Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 -Sjúrður Hildarson Hoydal Stigatalvan í kvinnukappingini hevur verið fyri stórum broyt­ ingum seinastu vikuna. Eftir at H71 gjørdi slætt borð fyrstu fimm dystirnar, hava ungu hoyvíksgenturnar nú verið fyri tveimum ósigrum. Fyrst tapti liðið ímóti Neistanum mikukvøldið, og søgan endur­ tók seg móti Kyndli sunnu­ dagin. Tað var eisini stórur spenn­ ingur um hvussu H71 fór at bera seg at, nú tær vóru fyri sínum fyrsti ósigri fyrr í vikuni. Tað tóktist tó sum H71 hevði gott tamarhald á dystinum fyrstu løtuna. Álopsspælið var fjølbroytt og væl skipað, og hetta førdi til at H71 hevði hug at vera eini tvey mál á odda móti einum kyndilsliðið, ið ikki hevur víst seg frá síni bestu síðu higartil hetta kappingarárið. Men kyndilskvinnur tykjast at gerast frægari í hvørjum. Tað hevur klætt liðnum at fingið Marionnu Eystberg inn á liðið aftur, eftir at hon hevur verið burturstødd, og bæði í verju og álopið hevur liðið munandi meira breidd enn við kappingarbyrjan. Jovana hevur lyft Kyndil Og so er tað málverjin. Serbiska Jovana Stranjanac kom til Føroya fyri einum góðum mán­ aða síðani, og tað er ikki av tilvild at verjuspælið hjá Kyndli er batnað hetta tíðarskeiðið. Málverjin, ið ikki hevði spælt uttanfyri Serbia áður, stendur møguliga sum hin fremsti í einari deild, har fýra tey fremstu liðini yvirhøvur hava sera góðar málverjar. Tað hevur H71 eisini í teimum ungu Vár Thomsen og Anniku Petersen, har tað er hin seinna, ið stóð sterkast í myndini sunnudagin. Eftir at Kyndil kom á odda stutt fyri hálvleik, økti tær grønu úr Havn upp í seks mál á muni. Ein sannur málverjudystur H71 fekk fatur aftur og fór so við og við at minka um munin. Nú fór Annika Petersen at taka nógv í málinum og Kyndil fekk truplari við at skjóta mál. Men hinumegin syrgdi Jovana Stranjanac fyri at H71 ongantíð kom upp á javnt, hóast tað var nær við. Tá ið einir sjey minuttir vóru eftir at leika, var støðan 20-17 til Kyndil. Kyndil skjeyt ikki fleiri mál henda dagin, men tá ið Jovana Stranjanac millum annað framdi sína fimtu brotskastsbjarging og eisini pilkaði eitt frítt vongskot í seinastu løtu, var ógjørligt hjá H71 at fáa stig. Dysturin endaði 20-19 til Kyndil, og sum sæst á stigatalvuni, so er ikki longur so langt upp á tey stuttligu plássini í deildini. Mannfólkini dugdu ikki at skjóta mál Sum heild kunnu kvinnudystir oftari vera málfátækir í mun til mansdystir, men hetta sást ikki aftur sunnudagin í dystinum millum H71 og Kyndil. Fyrsta løtan gav tó ongar ábendingar um ein málfátækan dyst, tí hoyvíkingar spældu skjótt og væl og komu mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki á odda 10-5. Men so steðgaði alt brádliga upp. Tá ið komið var til hálv­ leiks var leiðslan tódnað niður í eittans mál. 11-10. Kyndil legði seg eisini á odda tíðliga í seinna hálvleiki og við støðuni 13-15 til Kyndils, bendi nógv á at bæði stigini vóru á veg til havnar. Men nú steðgaði eisini upp hjá Kyndli. Hetta hevði eina orsøk, og hon skuldi finnast í hoy­víks­ málinum. Finaluhetjan fekk møguleikan H71 fekk í ár tilgongd av unga málverjanum Hørði Trygva­ syni, ið hevur verið í Týsklandi og vant seinastu árini. Ungi málverjin tykist at verða valdur fyrst