mánadagur 19. november 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
BOGASKJÓTING
Kapping
hevur
verið
um
vikuskiftið í hølunum hjá
Ørvi í Runavík. Leygardagin
kappaðust
seks
ungdóms
skjúttar – tríggir í recurve og
tríggir í compound – á 12 metra
fjarstøðu,
og
sunnudagin
kappaðust 10 vaksin – fimm í
recurve og fimm í compound –
á 18 metra fjarstøðu. Finaluna
hjá teimum ungu í recurve
vann Tóra Dinna Reynskor 6-0
á Rebekku L. Olsen, og ung
dómsfinaluna
í
compound
vann Hans Jákup Højgaard 142-
140 á Aleksanduri Leitisstein,
sum í innleiðandi kappingini
javnaði føroyska metið við heili
574 stigum.
Í recurve hjá vaksnum vann
Jógvan Petersen 6-0 á Hjalmari
Suna Juul, og í compound-
finaluni vann Jóannes Poulsen
144-141 á Nikkeli Petersen.
Næsta
kapping
verður
í
hølunum hjá Tambar í Havn
vikuskiftði 1. og 2. desember.
FLOGBÓLTUR
Tveir dystir hava verið í
meistaradeildini hjá monnum
hetta vikuskiftið. Leygardagin
var tað toppur ímóti botni, tá
ið ósigraða oddaliðið, Mjølnir,
var á vitjan á Kambsdali hjá
botnliðnum, ÍF. Tað gjørdist
til ein greiðan 3-0-sigur til
favorittarnar úr Klaksvík, sum
vunnu við settúrslitunum 25-
14, 25-18, 25-17. Í gjár dystaðust
so
tey
bæði
liðini,
sum
stríðast um at sleppa við í FM-
finalurnar, nevniliga Fleyr og
SÍ. Dysturin var í Havn, og tað
var heimaliðið, Fleyr, sum vann
greitt 3-0 við settúrslitunum 25-
21, 25-13, 25-23. 3-0-sigur gevur
trý stig, og tað merkir, at Fleyr
hálar seg næstan heilt inn á SÍ,
sum undan dystinum var fýra
stig frammanfyri Fleyr. Nú er
munurin tódnaður niður í eitt
stig.
Tveir dystir hava somuleiðis
verið í meistaradeildini hjá
kvinnum hetta vikuskiftið.
Báðir tveir vóru sera tættir.
Leygardagin spældu Mjølnir og
Fleyr í Klaksvík, og har fór Fleyr
suður aftur til høvuðsstaðin
við einum 3-1-sigri umvegis
settúrslitini 22-25, 29-27, 25-
20, 26-24. Í gjár var dystur í
Sørvági ímillum SÍ og KÍF, sum
bæði kappast um at hanga í
oddinum. KÍF var á odda 2-0
í settum og á sigurskós, men
tá ressaðist sørvágskvinnur
við og javnaðu til 2-2 í settum.
Í avgerandi settinum var SÍ
eisini omaná og fullførdi eitt
comeback í 3-2-sigrinum, har
settúrslitini vóru 12-25, 23-25,
25-20, 25-12, 15-12.
HONDBÓLTUR
Tað var ikki ein góð vika hjá
Bjerringbro-Silkeborg í síðstu
viku. Hóskvøldið spældu teir
30-30-javnleik
á
heimavølli
ímóti SønderjyskE í donsku
deildini, og í gjár taptu teir
óvæntað 29-30 á heimavølli
fyri slovakiska Tatran Presov.
Jóhan á Plógv Hansen gjørdi
annars sítt og var ein av fýra
toppskjúttum hjá Bjerringbro-
Silkeborg við sjey málum.
Hann hevur verið einsamallur
toppskjútti í allari kappingini
nærum alt kappingarárið, men
hann er nú yvirhálaður av
Alex Dujshebaev (Vive Kielce)
og Nico Ronnberg (Riihimaen
Cocks). Teir hava skotið 55 mál,
meðan Jóhan hevur skotið
54 mál. Tapið hjá Bjerringbro-
Silkeborg hevur við sær, at teir
missa einsamalla oddasessin
í bólki C, har teir nú deila
oddasessin við Sporting CP
og Tatran Presov. Øll liðini
hava 12 stig. Nú bíða tveir sera
týdningarmiklir dystir ímóti
HC Metalurg og Sporting CP.
Teir dystirnir vera ávikavist 24.
november og 2. desember.
