Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI NÚ SKULU VIT VINNA STRÍÐIÐ UM HAVNINA LØGTINGSVAL Fólkaflokkurin hevur sett sær eitt mál fyri, hvussu nógvar løgtingslimir tey skulu fáa í Havn á næsta løgtingsvali Áki Bertholdsen –  Vinna vit ikki Havnina, er tað til onga nyttu. Tað staðfesti Hans Joensen, formaður í Havn­ar Framburðsfelag, sum er lokalfelagið hjá Fólka­flokk­ in­um í Havn, á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygar­dag­in. Og tað eru bæði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løg­ tingskvinna fyri Fólkaflokkin, og Bjarni Djurholm, fyrr­ver­ andi løgtingsmaður, og lands­ stýris­maður fyri Fólkaflokkin, samd í. Á síðsta løgtingsvali fekk Fólkaflokkurin tilsaman 6.102 atkvøður, og tað eru 3,6 pro­ sent minni enn á løgtings­val­ in­um í 2011. Sostatt hevur flokkurin seks løgtingslimir. Men tað merkis­verda er, at ongin av teimum er úr Havnini, har flokk­urin hevði eitt sera vána­ ligt val. Og nettupp tað vána­ liga úrslitið í Havn fær skyld­ ina fyri, at flokkurin ikki hev­ur fleiri enn seks løg­tings­ lim­ir í dag. Tí hevur flokkurin sett øll segl fyri í royndunum at styrkja sína støðu í Havn og eitt stórt stig á leiðini varð tikið, tá ið tað eydnaðist Ann­ iku Olsen at verða borgarstjóri í Havn. Hava eitt avgjørt mál Á Landsfundinum staðfesti Hans Joensen, at tey arbeitt av øll­um alvi alt hetta valskeiði við tí endamáli at vinna næsta løg­tings­val í Havn. – Eg setti mær beinanvegin sum mál, at Fólkaflokkurin skal vinna næsta løgtingsval í Havn, tí gera vit ikki tað, er alt stríðið til onga nyttu, leggur hann afturat. Hann sigur, at avgjørda málið hjá teimum er, at á næsta løgtingsvali skal Fólka­ flokk­urin fáa trý løgtingsfólk úr Havn. Men tað er eitt krav, at vit skulu í minsta lagi hava tvey, legg­ur hann afturat. Hesum er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir samd í. Hon legði dent á, hvussu avgerandi tað er fyri Fólkaflokkin, at hann fær eitt gott valúrslit í Havn. – Tað er ikki so langt síðani, at vit vóru størsti flokkur í Havn, og vit skulu aftur har til, stað­festi hon á landsfundinum. Øðrvísi í Havn enn á bygd Eisini Bjarni Djurholm gjørdi greitt, at tað er serliga í Havn­ ini, har tað ótroyttað lendið er, og har tað ber til at hála fleiri atkvøður til Fólkaflokkin. – Spurningurin er, hvat tað er, sum havnarfólk eru upp­tik­ in av. Fólk í Havnini eru uttan iva upptikin av øðrum spurn­ ing­um, enn tey í fiskivinnu­økj­ un­um í Eysturoy og í Norð­ oyggj­um eru, staðfestir hann. Hann er vísir í, at tað mesta av donsku ríkisveitingini dett­ ur niður í Havnini, og tað gev­ ur eitt størri støðufesti enn fiski­vinnan, gevur aðrastaðni í land­inum, tí hon er so skift­ andi. –  Hjá nógvum fólkum í Havn kemur mánaðarlønin inn á kontuna, mest sum auto­ mat­iskt síðst í hvørjum mánað. Og skal Fólkaflokkurin gera sær vónir um at fáa fatur á velj­aranum í Havn, má hann eis­ini hava ein boðskap, sum vek­ir áhuga hjá veljaranum í Havn, og tað er ikki tann sami boðskapurin, sum fangar velj­ ar­an í Eysturoy og í Norð­ oyggj­um, heldur fyrrverandi løg­tings­maðurin og lands­ stýris­maðurin. – Mítt páhald er, at tað eru nógvar borgarligar atkvøður í Havn, sum føla seg heimleysar, tí Fólkaflokkurin eigur at fáa minst 2.000 atkvøður í høv­uð­ staðn­um, legði Bjarni Djur­ holm. afturat. Á seinasta løgtingsvali fekk Fólkaflokkurin 1.460 atkvøður í Havn og tað eru fýra prosent minni enn á valinum í 2011. Hans Joensen, formaður í Havnar Framburðsfelag, vinstrumegin, og Hans Pauli Henryson, formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag, á landsfundi leygardagin. Hans Joensen hevur sett sær sum mál at vinna Havnina aftur. Mynd: Bjarni Nygaard