mánadagur 19. november 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Teir eru nú byrjaðir at seta
vindeygu í nýggjan skúlan við
Streymin. Tað eru montørar
hjá H-Dygd, sum gera hetta
arbeiði.
Yvir um ánna eftir fiski
- Eingin okkara í vinnuni skilir, hví vit ikki gera paralellar royndir
á Føroyabanka, sum antin kunnu staðfesta ella avsanna tað,
sum Havstovan sigur. Um friðingarnar einki úrslit hava givið,
er tíðin kanska komin til, at vit eiga at tora at gera okkurt
annað, sigur línuskipareiðarin, Kristian Martin Petersen
Vilmund Jacobsen
Tað undrar Kristian Martin
Petersen, línuskipareiðara, at
einki hoyrist politiskt um Før
oyabanka, ið søguliga hevur
givið eini 2.500-3.000 tons av
toski hvørt ár í langar tíðir,
men sum nú hevur verið frið
aður fyri allari veiði í meira
enn 10 ár.
- Í gomlum døgum var tosk
urin av Føroyabanka okkara
høvuðsbrand á útflutningssíð
uni. Aftrat toskinum er hýsa,
havtaska og annað at fáa á
Bankanum. Men, eingin slepp
ur at royna her, tí Føroyabanki
er framvegis stongdur fyri
allari vinnuligari veiði – við
undantaki av nøkrum fáum
døgum til smærru bátarnar.
Línuskipareiðarin
metir
ikki, at royndin hjá teimum
bátum, sum eru slopnir á
Bankan, hevur givið nakra
rættvísa mynd av heildini.
- Fyrst í hesari øldini var
toskaveiðan á Bankanum um
leið 6.000 tons av toski, men
bert fá ár seinni minkaði veið
an stórliga. Síðan er eingin
veiða farin fram her, tí Bankin
hevur verið stongdur.
Kristian Martin Petersen
heldur, at hetta eiga vit bein
anvegin at gera okkurt við, tí
hann heldur tað vera ógvuliga
sannlíkt, at nógvur toskur og
hýsa eru á Føroyabanka.
- Havstovan hevur staðfest
nógva hýsu á Bankanum sein
astu árini, men tað kemur tí
verri ikki upp á tal at sleppa at
royna her. Vit meta, at toskur
eisini er at fáa á Føroyabanka,
leggur hann aftrat.
Línuskipareiðarin heldur, at
tað kanska gevur eina betri
heildarmynd av týdninginum,
sum Føroyabanki kann hava,
um vit samanbera toskanøgd
irnar á Bankanum við tað, sum
føroysk línuskip kunnu veiða
á Flemish Kap og undir Íslandi.
- Á Flemish Kap var før
oyska kvotan í 2018 umleið
2.500 tons, og í 2019 verður hon
ætlandi umleið 3.900 tons.
Føroyska toskakvotan undir
Íslandi hevur í nógv ár ligið
um 1.200 tons, men seinstu
árini er hon hækkað til umleið
1.800 tons.
Kristian Martin Petersen
heldur tað vera torført at
skilja,
at
føroysk
línuskip
skulu noyðast at sigla framvið
Føroyabanka og á havleiðirnar
hjá øðrum, tá Bankin kann
geva upp í 6.000 tons av toski
um árið.
- Í staðin fyri at sleppa at
fiska á Føroyabanka, noyðast
føroysk línuskip á fjarleiðirnar
við Flemish Kap, Grønland og
Ísland at fiska.
- Fiskimenn duga illa at
skila, at Føroyabanki framveg
is er stongdur, og at ikki ein
gang
royndarveiða
hevur
verið loyvd øll hesi ár. Eg ivist
ikki í, at nakrar línuroyndir á
Bankanum høvdu givið eina
sannari mynd av støðuni enn
tær fáu yvirlitstrolingarnar
hjá Havstovuni geva.
Kristian Martin Petersen
leggur tó dent á, at hetta skal
ikki skiljast soleiðis, at hann
ikki hevur virðing fyri tí
arbeiði, sum Havstovan ger.
- Men, eingin okkara í
vinnuni skilir, hví vit ikki gera
paralellar royndir, ið antin
staðfesta ella avsanna tað,
sum Havstovan sigur. Um
friðingarnar einki úrslit hava
við sær, er tíðin kanska komin
til, at vit tora at gera okkurt
annað, sigur línuskipareiðarin.
177 METRAR: Arbeiðið at byggja
Eysturoyartunnilin gekk sera væl í síðstu
viku, tá boraðir vórðu heilir 177 metrar
tilsamans. Av samlaðu tunnilslongdini
á 11.250 metrar, eru nú bert 2.999
metrar eftir at bora og spreingja.
Býráðshús fær virðislønir
Býráðshúsið, sum Osbjørn Jacobsen
Arkitektar hava sniðgivið, hevur enn
einaferð sett Føroyar á heimskortið
fyri sína serstøku byggilist
Vilmund Jacobsen
Nýggja býráðshúsið hjá Eyst
urkommunu hevur vunnið
enn eina virðisløn. Talan er
hesaferð um eina virðisløn í
Architecture MasterPrize í
greinini Institutional Archi
tecture, ið fevnir um stovns
byggilist.
Architecture MasterPrize
er ein árlig virðisløn, sum
verður
latin
til
serstaka
byggilist innan nógvar ym
iskar greinar. Talan er um
tríggjar
høvuðsbólkar
–
arkitektur snið, innandura
snið og landslags arkitektur
– og undir hesum eru tilsam
ans 42 bólkar.
- Virðislønir verða latnar
vøkrum og serstøkum byggi
verkætlanum
kring
allan
heimin, og í hesum føri hevur
býráðshúsið í Eysturkomm
unu, sum Osbjørn Jacobsen
Arkitektar
hava
sniðgivið, enn
einaferð
sett
Føroyar
á
heimskortið
fyri sína ser
støku
byggilist, vita
tey í Eysturkommunu at siga.
Lagt verður aftrat, at nakr
ar fáar virðislønir vórðu latn
ar í Norðurlondum aftrat bý
ráðshúsinum í Norðagøtu, og
millum hesar eru Copenhag
en International School í
Nordhavn,
Frederiksbjerg
skúli í Århus, Maersk Tower í
Keypmannahavn og Mylla
Hytte norðan fyri Oslo.
7 miljónir
til royndir
Vilmund Jacobsen
Fiskivinnuroyndir lýsa nú
eftir verkætlanum, og um
sóknarfreistin er 3. des
ember 2018 klokkan 12.
Væntandi verða umleið
sjey miljónir krónur útlut
aðar til verkætlanir í 2019.
Hetta er ein skipan hjá
Fiskimálaráðnum,
sum
stuðlar royndum og kann
ingum við týdningi fyri
fiskivinnuna, bæði prakt
iskar, vinnuligar og vís
indaligar.
Verkætlanir, sum stuðul
kann søkjast til, eru skip
aðar í trý høvuðsøki: 1)
Burðardyggur fiskiskapur,
2) Royndarveiða og virðis
øking av fiski og 3) Bú
skaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni
og førleikamenning í øll
um liðum.
Fyritøkur,
almennir
stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr
Fiskivinnuroyndum.
Heildarveiða av toski (rund vekt) á Føroyabanka árini 1965-2017.
Kelda: Havstovan