Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Duga ikki at meta um avleiðingarnar Dreingirnir gera tað, tí tað er spennandi, genturnar tí tær eru smikraðar. Men hvørgin dugir at meta um avleiðingarnar av at senda nakinmyndir Danjal av Rana Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit síggja at menn lumpa ungar gentur at senda sær nakin­ mynd­ir og hetta verður heldur ikki seinastu ferð. Tí er tað so týdningarmikið at viðgera evnið við jøvnum millum­bil­um. - Hetta er tíbetur ikki nakað, sum florerar millum ung alla tíðina. Men tað stingur seg upp av og á. Eitt er at koma til botns í, hví menn gera slíkt. Óli Rubek­ sen, sum arbeiðir í SSP-ráð­gev­ ing­ini sigur, at ofta vísir tað seg, at menninir hava aðrar trupul­leikar at dragast við. - Hjá nøkrum er hetta ein háttur at fáa uppmerksemi, með­an aðrir halda tað vera spenn­andi og stuttligt, at fáa ungar gentur at senda slíkar myndir. Tað vísir seg, at dreing­ irnir sum oftast eru eldri enn genturnar, sigur hann. Ikki taka slíkar myndir Tummilfingurreglan hjá gent­ um og kvinnum eigur tó at vera hendan: Ikki at taka nak­ in­myndir av tær sjálvari og ikki at senda tær til nakran. - Hetta hevur verið so ofta frammi nú, at øll eiga nú at hava skilt, at ein eigur ikki at taka slíkar myndir. Avleiðing­ arnar kunnu gerast risastórar og óyvirkomiligar, sigur Óli Rubek­sen. Hann sigur, at royndirnar hjá SSP-samstarvinum vísa, at genturnar ofta eru undir 15 ára gamlar. - Tað er ikki tað, at tær eru óndar ella býttar ella útspekul­ er­aðar ella nakað tílíkt. Vit skulu minnast til, at seksual­it­ et­ur er ein partur av lívi okk­ ara, eisini hjá ungum gentum og dreingjum. Hann skal bara ikki útstillast á netinum. Trupul­leikin er, at tær duga ikki at meta um møguligu avleið­ingarnar av at senda slíkar myndir. Meðan kropp­ur­ in hjá teimum er byrjaður at blíva vaksin, so hevur menn­ ing­in av heilanum ikki fylgt heilt við enn, greiðir hann frá. Hjá gentunum er tað eisini ofta uppmerksemi, sum smikr­ ar og fær tær at toyggja síni mørk, heldur SSP-ráðgevin. - Onkrar gentur eru sár­bær­ ar og eru kanska lættari at lokka, nú tær fáa uppmerksemi frá einum dreingi. Brádliga er onkur, sum vísir teimum upp­ merksemi, sum smikrar tær og fær tær at toyggja síni mørk. Hjá onkrum snýr tað seg um at vísa dirvi. Torir tú at taka eina nakinmynd? Torir tú at senda hana? Men sum sagt, tað er torført at meta um avleið­ing­ ar­nar, sigur hann. Myndirnar kunnu ikki strikast Trupulleikin hjá hesum ungu er, at tá myndin fyrst er løgd út á netið, tá er hon farin. Tú hevur ikki ræði á henni longur ella hvar hon ferðast og tað er fullkomiliga ógjørligt at tryggja sær, at øll eintøk av myndini eru strikað. - Tú fært ikki slettað tað. Tú fært ikki tryggjað tær, at hann hevur slettað myndirnar. Tú veitst ikki, hvørjum øðrum, hann hevur sent myndirnar, sig­ur hann og vísir á ein annan vanda eisini: - Tað er heldur ikki ókent, at slíkar myndir verða nýttar sum hóttanir. Tá tú fyrst hev­ ur sent eina, verður tú biðin um at senda eina afturat. Ann­ ars senda vit myndirnar til mammu tína. Ella tú verður hótt at gera onnur ting, sigur Óli Rubeksen. Seinastu sjey árini hevur SSP havt foreldrafundir í øll­ um fjórðu flokkum í landinum hvørt ár. - Hetta er ein framløga, sum nertir við allar tær vanligastu avbjóðingarnar, sum foreldur møta í digitala og online-lív­in­ um hjá børnunum hjá sær. Eg kenni ongan skúla, sum ikki tek­ur evnið upp, sigur hann. Í framløguni verður nortið við bæði tað at kjatta við onnur, at kjatta við fremmand og at taka myndir og senda mynd av sær sjálvum og øðrum, greiðir Óli Rubeksen frá. Í sætta flokki er SSP aftur á vitjan í skúlanum og tosar tá aftur við næm­ing­ arnar um etikk á netinum. Tá slíkar sakir koma fram, verður SSP eisini vanliga boð­ sent. - Tað fyrsta, sum vit gera, er at fáa fatur í teimum, sum tað snýr seg um, ikki minst for­ eldr­unum. Ofta er jú talan um eitt politimál, og tá gerast for­ eldrini nátúrliga ein partur av tí heila, sigur hann. Er klikkað at senda slíkt víðari Hann greiðir frá, at um SSP fær fráboðan um, at myndir verða deildar á skúlanum, verð­ur ofta roynt at fara mið­ víst eftir teimum, sum deila mynd­irnar. - Vita vit til dømis í hvørjum flokkum, myndirnar verða deild­ar, so fara vit inn í teir flokkarnar og greiða teimum frá støðuni. Tá hava vit eisini ofta løgregluna við okkum, sum er ein týdningarmikil við­ leik­ari í okkara fyribyggjandi ar­beiði, sigur hann. Óli Rubeksen minnir tó á, at tað er ikki forboðið at taka eina mynd. - Tað er heldur ikki forboðið at senda hana til nakran ann­ an. Tað er bara klikkað, tí ein veit ikki, hvørjar avleið­ing­ar­n­ ar kunnu vera. Vit kunnu øll gera okkurt býtt Tað er heldur ikki forboðið at fáa eina mynd sendandi. Men tað er forboðið at senda hana víðari. - Hetta skulu vit eisini læra okkara ungu, hetta skulu tey duga. Man sendir ikki tilfar til ein triðja persón. Tá er tað alvor­ligt, tá er talan um eitt lóg­ar­brot, sigur hann. Óli Rubeksen sigur, at hetta er sjálvandi eitt evnið, sum er afturvendandi í øllum heim­in­ um. - Aðrastaðni síggja vit, at ung siga, at tey leggja einki í tað, um slíkar myndir verða deild­ar og koma fram alment. Spurn­ingurin er, um tey siga tað sama um nøkur ár. Aftur har – tað er torført at meta um lang­tíðaravleiðingarnar, sigur hann. - Vit skulu minnast til, at ung fólk gera býtt ting av og á. Júst í hesum førinum kann tað bara blíva so álvarsamt, og hetta býtta kann fylgja teim­ um í áravís. Vit mugu royna at greiða teimum frá vandanum og siga við tey, at jú færri býtt ting tey gera, jú minni er vand­ in fyri at tað verður sent um all­an heimin.