mánadagur 19. november 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134
TÍÐINDI
Tapararnir eru tey
við lágari løn
STÆTTARMUNUR Fólkaflokkurin hevur eina uppskrift
upp á, hvussu vit forða fyri at stættarmunurin
ímillum føroyingar veksur enn meiri
Áki Bertholdsen
Stættarmunurin ímillum før
oyingar veksur ár um ár. Tað
staðfesti
Jørgen
Niclasen,
formaður
Fólkafloksins,
á
landsfundinum hjá flokkin
um leygardagin.
Hann sigur, at eitt avrik
hjá hesi samgonguni er, at
ójavnin í samfelagnum er
vaksin. Í hesum sambandi
vísir hann á, at gloppið ímill
um fólk við lágari løn og høg
ari løn, veksur hvørt einasta
ár, og sum gongdin er nú, eru
tað tey lægstløntu, sum eru
tapararnir, sigur hann.
– Ójavnin ímillum økir í
landinum er vaksin og ójavn
in millum løntakarar er vaks
in, sigur hann.
Tað, hann sipar til, er, at
hvørja ferð, sáttmálasamráð
ingar eru, hækka lønirnar í
prosentum og ikki í krónum.
Tað merkir, at yvirlæknin
hevur fingið í minsta lagi
fýra ferðir so stóra lønar
hækking
sum
hjálparfólk
hava fingið – og tapararnir
eru tey lægstløntu.
– Hetta skal broytast, tí
framyvir skulu lønir skulu
hækka í krónum, ikki í pro
sentum, sigur Jørgen Nicla
sen.
– Hvørja ferð, yvirlæknin
fær tíggju krónur meiri at
keypa mjól fyri, skulu verka
fólk eisini hava tíggju krónur
afturat lønini, so at munurin
ikki alsamt økist, leggur hann
afturat.
Her er nýggja valevnið hjá
Fólkaflokkinum í Suðuroy
LØGTINGSVAL Skulu økini mennast,
er bara ein uppskrift, sigur nýggja
valevnið hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy
Áki Bertholdsen
Tá ið Fólkaflokkurin skal manna
valevnislista til næsta fólka
tingsval,
verður
Jóhan
Eli
Poulsen úr Sandvík, eitt av val
evnunum.
Tað fortaldi hann fundar
fólkinum á landsfundinum hjá
Fólkaflokkinum, sum var í Salt
á Drenesi leygardagin.
Hann segði, at felagið hjá
Fólkaflokkinum í Suðuroy hev
ur heitt á hann um at stilla
upp til næsta løgtingsval sum
verður í seinasta lagi 31. august
næsta ár. Og hann segði eisini
hann hevði tikið støðu til at
taka av.
Hann staðfesti eisini, at
endamálið er avgjørt at fáa
skipað samgongu eftur valið.
Og hann heldur, at tað verður
ríkiligt at takast við, tí vit hava
eina fiskivinnu, sum liggur í
skeljasori av berari øvund
sjúku, sum hann málbar seg.
Bara eitt at gera
Hann skilur heldur ikki rætti
liga endamálið við menningar
kvotunum, fyri at menna ávís
øki í landi. Hann heldur nevni
liga ikki, at tað hevði so stóran
týdning, hvar í landinum eitt
skip hoyrir heima.
Sjálvur førur hann Stelk,
sum er úr Runavík og hann
sigur, at teir eru 12 mans við
skipinum, men tað er bara ein,
sum rindar kommunuskatt í
Eysturoy.
– Skulu vit tosa um økis
menning, er bara ein loysn, og
tað er at flyta almenn størv úr
Havnini og út um landið fyri
at fáa fólk at búsetast kring
landið, staðfestir hann fyri
fundarfólkinum.
Hann dylur heldur ikki fyri,
at stúrir stúrir fyri gongdini í
samfelagnum, tí hann heldur,
at vit flyta okkum alsamt long
ur burtur frá kristnu siðalær
uni, og her hugsar hann um
broytingarnar í hjúnabands
lógini, sum loyvir samkyndum
at giftast.
Og so ávarar hann eisini
ímóti at taka muslimar til Før
oyar og, tí vit eru so lítið land,
at tað kann ganga so skjótt, so
eru vit kollrend.
Ikki heilt ókendur
Jóhan Eli Poulsen hevur ikki
stillað upp til løgtingsval áður.
Hinvegin varð hann valdur í
bygdaráðið í Hvalbiar Komm
unu á kommunuvalinum í 2011,
men hann stillaði ikki upp aft
ur í 2015, tí hann var so nógv
burtur.
Hann er heldur ikki heilt
ókendur í Fólkaflokkinum, tí
hann hevur eisini verið limur í
Huxa, sum er ungdómsfelagið
hjá Fólkaflokkinum í fleiri ár,
og í hesum sambandi var hann
skrivari í Huxa frá 2011 til 2015.
Jørgen Niclasen
einmælt afturvaldur
til formann
Áki Bertholdsen
Jørgen Niclasen heldur fram
sum formaður í Fólkaflokk
inum. Tað er greitt, eftir at
leiðslan í Fólkaflokkinum
hevði regluligan leiðslufund
leygarmorgunin.
Og á leiðslufundinum varð
hann einmælt afturvaldur
til formann, uttan nakað
mótvalevni. Jørgen Niclasen
hevur
verið
formaður
í
Fólkaflokkinum
síðani
í
1007, og hetta er sostatt 12.
ferð hann er valdur.
Hann kom annars upp í
politikk í 1989, tá var hann
bara 20 ára gamalur. Hann
var varamaður á Løgtingi til
1994, tá ið hann varð valdur
fyrstu ferð beinleiðis, og
næsta ár hevur hann sostatt
verið í politikki í 30 ár.
Umframt at vera løgtings
maður, hevur hann eisini
verið
landsstýrismaður
á
trimum málsøkjum, fiski
vinnumálum, fíggjarmálum
og í uttanríkismálum.
Hann var landsstýrismað
ur í fiskivunnumálum frá
1998-2003, landsstýrismaður
í uttanríkismálumi frá 2008-
2011 og landsstýrismaður í
fíggjarmálum frá 2011-2015.
Nýggja valevnið hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy, Jóhan Eli Poulsen, vinstrumegin,
í práti við floksformannin, Jørgen Niclasen. Mynd: Bjarni Nygaard