Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. november 2018 · Nr.134 50 ÁR SÍÐANI LANDSSTÝRIÐ VARÐ UMSKIPAÐ EFTIR AT LØGMAÐUR DOYÐI Í dag eru 50 ár síðani, at landsstýrið varð umskipað, eftir at Petur Mohr Dam, løg­mað­ur, var deyður 8. nov­em­b­er í 1968. Tríggir mans sótu í landsstýrinum: Pet­ur Mohr Dam, løgmaður, úr Javnaðarflokkinum, Krist­ian Djur­huus úr Sam­bands­flokk­i­num og Sámal Pertersen úr Sjálvstýrisflokkinum, landsstýrismenn. Eftir um­skip­an­ina fekk Sambabandsflokkurin løgmann, Kristian Djurhuus. Javnaðarflokkurin fekk í staðin fyri løg­mann tveir lands­stýr­ is­menn: Jákup Lindenskov úr Havn og Villa Sørensen úr Klaksvík. Lagnan vildi tað tó so, at Villi Sørensen doyði góðar 13 mánaðir seinni. Hann lá deyður í seingini nýggjársmorgun í 1970. Hann var einans 46 ára gamal. VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Beinta Christiansen og Mortan Isfeldt, fingu 2. november fingu eina dóttir. Hon vigaði 3580 gr og var 52 cm long. Og hon er verðins fittasta :-) Abraham Joensen og Ingrid Maria Mellemgaard í Havn, fingu 28. oktober ein lítla diddu. Hon var 53 cm og vigaði 3690 gr. Rosine og Poul Olsen Trongisvági, fingu 31. oktober ein son. Hann vigaði 3620 g og var 55 langur Asta Jóhanna Jacobsen, fødd Klein, Klaks­vík, ættað úr Funn­ingi, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum leyg­ ar­dag­in 17. novembur, 86 ára gomul. Erlig Pauli Clementsen, van­liga nevndur Palli hjá Kolbjörnu, ættaður av Sandi, búsitandi í Has­und í Ulsteinvik and­að­ist 18. november, 89 ára gamal. Regin Debes, ættaður av Oyri, búsitandi í Klaks­ vík, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum fríggj­ a­dagin, 65 ára gamal. Mia Justinussen, fødd Lilå, í Leirvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leyg­ar­ kvøldið 17. november. Joen Jacob Frantz Jacobsen av Glyvrum, vanliga róptur Jóan Jakku á Langanesi andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fríggjadagin 16. november, 88 ára gamal. Herbjørg Egholm, fødd Viderø, ættað av Sandi, andaðist á Tjarnargarði hósdagin 15. novembur, 95 ára gomul. Brynhild Rasmussen, fødd Johannesen, Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 12. november, 89 ára gomul. Thorolf Bjørklund, búsitandi í Ribe andaðist 10. november, 88 ára gamal. Georg Jespersen, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, leygardagin, 74 ára gamal. ANDLÁT Thorolf Bjørklund farin Kendi finnlendingurin og bil­mað­urin í Føroyum, Thor­ olf Björklund, doyði 10. nov­ em­ber í Ribe, har búði síðstu tvey árini, 89 ára gamal. Tá Thorolf flutti til Dan­mark­ ar, var tað eftir at hava búð í Føroyum í 60 ár. Umframt at vera stjóri á bila­søluni hjá P/F Vilhelm Niel­sen & Søn, so var hann eis­ini kendur sum frí­merkja­ saml­ari og finsk­ur að­al­ konsul. Thorolf Björklund varð fødd­ur í Helsinki í Finn­landi 26. januar 1930 og tók stud­ ents­prógv í býnum Lovisa í Finn­landi í 1948. Hann giftist við Nancy, dótt­ir Sigrid og Vilhelm Niel­sen í Havn, og fluttu tey til Før­oyar tann 3. desember 1956 og búsettust í Havn. Eftir at hava arbeitt í fyritøkuni hjá Vilhelm Nielsen síðan 1957, tók hann við stjórastarvinum eftir ver­páp­an Vilhelm Nielsen í 1970 og var stjóri har til 1986, tá fyr­i­tøkan varð seld. Thorolf gjørdist finskur konsul og aðalkonsul í Før­ oy­um eftir Edvard Mit­ens í 1970. Poul Michelsen í Havn tók við sum finskur konsul, tá Thor­olf Bjørklund legði frá sær. Nancy, kona Thorolf, and­að­ist 14. september 2011. Børnini vóru: Rolf, sum doyði í 1981, Carita og Elisabeth. Thorolf segði við Sosialin, tá hann flutti av landinum í 2016, at hann hevur havt tað gott í Føroyum og trivist væl, men hann kendi seg tó enn sum finnlending. Hann helt, at hóast hann flutti til Danmark, so passaði tað so væl, tí tá er lætt at ferðast til Finnlands, Spania og til Føroyar. Fyri fimm árum síðani skipaði Sámal Bláhamar fyri hugnaløtu í gamla bilverkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncks­ gøtu í Havn: Frá vinstru: Tórharda Bláhamar. Sitandi: Vilhelm Nielsen, Sverri Mortensen, Pauli jacobsen, Carlo Petersen og Thorolf Bjørklund Thorolf Bjørklund andaðist 10. november 88 ára gamal Verkstaðið hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í Havn í sjeytiárunum