í flest øllum dystum, hóast hetjan frá FM- finalunum í fjør, Ári Dam, framvegis er í hópinum. Men við støðuni 13-15 til Kyndils slapp Ári Dam at royna um hann kundi venda dystargongdini, og hesum møguleikanum tók hann sanniliga av. Tíverri fyri roynda mál­ verj­an, so gagnnýtti H71 ikki at Ári Dam læsti málið í langa løtu. Hetta førdi við sær eitt margháttligt tíðarskeið í dystinum, har einki mál var skotið í 13 minuttir. Tá eydn­ aðist tað at enda H71 at minka um munin við einum skjót­ álopi. Nú koppaði dysturin til fyri­muns fyri H71 aftur, hóast Tórður S. Guttesen kyndils­ málinum helt teimum grønu inni í dystinum. Men endin var at H71 fekk lagt seg á odda 18-16 stutt fyri leiklok, og so bilti tað teim­um ikki at Kyndil minkaði til endaliga úrslitið 18-17 í evstu løtu. Bæði kvinnu- og mansdysturin millum H71 og Kyndil vórðu avgjørdir eftir framúr málverjuavrik. Jovana Stranjanac og Ári Dam stóðu eftir sum sigursharrar fyri ávikavist Kyndil og H71 SMS-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 7 196 153 43 11 2 Neistin 8 189 170 19 11 3 H71 7 188 168 20 10 4 Kyndil 7 155 179 -24 6 5 Stjørnan 7 161 165 -4 5 6 StÍF 8 149 203 -54 1 Okkara-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 8 226 189 37 13 2 Kyndil 9 220 190 30 10 3 Neistin 7 172 154 18 10 4 H71 7 161 157 4 8 5 StÍF 7 153 179 -26 6 6 KÍF 8 183 187 -4 5 7 Team Klaksvík 8 177 236 -59 2 H71-Kyndil 19-20 (10-11) H71: Maria Weyhe 5, Eva Barba Arge 5, Marita Mortensen 4, Durita T. Joensen 2, Anna á Steig 2, Katrin G. Højsted 1 Kyndil: Bára K. Hansen 7, Marianna Eystberg 6, Ásleyg Súnadóttir 2, Bjørt Krossteig 2, Súna K. Hansen 1, Sólja Poulsen 1, Karin Midjord 1 Stjørnan – StÍF 23-15 (11-7) Stjørnan: Tóra Eliasen 8, Judith Dam Jacobsen 5, Katrin Bertholdsen 3, Mina Sirdal 2, Sonja Sirdal 2, Kristina Poulsen 2, Jórun B. Nielsen 1 StÍF: Emmy Kass 4, Erla J. Petersen 4, Karina Berg Høgnesen 3, Rebekka Zachariassen 3, Poula Dulavík Berg 1 Støðan í SMS-deildini KÍF - StÍF 18-19 (6-5) KÍF: Joakim Jürs 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Atli L. Hammer 3, Teitur Joensen 3, Ási Dam 1, Niklas Reginsson 1, Andrias Nielsen 1, Borki Cupara 1 StÍf: Martin Danielsen 6, Jóannes Prestá 4, Pætur Ó. Barclay 2, Pætur Johansen 2, Ivan Mrdalo 2, Dávid Danielsen 2, Teitur V. Nilssen 1 H71 – Kyndil 18-17 (11-10) H71: Rúni V. Højgaard 4, Pætur Thomsen 4, Leivur Mortensen 2, Niklas H. Hanusarson 2, Sigmundur Dahl 2, Peter Krogh 1, Vilhelm Poulsen 1, Bergur Ákason 1, Brandur Halgirsson 1, Kyndil: David Edvardsen 7, Hjalti M. Jacobsen 3, Tummas P. Hanusarson 2, Jóni G. Viderø 1, Rógvi Dal Christiansen 1, Tróndur Wardum 1, Ólavur av F. Mittún 1, Rókur Akralíð 1 VÍF – Team Klaksvík 35-23 (19-10) VÍF: Filip Jojic 11, Johan í Garðastovu 6, Jón Müller 5, Sjúrður Olsen 4, Magnus Müller 2, Agga í Garðastovu 1, Hallur Arason 1, Jákup A. Joensen 1, Kaj Johannesen 1, Rúni Joensen 1, Jóhannus McGavin Haldansen 1, Mladen Mjerimacka 1 Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 9, Jens Pauli Mohr 3, Petur Martin Eliasen 3, Christoffer Madsen 2, Beinir Johannesen 2, Mathias Astrup 2, Finnur Hansson 1, Hørður F. Sigtórsson 1 Hagtøl SMS-deildin Hagtøl SMS-deildin HONDBÓLTUR MÁLVERJARNIR ÁTTU SUNNUDAGIN