mun
At tað ger mun at lata
seyðaskinn
til
endur
nýtslu, kann lýsast við
myndini av hesi bingju.
Bingjan er 40 fót, og her
eru 3.400 seyðaskinn, sum
eru
saltað
til
felagið
Oikos í Bø.
Siga vit, at felagið
keypir eini 34.000-36.000
seyðaskinn um heystið,
sum tey plaga at siga, at
tey gera, høvdu stívliga
10 bingjur av hesi stødd
ini, fullar við seyðaskinn
um, endað í brenniovnin
inum hjá IRF, um Oikos
– ella onkur annar – ikki
keypti.
Niðurstøðan er, at tað
so sanniliga ger mun –
eisini fyri umhvørvi - at
lata seyðaskinn til end
urnýtslu heldur enn at
lata tey enda í brenni
ovninum á Hagaleiti.
Her liggja umleið 3.400 saltað seyðaskinn. Seyðaskinnini, sum Oikos keypir um
heystarnar, fylla upp í umleið 10 slíkar bingjur, sum annars høvdu farið til brenningar