Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tróndur Arge - Ta’Qali, Malta Tað er fyri fyrstu ferð í eina tíð, at nakað av trýsti á føroyska landsliðnum og landsliðsvenjaranum. Nations League hevur ikki spælt av, sum vit ynsktu. Vit liggja næst­ niðast og kunnu við einum ósigri enda aftast í einum bólki, har vit ætl­ aðu at bjóða av í oddi­ num. Tað merkist ikki á stem­ninginum til venj­ ing­ina í gjár. Lagið er gott, hóast umstøðurnar eru eitt sindur avbjóðandi. Ferðin úr Aserbadjan við Air Malta tók fýra og ein hálvan tíma. Fáar tímar eftir at ferðalagið lendi á Malta, var fyrsta venj­ ingin á skránni. Hon var á einum vátum og slitnum vølli stutt uttanfyri Ta’Qali leikvøllin, har lands­ dysturin verður týsk­ vøldið. Tað hevur regnað sein­astu dagarnar og vøll­urin hevur verið nógv brúktur, tí arbeitt verður upp á hinar venj­ingar­ vøllir­nar í økinum. Spælararnir, sum spældu nógv leygardagin, eru fyri tað mesta fyri seg og hava eina lætta venjing. Hinir spælar­ arnir skulu venja eitt sindur harðari. Sonni Ragnar Nattestad er einasti maður, sum ikki gjøgnumførur venj­ing­ ina. Hann er yvir­be­last­ aður í einum vødd, men sigur at hann verður klárur. Miðverjin var í somu støðu undan dystinum í Aserbadjan. Ongnar ábendingar – bara orð frá Lars Venjingin gav ongar ábend­ingar um hvussu liðið fer at spæla móti Malta. Her hava vit bara orðini hjá Lars Olsen og avrikið móti Aserbadjan, at meta okkum eftir. - Eg kann siga so mikið sum, at vit halda fast í spælskipanini frá seinna hálvleiki, og at René Shaki Joensen byrjar inni, sigur Lars Olsen. Hann vil bara staðfesta tvær broytingar í mun til liðið, sum spældi móti Aserbadjan í gjár, tá Føroyar í eini 3-4-3/- 5-4-1 uppstilling taptu 2-0. Hann váttar, at liðið fer at spæla 4-2-3-1 og at René Shaki Joensen byrjar inni. Hann hevði leikbann í dystinum móti Aserbadjan. Restina vildi hann ikki vátta, men hann leggur stóran dent á at stilla við sterkasta liði. Hetta tí vit eru í vand fyri, at enda í sætta og niðasta strykisbólkinum til EM 2020 lutakastið, sum verður í desember. Millum annað legði hann dent á, at tað ikki verða nógvar útskiftingar. -Vit stilla við sterkasta liðið. Eg kann ikki bara gera sjey útskiftingar til ein slíkan dyst, sigur lands­liðsvenjarin. Onkur ábending kann lesast millum linj­ur­nar, tá Lars Olsen verður spurdur um nøk­ur ávís pláss. Hann sigur, at Gunnar Nielsen er fyrsta­val millum steng­ ur­nar, men vil ikki geva Viljormi Davidsen somu gardering. Har kundi sæð út til, at Rógvi Baldvonsson kem­ur inn, meðan René Shaki Joensen kemur á mið­ vøllin. Hann nevnir eisini, at Odmar Færø er troytt­ur og at Brandur Hendriksson spælir við einum snuddi í fótinum. Nógv upp á spæl Tað stendur eisini nógv upp á spæl hjá føroyska landsliðnum, nú lutakast til EM 2020 verður fyrst í komandi mánaði. Tað eru seks styrkisbólkar til lutakastið, har Føroyar eru á markinum til at detta niður í sætta og niðasta styrkisbólkin. Tað merkir, at vit einki land fáa í okkara bólk, sum er styrkismett lægri enn vit. Eitt nú Andorra og San Marino. Úrslitið í seinastu dysti­num í Nations League er avgerandi fyri, um tað eydnast ella ikki. Vit eru í kapping við lond sum Lettland, Malta, meðan Gibraltar er eitt fram­manfyri okkum. Tað er tó eitt men. Tí helmingurin av bólk­ unum