hósdagur 25. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 226 - 25. november 2004
Nr. 226 - 25. november 2004
19
Í berum bibbum,
knallreyðum kjóla,
stórum hári og fittum
smíli trein hon fram á
pallin. Sum ein rósa.
Við sær hevði hon ein
gátuføran svart-
klæddan mann við
langum hári, høgum
hatti og rundum
sólbrillum. Canadian
magic
UMMÆLI
Tór Verland Johansen
Listamaðurin
Edward
Fuglø hevði gjørt nógv
burtur úr í Müllers Pakk-
húsi týskvøldið. Kertuljós
alla staðni og reyðar rósur í
trappunum og framma fyri
pallin. Prikkurin yvir i’ið
vóru teir yvir hundrað
guitararnir, ið virkaðu sum
bakgrund á pallinum. Stutt-
ligt og prýðiligt. Fyri ikki at
siga genialt.
Uttan nakað hóvasták
byrjaðu tey við tí vakra og
yndisliga lagnum "Hjarta
mítt" av fløguni "Krákan".
At byrja eina konsert við
einari sannari perlu og so
enntá spæla og syngja lagið
so inniliga sum tey gjørdu,
kann bæði vera gott og
minni gott. Gott, tí tað
gevur eina rimmar byrjan,
men minni gott, tí tað kann
gerast torført at fylgja tí
upp. Tað var tískil einki at
siga til, at tað næsta lagi
"Where Are The Angels"
følnaði eitt sindur. Eitt
sindur óinteressant og fá-
tónandi lag í mun til
"Hjarta mítt". Men einglar-
nir vóru bert burtur eina
pinkulítla løtu.
Country - no problem
Næsta lagi av nýggju
fløguni, "If I needed You",
var sera vakurt. Tað gjørdist
við eitt greitt, at eisini
country er ein grein av
mongum, ið Eivør meistrar.
Sum um hon ikki hevði
gjørt annað enn riðið á
heystbaki við cowboyhatti,
og sungið country á norður-
amerikonsku preriuni -
meðan sólin setur. Tað var
eisini stuttligt at hoyra,
hvussu væl røddirnar hjá
teimum báðum hóska sam-
an. Hennara ljós og luftfylt,
hansara djúp, eitt sindur
nasal og heilt uttan luft. At
luftin og yvirtónarnir í
Eivør’sa rødd ikki skulu
fjalast, var eyðsýnt. Meðan
mikrofonin hjá Bill Bourne
hevði eitt sokallað P-filtur,
hevði Eivør’sa einki.
Fitt og sjarmerandi
Tað sást - og hoyrdist - týði-
liga, at Eivør hevði glett seg
til hesa konsert. Hon var
rólig og tó tendrað. Henn-
ara viðmerkingar millum
løgini vóru sera fittar,
stuttligar og sjarmerandi.
Sum tá ið hon greiddi frá,
at stóra trumman, sum hon
hevði sæð í Norra og eftir
eitt (og bert eitt!) slag á
hana, umgangandi hevði
keypt hana, ljóðaði best, tá
hon var heit. Fyri síðani at
trýsta hana fast inn at
bringuni fyri at verma
hana. Ella tá ið hon bað
áhoyranar orsakað, at hon
hevði eina so bygdasliga
guitarreim, fyri síðani at
greiða frá, at hon ikki fann
sína egnu, og tískil bara
hevði verið noydd at finna
onkra í trunkanum millum
teir hundrað guitararnar á
pallinum. At eigarin av
teirri bygdasligu guitar-
reimini sat í salinum, gjørdi
tað bara enn stuttligari.
Trøllabundin av
tónleiki
Eftir tað sveimandi lagið
"Trøllabundin", ið Eivør
framførdi a capella við tí
nøkulunda heitu trummuni,
fortaldi
Eivør
hvaðani
íblásturin til lagið og orðini
vóru komin. Einaferð tá
hon hevði spælt í Keyp-
mannahavn, kom ein maður
upp til hana og segði, at
hon hevði trøllabundið
hann!
- Eg helt tað var so pent
og stórsligið sagt av hon-
um. Eftir hetta hugsaði eg
um tað, at vera trøllabund-
in, og fann síðan útav, at eg
sjálv eri púrasta trøllabund-
in av tónleiki.
Eivør segði einki um, nær
hon hevði funnið útav tí,
men vit eru mong, ið leingi
hava vitað, at okkurt ser-
merkt og eitt sindur ganda-
kent er við hesari kvinnu og
hennara rødd. Ella kanska
heldur álvakent.
Eitt svenskt hitt?
Á nýggju fløguni verða
tvey løg sungin á svensk-
um. Sjálv segði Eivør seg
ikki vita, hví hon hevði
skrivað lagið "Om jag
vågar" á svenskum, men
legði afturat við einum
brosi, at hon jú heldur ikki
kundi vita alt... Men eins og
føroyskt, íslendskt og enskt
verður livandi, tá ið hon
syngur, soleiðis er eisini
við tí svenska. Tað skuldi
tískil ikki undrað, um lagið
verður ein sokallaður oyra-
hangari. Sera fitt, sera
einkult og sera vakurt. Og
omaná tað heila á tí vakra
svenska málinum. Møgu-
liga verða nakrar - um ikki
nógvar - fløgur seldar í
Svøríki bara vegna hasum
lagnum.
Móðurlandið Føroyar
Eivør er ung kvinna, ið tó
longu hevur roynt og
rokkið ymist innan tón-
leikaverðina, sum fá náa
uppá eitt heilt lív. Og fáir
eru teir føroyingar, ið ikki
hava fylgt við, hvussu
gongur henni, og sent henni
góðar tankar. Tað var tískil
nokk so hugaligt at hoyra
hana siga frá sanginum
"Mín móðir". Meðan hon
fyrr oftani skrivaði sangir
og tekstir til mammu sína,
so eru líknandi tekstir, sum
hon nú skrivar, eins nógv
við tonkum til Føroyar og
tey fólk, sum hon kennir
her. Orðini fáa sostatt
annan týdning, t.d.: "Mín
móðir hjá tær eg standi, í
hjartanum goymi eg teg..."
Heitari eftir steðgin
Eftir steðgin hildu tey fram
har tey sleptu. Intensitet-
urin varð hildin allan vegin.
Tað sýntist næstan sum
vóru tey enn glaðari enn
áður, kanska tí at tey nú
vóru ordiliga heit. Eisini
áhoyrararnir vóru heitari og
lættari. Og tá Bill Bourne,
ið er framleiðari av nýggju
fløguni, sang eitt niðurlag á
føroyskum, mundi fagnað-
urin ongan enda taka.
Góð konsert
Hóast Eivør meistrar sína
rødd heilt fantastiskt, og í
heilum dregur áhoyrarnar
við sær inn í sorgblíðar
kenslur og villar dreymar,
so er eingin ivi um, at hon
er allarbest, tá ið hon syng-
ur eitt lag sum í sjálvum
sær er gott. Við øðrum
orðum so kann sjálvt henn-
ara rødd og hennara avbera
góði teknikkur ikki altíð
einsamallur halda einum
minni góðum lagi uppi
allan vegin. Sigast skal tó,
at tað vóru ógvuliga fá løg,
sum ikki vóru heilt so góð í
sjálvum sær.
Tikið samanum var tað
ein sera væleydna útgávu-
konsert. At tvey fólk kunna
rúnabinda spentar áhoyr-
arar í samfullar tveir tímar
við tónleiki, harav nógv er
nýtt og ókent, er eitt bragd í
sjálvum sær. Samanspælið
millum tey bæði eydnaðist
sera væl. Bæði hvat við-
víkur guitarspælinum, har
Bill stundum kryddraði við
mjúkum
solospæli
og
sínum dunkandi fóti, og tá
ið røddirnar flættaðu sam-
an. Eisini dugdu tey væl at
blanda løgini, so tað ikki
gjørdist einstáttað. Við
einari vælupplagdari Ei-
vør, kundi tað ikki ganga
annað enn strálandi!
Til lukku við útgávuni!
Sanna Laksá og Barbara á Líðarenda:
- Eivør er suveren! Hon er barasta cool og Bill roolar! Tey bæði riggaðu ótrúliga væl
saman, akkurát sum eitt ‘klikk’.
Meðan Sanna hevur verið til ‘næstan allar’, er Barbara ikki í iva um, at hon hevur
verið til allar konsertirnar hjá Eivør. Eisini fingu tær ta nýggju fløguna áðrenn nakar
annar. Tær kunnu tískil kallast veruligir fjepparar, ið tó eisini hava eina hugsan um,
nær Eivør er best:
- Løgini hjá Bill vóru góð, men løgini hjá Eivør riggaðu bara allarbest.
Eivør strálaði
Birgir Sondum:
- Tú fært meg ikki at siga nakað negativt.
Tað ber stutt sagt als ikki til. Eivør er
bara ótrúliga góð at upptraðka! Tað er,
sum um hon als ikki veit av, hvussu
sjarmerandi hon er, og tískil gerst hon enn
meira sjarmerandi. Og so hevur hon eina
fantastiska rødd, samstundis sum hon
spennur so víða. Allar sjangrur kunnu
hugsast at vilja taka hana til sín.
Ivan Niclasen:
- Fantastiskt! Eivør bara veksur og veksur
og nú hevur hon fingið eina
norðuramerikanska legendu við sær. Tað
er fínt, at hon hevur funnið hann (Bill
Bourne, red.), tí tað kann møguliga geva
henni enn meira.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
19
18