mánadagur 19. november 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eg gleði
meg
mest
at eta
Elisabet Vang er úr Hoyvík og
luttekur javnan í kappingum sum
eru líkar Burn Showdown
Sólvá Lindenskov Róadóttir
Um vikuskiftii luttók Elisabet
Vang í Bikini Fitness kapping
unum. Hetta valdi hon at gera,
tí at hon sá tað sum nakað
áhugavert at royna at kappast
í Føroyum.
– Tað sum var so stuttligt,
var stuðulin eg fekk gjøgnum
alla kappingina, hann var ov
urstórur. Tað gjørdist ótrúliga
rørandi at merkja, hvussu
nógv ynsktu tað besta fyri
meg, sigur Elisabet Vang. Eg
hevði ongantíð ímyndað mær,
at eg fór at hoyra so nógv rópa
á meg í senn, og so megnaði eg
eisini at vinna trý gull heiðurs
merkir, sum bara gjørdi hetta
til eitt enn serligari upplivilsi,
greiðir hon frá.
Elisabet Vang venur vanligt,
so tað er torført at siga júst
hvussu leingi hon hevur vant
fyri at gerast klár til Burn
Showdown. Í september luttók
Elisabet Vang í kapping uttan
lands, so tá Burn Showdown
nærkaðist var hon sum so klár
til tiltakið tí hon hevði longu
luttikið ein stuttan mánað
áðrenn á líknandi kapping.
– Eg eri ótrúliga nøgd við
míni úrslit, tað er altíð pláss til
at gerast betur, men eg eri
nøgd. Eg arbeiði tó móti størri
vinningi, so eg fari at royna at
venja fram móti at vinna
»Overall« næstu ferð, sigur
Elisabet Vang.
– Beint nú gleði eg meg at
brúka tíð saman við familjuni
og vinfólki, tá eg venji fer so
nógv tíð við tí. Eg gleði meg
eisini at sleppa at eta allan mat
aftur. Eg havi verið á strangari
kostætlan soleiðis at feittpro
sentið í kroppinum er nóg lágt.
– Tað er stravið, men tað er
umráðandi at kroppurin fær
alt tað, honum tørvar sam
stundis,
sum
feittprosentið
ikki verður ov høgt, sigur Elisa
bet Vang.
– Tað gongur út uppá at
geva kroppinum eina ávísa
mongd av proteinum, feitt og
kulhydratum. Tað varð gjørt
við at eta ymiskt, sum t. d. kyll
ing, rís og grønsakir tvær
ferðir um dagin og annars mat
sum skyr, wheyprotein og
frukt. Eisini eti eg vitaminir
hvønn dag og inntaki eina
ávísa mongd av vætu, greiðir
Elisabet Vang frá.
Bikini Fitness: