mánadagur 19. november 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134
Foreldrini mugu vera
sína ábyrgd vaksin
Hevur netið neiliga ávirkan á børnini, mugu foreldrini
tora at seta harðar treytir til børnini
Danjal av Rana
Tað er eitt stórt trýst á foreldur
í hesum nýggja internetheim
inum. Meðan børnini eru so
nevnd innfødd í talgilda heim
in, eru foreldrini tilflytarar, og
eins og tey innføddu duga
málið og at ferðast í hesum
fagra, nýggja heiminum, mugu
foreldrini hava hjálp. Kortini
eru tað foreldrini, sum eiga at
duga at seta mørkini fyri, hvat
tey ungu sleppa og mugu læra
tey, hvat er í lagi at gera og
ikki.
Mamman at 14 ára gomlu
gentuni, sum Sosialurin tosaði
við í mars í 2016 (sagt er frá um
málið í grein á síðu 5), hevði
greið ráð til onnur foreldur.
Tey mugu tora at taka avgerð
ir, ið kanska ikki altíð eru so
væl dámdar.
– Foreldur mugu tora at
taka avgerðir. Tað nyttar ikki
at vera ein vinur, tá slíkt hend
ir. Best er bara at taka hørðu
avgerðina um at sløkkja fyri
slíkum miðlum. At taka ræðið
á støðuni og siga, at tað eri eg,
sum eri tann vaksni. Eitt er so
heilt vist, tey fáa nøkur heilt
onnur børn, tá tey lukka miðl
arnar niður. Míni børn eru far
in at leggja størri dent á skúla
og familju, sigur hon.
– Harumframt er týdningar
mikið, at foreldrini leggja merki
til børnini. Spyr inn til teirra,
um tey broyta atburð, verða
lætt ill ella gerast óhøvisk.
Spyr hvat gongur fyri seg í lív
inum. Sum familja gera vit
eisini nógv saman. Eg veit, at
summi foreldur halda tað er
gott, at børninni halda seg á
kamarinum, tí so er friður,
men vita tey hvat gongur fyri
seg inni har, spyr hon.
Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi,
heldur eisini, at nógv foreldur
mugu taka ein størri leiklut og
taka størri ábyrgd á seg.
- Øll foreldur eru undir stór
um trýsti á hesum økinum,
eingin ivi um tað. Men tey
mugu tora at standa ímóti
trýstinum frá børnunum í
størri mun enn tey gera nú.
Tey fáa ofta at vita, at øll hini
børnini sleppa, men gloyma
ofta at spyrja, hvørji hini
børnini so eru. Ofta er talan
bara um nøkur heilt fá. Men so
hvørt sum fleiri geva eftir,
verður verri at standa ímóti
trýstinum, sigur hann.
SSP-ráðgevingin hevur tí
nøkur ráð til foreldur um
teirra online-ábyrgd:
1: Kenn loyniorðini hjá barni
tínum
Kemur barn títt í eina keðiliga
støðu, er tað skilagott, um tú
kennur loyniorðið til facebook,
msn, teldupost, instagram, snap
chat og aðrar sosialar miðlar.
Loyniorðið kanst tú geva polit
inum, um tað skuldi verið
neyðugt. Men minst til at virða
barnið og brúka tí bert loyni
orðið í neyðstøðu.
2: Hjálp við at verja privatlív
Hevur tú ikki skil á tínum priv
atinnstillingum, kann ein og
hvør síggja tínar myndir, dag
føringar og fylgja við í, hvar tú
ert. Hjálp tínum barni at
broyta privatinnstillingar so
leiðis, at bara góðir vinir síggja
myndir, dagføringar og annað,
og dyl altíð bústað, teldupost
og telefonnummar. Tað er eis
ini skilagott at gera avtalu um,
at børnini bara sleppa at ger
ast vinir við fólk, tey kenna
frammanundan. Ert tú í iva
um, hvussu tú broytir privat
innstillingar, kanst tú vitja
heimasíðuna www.dat.fo.
3: Ver ein fyrimynd
Minst til at vera ein góð fyri
mynd. Ikki bara heima við hús,
men eisini á facebook. Skriva
bert tað, tú kundi funnið uppá
at sagt í veruleikanum. Skriva
ikki niðursetandi viðmerking
ar um onnur. Deil ikki alt ov
privatar myndir. Hugsa etiskt
alla tíðina.
4: Vís áhuga
Hetta er tað týdningarmesta
ráðið. At vísa áhuga í, hvat
barn títt ger á netinum, kann
forða nógvum trupulleikum.
Tosa við barnið um, at tað,
tú ger á netinum, hevur eins
stórar avleiðingar sum tað, tú
gert í veruliga lívinum. Tosa
við barnið um etikk og tað at
taka ábyrgd fyri øllum sínum
gerningum. Fortel barninum
at stórt sæð alt, tú gert á netin
um, verður goymt og kann
brúkast ímóti tær.
VÆLUM
TÓKTIR
SOSIALIR
MIÐLAR
JODEL
Jodel
hevur
meir
ella
minni tikið plássið, sum
ask.fm
fyrr
hevði.
Her
kanst tú skriva fullkomi
liga dulnevnt um tað tú
ynskir, ella svara tí, sum
onnur skriva um. Her er
eingin profilur at viðlíka
halda, bara ein boðtalva.
Eingi skíggjanøvn verða
brúkt, so alt er altíð dul
nevnt. Á Jodel ber ikki til
at
samskifta
beinleiðis
millum
brúkarar.
Slíkt
samskifti gongur fyri tað
mesta fyri seg á Wickr, ein
boðtænasta lík Facebook
Messenger, men dulnevnt.
SNAPCHAT
Ein
serstakliga
vælum
tóktur app, sum flestu ung
í aldrinum 13-25 brúka. Við
Snapchat kanst tú senda
myndir ella sjónbrot við
teksti.
Myndin
verður
send til ein ella fleiri vinir.
Móttakarin
kann
bert
síggja myndina í eitt av
markað
tíðarskeið.
Her
kann ein brúkari vera dul
nevndur, og tí er umráð
andi at hugsa um, hvørjar
myndir, tú deilir.
INSTAGRAM
Ein vælumtókt app sum
verður
brúkt
at
deila
myndir við. Her kanst tú
fylgja fólkum úr øllum
heiminum, og øll kunnu
fylgja tær og tínum mynd
um. Instagram loyvir dul
nevndum brúkarum, men
tú kanst steingja tína síðu,
so tú sjálv kanst ráða yvir,
hvør sær tínar myndir.
FACEBOOK
Facebook tørvar neyvan
eina neyvari lýsing