Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge, Olympic Stadium Baku, Aserbadjan Føroysku spælarar fáa eitt sindur av einum umgangi í spælara­metingunum hesaferð. Føroyska liðið megnaði als ikki at spæla upp til sítt besta í fyrra hávleiki, sum eisini kostar allan dystin. Hóast liðið kemur væl frá seinna hálvleiki, so kemst ikki undan, at Aserbadjan tá hevði úrslitið, ið teir skuldu brúka. Fyrsta treytin fyri at eitt før­ oyska landsliðið kann fáa eitt úrslit er, at vit spæla upp ímóti okkara besta. Í fyrra hálv­leiki í Baku blivu vit buk­aðir av. Ikki tí mótstøðan var á óvanliga høgum stigi, ella tí vertirnir svumu í stórum mál­møgu­leik­ um, men tí okkara vóru kanska so vánaligir á bóltinum sum ongantíð fyrr. Tað nyttar lítið at spæla væl í seinna hálvleiki, tá dyst­urin verður seldur í fyrra hálv­leiki. Tað merkir eisini spælara­ metingarnar, men rætt skal verða rætt – leikliga reistu vit okkum í seinna hálvleiki. Gunnar Nielsen 3 Hevur ikki so nógv ar gera, men kemur eitt sindur skeivt út til eitt innlegg tíðliga í dystinum. Mest umtalaða støðan er 2-0 málið, har Gunnar helst skal fáa hondina á langskotið. Hann sigur sjálvur, at bólturin ferð­ ast óregluliga, men helst eitt mál, sum havnarmaðurin má taka á seg. Atli Gregersen 3 Er væl innpakkur í miðverjuni í fyrra hálvleiki, har hann ikki kemur í so nógvar avbjóðandi støð­ur. Er eins og hinir veikari enn vanligt á bóltinum. Spælir ein fínan seinna hálvleik, har tað bara er tann eina feil­av­ lever­ingini, ið telur niður. Verður revsaður saman við liðnum fyri liðavrikið í fyrra hálvleiki. Odmar Færø 3 Stóð ikki eins stinnur í verju­ støðu, sum hann plagar, men vann fleiri bóltar. Var eisini veikur á bóltinum í fyrra hálv­leiki, men vardi væl, tá liðið bleiv yvirspælt í vinstru. Spældi annars frálíka væl á miðjuni í seinna hálvleiki, men verður kollektivt revsaður fyri fyrra hálvleik. Sonni R. Nattestad 3 Er ordiliga góður, tá hann rakar væl, men verður eisini revs­aður, tá hann ikki rakar bólt­in ella time’ingin situr. Ger nøkur óneyðug fríspørk, hevur onkra vánaliga avlevering og er óheppin og ger sjálvmál. Spælir tó væl í seinna hálvleiki, men verður kollektiv revsaður fyri avrikið í fyrra hávleiki. Gilli Rólantsson 3 Gilli er ein høgri bakkur. Punkt­ um. Hann hevur sínar nógv bestu dystir á landsliðnum sum høgri bakkur. Upp til fleiri ferðir rennur hann áleyparar hjá Aserbadjan upp, tá teir hava kós móti málinum. Hesa ferð verður hann sum restin revsaður fyri fyrra hálvleik. Viljormur Davidsen 2 Hevði kanska sín vánaligasta dyst í landsliðstíðini leygar­ dagin. Tað gekk illa á næstan øllum frontum, har tað hvørki eydnaðist at fáa bóltin innfyri, ella at spæla seg úr vanligum støðum. Bleiv eisini yvirspælur upp til fleiri ferðir. Fekk ikki møgu­leikan at reisa seg í seinna hálvleiki. Tí fær hann lægri meting enn hinir Rógvi Baldvinsson 3 Stóð eisini veikur í myndini í fyrra hálvleiki, har hann at kalla slett ikki var ein partur av dystinum. Riggaði væl á mið­vøllnum móti Kosovo í somu spælskipan, men leygar­ dagin megnaði hann ikki at órógva spælið hjá bólttryggu aserbadjarunum. Kom betri frá uppgávuni á vinstra bakki í seinna hálvleiki. Hallur Hansson 3 Vánaligasti hálvleikurin í longri tíð hjá AC Horsens mið­ vallaranum. Longu fyrstu minuttirnar misti hann bóltin ov lætt, og endaði við at renna aftaná restina av fyrra hálv­ leiki. Spældi annars væl í seinna hálvleiki, har hann kom til sín rætt í press-spælinum, men kundi havt sloppið sær betri av við bóltin í onkrum støð­um. Sølvi Vatnhamar 3 Fann seg ikki til rættis á fram­ rættaða miðvøllinum í 3-4- 3/5-4-1 spælskipanini. Eins og restin av liðnum, so var talan um eitt minni gott avrik. Kemur til sín rætt í seinna hálvleiki, men er ikki nóg avgjørdur í avgerandi løtunum, sum tá hann skal legga av til innlegg. Brandur Hendriksson 3 Fær at kalla einki burturúr í fyrra hálvleiki, har hann ikki sleppur framat bóltinum. Blómar, tá hann í seinna hálv­ leiki kemur inn á miðjuna at spæla bólt. Vit fáa bara tað eina horna­sparkið, men tað endar í høvdinum á fyrsta manni­num. Spældi eisini við trupul­leika í stórutá. Klæmint A. Olsen 3 Tað er næstan órættvíst, at geva Klæminti ein lága meting, tí hann fær akkurát einki at arbeiða við sum áleypari. Hann arbeið­ur sum altíð hart, men dygdirnar liggja í feltinum hjá mót­støðuliðnum og har komu vit ongantíð. Kaj Leo í Bartalsstovu 7 Kemur inn til seinna hálvleik og spælir avbera væl. Hevur eina vánaliga røring at byrja við, men restina av hálv­ leiki­num heldur hann fast í bóltinum og sleppur sær skila­ gott av við hann. Hetta skal ikki skiljast sum, at Kaj Leo var nógv betri enn hinir í seinna hálvleik, men hann verður bara ikki kollektivt revsaður fyri fyrra hálvleik. Jákup Thomsen 7 Kemur inn stutt inn í seinna hálv­leik, tá føroyska liðið hevur fingið fatur á rætta enda­ num. Hann skapar ein góðan mál­møguleika, vinnur okkum Spælarametingar: BUKAÐIR Í BAKU FÓTBÓLTUR Føroyska liðið var ongantíð nær við at vinnan dystin í Aserbadjan, tí eftir ein hálvan tíma var 2-0 til heimaliðið, meðan okkara sjáldan kláraður tvær samanhangandi avleveringar. Spælararmetingar eru nógv ávirkaðar av fyrra hálvleiki, tí góða spælið í seinna hálvleiki er til fánýtis Spælara­metingar eru frá 1 til 10, har 10 er tað besta