mánadagur 19. november 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MERKIDAGAR/TILTØK
ARMGARÐ OG LAURENCE
VUNNU BURN
SHOWDOWN 2018
Burn Showdown
var um vikuskiftið,
og hýrurin á
bæði luttakarum
og áskoðarum
var í hásæti
Sólvá Lindenskov Róadóttir
Luttakararnir høvdu arbeitt
fram móti tiltakinum í fleiri
vikur, og summi í mánaðir og
ár, og tað sást aftur á flottu av
rikunum, sum allir luttakarir
nir megnaðu at vísa fram
gjøgnum báðar dagarnar, ið
Burn Showdown var.
Tað eru bæði útlendingar og
føroyingar, ið luttaka á Burn
Showdown.
Fleiri
ferðast
langa leið fyri at vera við í slík
ari kapping, og vóru nakrir lut
takarar komnir heilt úr eitt nú
Amerika og Saudi Arabia fyri
at luttaka á Burn Showdown
2018.
Burn
Showdown
byrjaði
fríggjakvøldið við Strongwom
an, Strongman og MMA kapp
ingunum, og var áskoðara
fjøldin longu í framúr góðum
hýri frá fyrstu kappingini av.
Serliga var tað, tá ið føroyingar
skuldu kappast, at áskoðarar
nir vóru klárir at rópa og eggja
luttakaranum til at gera sítt
besta.
Strongwoman 2018
Fyrsta
kappingin
á
Burn
Showdown 2018 var Strong
woman kappingin, tað vóru
tríggjar kvinnur, ið kappaðust
um
heiðurin
sum
ársins
Strongwoman á Burn Show
down. Tvær føroyskar og ein
donsk kappaðust móti hvørjari
aðrari, og gjørdist kappingin
ótrúliga
jøvn
allan
vegin
ígjøgnum. Hetta hevði við sær,
at áskoðararnar gjørdust ógvu
liga spentir og vildu stuðla
luttakaranum enn meira við
eggjan og fagnaðarrópi.
Tað vóru Armgarð á Regni
(FO), Jóna Nicolajsen (FO) og
Christine Conradsen (DK), ið
kappaðust um Strongwoman
heitið á Burn Showdown 2018.
Føroyska Armgarð á Regni
bleiv tann, ið fór heim við heit
inum sum ársins Strongwom
an. Armgarð á Regni hevur áð
ur vant í tvey ár í Burn Klassik
og fann tá útav, at hon serliga
væl dámar at lyfta deadlift.
Armgarð á Regni gjørdi fyrstu
ferð av at luttaka á Burn Show
down í 2017, og gjørdist tá
nummar tvey og vildi tískil
verða við aftur í ár fyri at ger
ast nummar eitt.
Armgarð á Regni megnaði í
ár at seta eitt persónligt met
afturat við at vinna heitið, í
Strongwoman kappingini.
- Eg eri ordiliga væl nøgd við
úrslitið. Eg havi vant í tvey ár,
so eg havi gjørt stórt framstig
hesi tvey árini. Eg megnaði eis
ini at seta persónligt met í ár,
so eg eri ótrúliga væl nøgd.
Mítt met er 167,5 kg í deadlift,
sigur Armgarð á Regni. Kapp
ingin í ár var øðiliga hørð, Jóna
hevur gjørt ótrúliga stór fram
stig. Hon var pent sagt berg
takandi í kvøld, so hesin heið
urin er ikki nakað, man er
komin sovandi fram til, kann
man siga.
- Vit høvdu ikki møtt Christ
ine Conradsen fyrr, so tað var
eitt sindur ræðandi, tá hon
legði út við at lyfta »loglift« 22
ferðir upp um høvd. Eg lyfti 14
ferðir sjálv og helt at tað var
nógv, greiðir Armgarð á Regni
frá. Tað var tann fyrsta kapp
ingin, so tankar mínir vóru
beinavegin, at »hetta klári eg
ikki«, men eg veit ikki, nú
standa vit so her.
