Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDIGAV GENTUM PENING FYRI NAKIN­MYNDIR Maðurin sendi gentunum eina nakinmynd av sær. Hann bjóðaði teimum síðani pening fyri at senda nakinmyndir av teimum sjálvum Danjal av Rana Løgreglan hevur skuldsett ein ungan mann fyri at hava fingið gentur at senda sær nak­in­mynd av sær sjálvari. Aft­ur­fyri hevur maðurin givið teim­um pening. Maðurin verð­ ur skuldsettur eftir lógini um barnaporno, tí onkrar av gent­ unum eru undir 15 ára gamlar. Maðurin verður kannaður fyri at hava sent nakinmyndir til eini tjúgu ungar kvinnur. Hann hevur eisini biðið tær senda sær nakinmyndir og fáa pening afturfyri. Flestu kvinn­ urnar eru undir 18 ára gamlar, onkrar undir 15. Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini, váttar fyri Miðla­húsinum, at løgreglan kann­ar eitt slíkt mál. - Tað byrjaði við einari frá­ boðan frá einari gentu, um at ein ungur maður hevur sent sær nakinmyndir. - Hann hevur sent ópassandi myndir av sær sjálvum til nakr­ar ungar gentur. Tað er í sjálvum sær brot á revsilógini, tí talan er um blygnaðarskemd. Heri Andreassen greiðir víðari frá, at umframt hetta hava nakrar av kvinnunum sent manninum myndir av sær sjálvari og fingið pening aft­ur­fyri. - Av tí at onkrar av gent­un­ um eru undir 18 ár, verður hetta klassað sum barna­porno­grafi, sigur kann­ing­ar­leið­arin, sum eisini váttar, at onkr­ar av gent­ unum eru undir 15 ár. Hann sigur, at at byrja við var talan um nakrar fáar gent­ ur, men sum kanningararbeiðið er liðið, eru fleiri og fleiri gent­ ur lagstar afturat í málinum. - So nú hava vit brádliga nokk so nógv mál, okkurt um 20 mál, sigur løgreglumaðurin. Heri Andreassen sigur, at fyri­bils er maðurin bara skuld­ settur fyri nøkur av málunum, men hann fer at vera skuld­ sett­ur fyri fleiri. - Í løtuni eru vit í tí støðu, at vit taka ímóti fráboðanum frá gentum, avhoyra tær og annað og vit vita ikki, um tað er liðugt enn, sigur hann. - Vit skulu blíva lidnir við hendan partin av arbeiðinum, síðani fara vit undir at skriva málið og lata ákæruvaldinum tað. Síðani verður málið vænt­ andi koyrt víðari í rættin, sigur hann.