Turið Arge Samuelsen og
tær úr Haukum fingu ein
avsmurning, tá ið tær leygar
dagin høvdu vitjan av oddalið
num í bestu íslendsku deildini,
Vali. Úrslitið gjørdist 30-16
til Val, sum var á odda 15-7 í
hálvleikssteðginum. Turið Arge
Samuelsen skeyt tvey mál fyri
Haukar, sum er nummar fýra í
Olís Deildini, sum besta deildin
í Íslandi eitur. Tað eru trý stig
upp til oddaliðini, Val og ÍBV.
TALV
25 ára gamli Rógvi Egilstoft
Nielsen úr Sandavágs Talvfelag
tryggjaði sær í gjár annan IM-
normin í altjóða talvkappingini
Runavík Open, sum endaði
í Løkshøll í gjár. Javnleikur í
seinasta umfari í gjár móti russ
iska stórmeistaranum Aleksandr
Karpatchev var eitt minstakrav,
skuldi málið røkkast, og tað
eydnaðist við bit og slit. Tap
tóktist vera í hendi hjá vága
manninum, men kringur fløkti
hann støðuna so væl, at russiski
stórmeistarin misti tráðin, so
at talvið kortini endaði javnt.
Hetta er annar IM-normurin
hjá Rógva. Tann fyrra fekk hann
í EM-kappingini fyri landslið
í fjør. Tríggir normar krevjast
til almenna IM-heitið. Annað
krav er 2400 í rating. Rógvi
gongur sløk tretivu stig fram
upp í nærum 2370 eftir úrslitið
í hesari kappingini, so IM-heitið
nærkast í hvørjum. Rógvi fekk í
alt seks av níggju stigum og fekk
eitt flott triðja pláss í kappingini.
Hann legði millum annað seks
stórmeistarar afturum seg.
Yngri bróðirin, 21 ára gamli
Høgni
Egilstoft
Nielsen,
hevur
tveir
IM-normar
í
skjáttuni
umframt
kravda
2400-styrkitalið. Hjá honum
var ein sigur í gjár móti hvíta
russiska stórmeistarnum Niki
ta Maiorov eitt krav, skuldi
hann røkka sínum triðja og
síðsta IM-normi - og sjálvum
IM-heitinum. Útlitini mun
du ikki vera tey bestu við
svarta fólkinum móti sterka
mótstøðumanninum,
sum
hevur styrkitalið 2510, og sum
vann kappingina í Runavík í
fjør. Høgni var kortini mentur
at vinna sær materiellan fyri
mun og stríddist av øllum alvi
at vinna. Við neyvum verju
spæli bjargaði sterki mótstøðu
maðurin sær einum javnleiki.
Høgni fekk 5½ stig og endaði
nummar 8 í røðini. Hann gong
ur fimm ratingstig fram.
Rógvi Egilstoft Nielsen fekk annan IM-
normin í Runavík Open, har russiskur
telvari fór við sigrinum. Í flogbólti hava
fleiri dystir verið, og í bogaskjóting
varð føroyskt met sett leygardagin
Russiskur
vinnari í
Runavík
Runavík Open 2018
Nr
Navn
Land
Rating
Stig
1
GM Vasily Papin
Russland
2483
7
2
GM Oleg Korneev
Spania
2551
6,5
3
FM Rógvi Egilstoft Nielsen
Føroyar
2339
6
4
GM Vadim Malakhatko
Belgia
2545
6
5
GM Aleksandr Karpatchev
Russland
2416
6
6
GM Vitaliy Bernadskiy
Ukreina
2544
5,5
7
GM Nikita Maiorov
Hvítarussland
2510
5,5
8
FM Høgni Egilstoft Nielsen
Føroyar
2400
5,5
9
GM Normunds Miezis
Lettland
2477
5,5
10
Jonathan Pinheiro
Svøríki
1789
5,5
Flogbóltur, meistaradeildin kvinnur
Nr.
Lið
Dystir
Stig
1
Fleyr
4
12
2
SÍ
4
10
3
KÍF
4
6
4
TB
4
6
5
Mjølnir
4
3
6
Dráttur
5
1
Flogbóltur, meistaradeildin menn
Nr.
Lið
Dystir
Stig
1
Mjølnir
5
15
2
SÍ
5
8
3
Fleyr
5
7
4
ÍF
5
0
Vasily Papin vann Runavík Open