mánadagur 19. november 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134
TÍÐINDI
Bjarni Nielsen:
Nú taki eg tað ein mánað í senn
– Eg eri eitt sindur
skuffaður. Hatta
gekk ikki væl. Eg
havi onga umbering
fyri, at tað ikki skuldi
ganga betur. Eg
eri væl fyri, og eri
trenaður til hetta.
Tað var nokk ikki
mín dagur í dag,
sigur Bjarni Nielsen
Sólvá Lindenskov Róadóttir
Bjarni Nielsen var ein av fyri
skiparunum til tiltakið Burn
Showdown samstundis sum
hann luttók í kappingum bæði
fríggjadagin og leygardagin. Í
næstum skal Bjarni Nielsen
vera pápi, og spurdur um lut
tøku næsta ár sigur hann, at
hann heldur vil taka dagarnir
sum teir koma, ein mánað í
senn.
– Eg skal í øllum førum hava
eitt hálvt ár pausu nú. Daman
hjá mær er við barn, so eg vil
taka tað ein mánað í senn,
greiðir
ein
stoltur
Bjarni
Nielsen frá.
– Eg havi verið við til Burn
Showdown í fýra ár nú. Kapp
ingin er harðari enn Føroya
Sterkasti Maður, men eg kundi
væl gjørt tað betur sigur hann.
Miðskeiðis
í
kappingini
hendi tað, at stongin til »dead
lift« boygnaði undan 400 kg
tungu vektini, og avgerð bleiv
tí tikin um at strika ta kapp
ingina av listanum. Hetta var
óheppið fyri Bjarna Nielsen, tí
hann metti at her kláraði hann
seg best.
– Eg kom langt í »deadlift«
kappingini, men stigini vóru
strikað, tí vektin bleiv ov tung,
men man kann so siga, at
menn eru sterkir, sigur Bjarni
Nielsen flennandi.
– Eg eri ikki heilt nøgdur við
úrslitini.
Eg
endaði
sum
nummar fýra, men eg lá ikki so
langt vekk í stigum frá numm
ar 2 og 3. Eingin hevði kunna
rørt Laurence í dag, hann klár
aði seg framúr væl, tað skal
hann eiga, sigur Bjarni Nielsen.