til endaspælið í EM 2020 hava bara fimm lið. Tað vil siga, at um vit enda í næstniðasta styrkis­bólkinum, so er ein møguleiki fyri, at tað bara verða fimm lond í bólkinum. Tað sleppa vit undan, um vit detta niður í lægsta styrkisbólkin, men so eru vit eisini lægst styrkismett. Tað krevur ein sigur, um vit skulu tryggja okkum at varð­ veita plássið í fimta styrkisbólki. Tað krevur eisini ein sigur, um føroyska landsliðið skal hava viðrák og arbeiðs­ frið til komandi EM- undankapping. trondur@sosialurin.fo Nations League upptakt: Nú skulu vit vinna á Malta Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Vit gita: Føroyar (4-2- 3-1) Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson – Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Kaj Leo í Bartalsstovu – Klæmint A. Olsen Fakta: Nations League: Deild D – Bólkur 3 6. umfar: Týsdagin 20. november Malta – Føroyar Kosovo – Aserbadjan Støðan: 1. Kosovo 11 (stig) 2. Aserbadjan 9 3. Føroyar 4 4. Malta 2 Eftir tapið í Aserbadjan er trýst á føroyska liðnum og Lars Olsen at vinna á Malta. Æran, triðja plássið og styrkismetingini til EM 2020 lutakastið stendur upp á spæl. – Vit mugu stilla við sterkasta liði, sigur Lars Olsen KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Tvey fet fram, men hvussu nógv aftur? Síðani føroyskur fótbóltur fekk altjóða góðkenning í 1988, hevur tað verið framstig at hóma. Onkuntíð tvey fet fram, og eitt aftur. Landsliðið byrjaði við einum lopi í 1990, men síðani eitt stig aftur í komandi undankappingini, har tað bara eydnaðist at fáa tað eina málið. Somuleiðis hava vit havt tíðarskeið, har vit hava staðið okkum væl í liðfótbólti í Evropa, meðan tað onnur ár hevur sæð illað út. Miðskeiðis í 90 unum reistu við okkum uppum tey minstu í Evropa. Vit vunnu í undankapping á San Marino, Malta og síðani Luksemborg, meðan vit eisini fáa stig í dystum móti Bosnia Herzogovina, Litava, Skotlandi og Slovenia. Síðani hava vit eina slaka tíð við landsliðnum, har liðfótbólturin tó blómar, tá millum annað B36 ger um seg í Evropa. Feløgini gera meiri burturúr og tað er hørð kapping um at verða best í Føroyum, har fleiri útlendingar við góðum dygdum tekkjast í góðum tíðunum. Síðani Brian Kerr tók við, fingu vit aftur trúgv upp á landsliðið. Hóast úrslitini eru misjøvn, so vinna vit á eitt nú Estlandi og Litava, og fáa stig móti Norðurírlandi. Tá Lars Olsen tekur yvir koma vit enn hægri við tiltiknu sigrunum á Grikkalandi, men eisini við metinum av stigum í farnu undankapping. Um vit halda okkum til føroyska dansin, so taka vit í løtuni eitt fet aftur á A-landsliðnum. Tað er ongin ivi um, at framtíðin er bjørt við teimum nógvu ungu spælarunum, sum vit hava á veg, men úrslitini á A-landsliðnum eru ikki góð í løtuni. Nú mugu vit ansa eftir, at vit ikki enda aftur har vit byrjaðu. Millum pinkutjóðirnar. Tjóðir sum Aserbadjan, Kosovo og Luksemborg tykjast allar at arbeiða skjótari enn vit. Helst eisini við øðrum fortreytum, men nú mugu vit bjóða av. Vit kunnu ikki blíva við, at peika eftir hvørjum øðrum á vøllinum, tá landsdystur er. Fyrstu fyrstu ferð síðani sigurin á Grikkalandi í 2014, so er stórt trýst á landsliðnum og Lars Olsen at fáa eitt úrslit. Vandin er, at vit taka tvey fet fram, og nú tvey fet. Aftur til leiklutin sum pinkutjóð! trondur@sosialurin.fo