- Eg fari at halda fram við at
venja. Dreymur mín er at lyfta
180 kg í deadlift. Kanska eg
verði við aftur í næsta ár, hvør
veit. Eg gevist ikki at venja,
fyrr enn eg klári 180 kg í dead
lift, tað er mítt næsta mál, sig
ur Armgarð á Regni.
Strongman 2018
Strongman kappingin var ein
av kappingunum, sum drógu
fólk til tiltakið, ið var fríggja
kvøldið, tað vóru stórir út
lendskir menn og so føroyski
Bjarni Nielsen, ið er Føroya
sterkast maður, sum luttóku í
kappingunum til Strongman
2018.
Mennirnir vóru so stórir, at
tá danin Marc Skovsbøg, ið var
vertur til IFBB kappingarnar
leygardagin, koyrdi Strong
man luttakararnar heim í gjár
segði, hann at bilurin skrant
aði, tí teir vóru so tungir.
Fríggjakvøldið hevði Bjarni
Nielsen ætlanir um at vinna
heitið sum Strongman, men so
var ikki, tí tað gjørdist heldur
bretski Laurence Shahlei, ið
fór heim við sigrinum. Laur
ence Shahlei er úr Swindon, ið
liggur stutt uttan fyri London
í Onglandi. Laurence Shahlei
hevur vant til Strongman og
líknandi kappingar í meira enn
12 ár.
– Hetta er fimtu ferð, at eg
luttaki á Burn Showdown. Í
fjør mátti eg melda meg úr í
einum av teimum fyrstu rund
unum av tí, at eg fekk skaða.
Men í ár gekk munandi betur,
sigur Laurence Shahlei flenn
andi.
– Eg havi vunnið Burn
Showdown fyrr. Seinast eg
vann var fyri tveimum árum
síðan, so at koma aftur í ár og
vinna enn einaferð eri eg bara
heilt glaður fyri.
Kappingarnar til Strong
man í ár løgdu ógvuliga nógv
an dent á handastyrki og fingu
fleiri
av
luttakarunum
til
skaða gjøgnum kappingina og
megnaðu av tí sama ikki at
vinna heitið sum Strongman.
Eitt nú hendi tað, at »deadlift«
stongin boygnaði, tá ein av lut
takarunum skuldi lyfta hana,
og tískil máttu luttakararnar
bíða,
meðan
stongin
bleiv
skift.
– Tá man er í einari slíkari
kapping, er tað serliga óheppið,
um slíkt kemur fyri, at stongin
boygnaði. Helst tá vit máttu
bíða eina løtu millum kapping
arnar. Man hevur ein hugburð,
meðan man luttekur, og at
bíða kann faktist blíva stravið.
– Men sum Kevin Cee segði,
so var tað gott at teir tóku sær
tíð at rætta upp á tað, tí trygdin
skal verða í hásæti til slík til
tøk. Tað endaði so við at kapp
ingin mátti strikast, so vit
kundu kappast víðari, greiðir
Laurence Shahlei frá.
– Kappingarnar í ár løgdu
stóran dent á handastyrki, tað
var eitt pluss fyri meg tí tað er
mín sterka síða, men tíanverri
fingu fleiri menn til skaða, har
lógvin skræðnaði. Tað var mín
dagur í dag, vit kunna allar
helst vinna á hvørjum øðrum í
fleiri førum, men tað var mín
dagur í dag, sigur Laurence
Shahlei.
– Eg eri nøgdur við mítt
úrslit í dag, kappingarnar eru
ongantíð tær somu til slík til
tøk so eg var heppin í dag. Eg
havi meira álit á mær sjálvum,
eg føli at eg eri bara blívin bet
ur ár eftir ár, og at hava hetta
áliti er bara gott fyri meg, sigur
hann.