Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 226 - 25. november 2004 26.-28. november fær samkoman Getsemane í Klaksvík vitjan úr Noreg MØTIR tíðindaskriv Møtir verða í Skálanum har Kaj Tønnesen og Jørn Strand úr Kristian- sand koma at luttaka. Møtirøðin byrjar fríggjakvøldið. Leygar- dagin er familjumøti á skránni, og um kvøldið verður ungdómstiltak. Sunnudagin verður so fyrst morgunmøti, áðr- enn seinsta kvøldið er kl. 18. Umframt at tala kemur Jørn Strand eisini at syngja. Aftaná møtini verður ein drekkamuður at fáa. Kaj Tønnesen Kaj Tønnesen sum var sølustjóri gavst í sínum starvi í eini veksandi og góðari forætning, tí hann fekk kall frá Harranum til Guðs ríkis tænastu. Hetta førdi til at hann og konan Aslaug byrjaðu eitt hjálpararbeiði fyri rúsmisnýtarar í Kristian- sand, sum komandi ár kann hátíðarhálda 25 ára jubileum. Tað hevur ver- ið ein long og strævin, men undurfull tíð, frá at hava menniskju búgv- andi heima við hús og til tað sum er í dag: Eitt kontaktsentur, har 50-80 rúsmisnýtarar fáa heitan mat tvær reisur um vik- una, og tey sum ynskja aðra hjálp kunnu so fara víðari til rehabilitering í Kristiansand ella aðra- staðni. Bóka og gávubúðin, sum eisini er á sentrin- um, hevur góðan kristn- an lesna og tónleik, yvir- skotið, sum hendan gev- ur, verður nýtt til hjálpar- arbeiði. Harumframt verður eisini virka úti á gøtuni og í fongslunum. Arbeiði verður stuðla av land og kommunu, men eisini við sjálvbodnum gávum. Kaj hevur høv- uðsábyrgdina at boða Guðs orð á Shalam, sum kontaktsentrið nevnist, eisini er hann nógv um- biðin talari í flestu kristnu samkomum. Hann hevur nú latið dagligu leiðsluna av Shalam til onnur, tí hevur hann møguleika til enn ein túr til Føroyar, fyrstu ferð hann vitjaði her var í 1976. Jørn Strand Jørn Strand kom, illa bundin av rúsevni, á Shalam eitt kvøldið í 1991, har hitti hann ikki bert menniskju sum vísti honum kærleika og um- sorgan, men eisini eini sterkari Guðs-nærveru, sum gjørdi, at hann, eftir nøkrum døgum gav sítt lív til Jesus. Gjøgnum rehabiliteringstíðina byrjaði hann at skriva sangir, ein av teimum fyrstu er tann kendi »Er det rart at jeg er glad«. Hann hevur síðani givið út tríggjar fløgur. Jørn fekk kall til Guðs ríkis tænastu og hann er ein rættur evangelistur, sum ikki bert syngur og spælir, men er eisini vorðin ein dugnaligur talari, hann hevur um- bygt ein trailara, sum hann nevnir »Himmel- ekspressen«, við bæði palli og ljóðútgerð, sum hann, saman við konuni Pernille, ferðast við um alt Noreg og hevur úti- fundir, eisini vitjar hann í flestu samkomum og hevur biði við mongum til frelsu og endur- nýggjan. Jørn hevur, saman við øðrum stovnað »New Life Misjonssenter« í Froland í Suður-Noregi. Hann hevur eisini áður verði í Føroyum saman við Kaj. Evangelisk møtir í Skálanum í Klaksvík Terradropar er heitið á nýggjari siðsøguligari bók, sum Dagny Joensen hevur skrivað. Arbeiðssetningurin til bókina var at tosa við kvinnur í aldursbólkin- um, 23-70 ár. Hetta varð gjørt, til tess at lýsa fortíð og nútíð hjá ver- andi ættarliði, sæð úr einum kvinnuligum sjónarhorni. Talan er í fleiri førum um sera opinskáraðar samrøður, soleiðis at tað hevur verið neyðugt at dult, hvør tað er, sum sigur frá. Permumyndina til út- gávuna hevur Ingálvur av Reyni gjørt, og kostar bókin 240 kr. -jm Forlagði Sprotin í Vest- manna hevur givið út Kate- kismus. Tað er Marjun Bæk prest- ur, sum hevur týtt bókina, eins og hon hevur lagað hana til føroysk viðurskifti. Bókin er býtt í fjúrtan kapitlar, sum hvør hevur fýra javnsettar partar. Í hvørjum parti er fyrsti partur mest átøkur einum vanligum katekismus, har tað á einfaldan hátt verður sagt, hvat kristin trúgv er. Hinir tríggir partarnir byggja so víðari oman á hetta. Sagt verður, at bókin er væl egnað til frálæru, eins og hon sjálvsagt er góð til lesibólkar og sum hjálestur til bíbliutímar. -jm JÓLAHUGNI Tíðindaskriv Eitt av teimum tiltøkunum, sum á hvørjum ári síðan 1989 hevur verið fastur táttur í jólafyrireikingunum hjá havnarfólki og helst øðrum við, er jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn í Viðarlundini. Komandi sunnudag, sum er fyrsti sunnudagur í advent, ber til at fara ein túr í Viðarlundina í Havn sam- an við børnunum og har kenna tann fyrsta rákan av jólastemninginum. Har kunnu fólk keypa sær tilfar til at gera sínar egnu dekoratiónir. Men tað ber eisini til at keypa lidnar dekoratiónir, um ein heldur hevur hug til tað. Ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið, kunnu fólk eisini keypa sær, og ársins fyrsti jóla- maður kemur somuleiðis at vitja; í posanum hevur hann okkurt við til børnini. Jólatónleikur verður sjálvandi eisini at hoyra. Sum so ofta fyrr fara limir úr Havnar Hornorkestri at spæla jólaløg. Opið verður sunnudagin kl. 14 - 16. Ágóðin av tiltakinum fer allur til eina lyklaskipan hjá heimarøktini í Suður- streymoy. Sekstandi árgangurin av Birting er nú komin í bókabúðirnar. Sum vant, so rúmar útgávan hópin av áhugaverdum lesnaði. Millum annað hevur Johs. Andr. Næs eina frásøgn um skaðagrindina í Sandvík í 1915, og eina frásøgn um, tá í Heini Olsen møtti Sankta Klávusi. Eisini eru stuttstøgur við í útgávuni. Hesa ferð eru rithøvundarnir til hesar Marjun Kjelnæs, Sólrun Michelsen og Jens Pauli Heinesen. Eisini hava Heðin M. Klein, Olaf Olsen, Jákup Pauli Nielsen og Viggo Johannesen skrivað tilfar til útgávuna. Gyðja H. Didriksen, Tove Askham og Gunnvør Joensen hava myndprýtt bókina, og kápumyndina hevur Jógvan Asbjørn Skaale gjørt. -jm 16. Birtingin Bók um kvinnumyndir Jólahugni í Viðarlundini í Havn Føroysk Katekismus Nr. 226 • hósdagur • 25. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Súni Fríði til AB AB skrivar á heimasíðu sínari, at felagið til komandi kappingarár hevur gjørt avtalu við Súna Fríða Barbá. Súni Fríði hevur áðru leikt við B68, NSÍ, HB og GÍ, og í fleiri ár tald- ist hann millum avgjørt vandamestu álopsspæl- ararnar í landinum. Seinnu árini hava málini tó ikki verið heilt so nógv í tali, men mál- tevið man framvegis vera har. Og í øllum før- um munnu tey í AB vóna, at 32 ára gamli málrevurin hevur júst tað, sum skal til, fyri at skjóta felagið seinasta pettið upp móti ovastu rókini í føroyskum fót- bólti. -jm Ove verður í Klaksvík Starvsnevndin í Klaks- víkar Ítróttarfelag vísir aftur tíndini, um nýggj- an høvuðsvenjara, sum hava verið frammi miðl- unum seinastu dagarnar. - Vit kunnu bara váta at vit hava avtalu við Ova Flindt Bjerg, sum høvuðsvenjara í felag- num komandi ár, og tað eru vit sera fegin um, sigur formaður felag- sins, Gestur Hovgaard við Norðlýsið. Samstundis stendur starvsnevndin óskiljandi yvir fyri teimum leysa- tíðindum, sum hava verið i seinstuni, tí sum sagt so er høvuðsvenj- araspurningurin av- gjørdur fyri langari tíð síðan. -tn CL-fótbóltur Juventus, Bayern Mün- chen, Manchester Uni- ted og Lyon eru nú klár til næsta umfarið av Champions League Hetta stóð greitt eftir dystirnar í gjár, har fleiri sera spennandi dystir vóru á skránni. Eitt nú fekk Bayer Leverkusen 1-1 javnleik á útivølli móti Real Madrid, og við 0-1 tapi á útivølli móti Monaco, verður tað nú sera trupult hjá enska Liverpool at vinna seg víðari. Úrslitini í gjár vóru annars hesi: Bayern München-Maccabi Tel aviv 5-1 (3-0) Dynamo Kiev-Roma 2-0 (0-0) Juventus-Ajax 1-0 (1-0) Manchester Utd-Lyon 2-1 (1-1) Monaoco-Liverpool 1-0 (1-0) Olympiakos-Deportivo 1-0 (0-0) Real Madrid-Bayer Lever- kusen 1-1 (0-1) Sparta Prag-Fenerbache 0- 1 (0-1) -tn Føroyskir judo- íðkarar kappaðust um vikuskiftið í Danmark. Fýra heiðursmerki vóru í viðførinum, tá teir komu heim JUDO tíðindaskriv Um vikuskiftið vóru 5 før- oyskir judoungdómar við í stórari altjóða judokapping í Hillerød í Danmark. Til- samans vóru 430 luttakarar úr 5 londum: Danmark, Føroyum, Svøríki, Ungarn og Japan. Í bólkinum fyri dreingir undir 40 kg. var ein før- oyskur luttakari, 10 ára gamli Fríði Atlason úr Havn. Fyrsta dystin tapti hann, men næsta dystin vann hann so ruddiliga eftir bert 3 sekundum. Restin av lut- takarunum stóðu honum ikki kurl, og tá av tornaði stóð Fríði ovast á sigurs- skamlinum við gull- medaljuni um hálsin. Eftir hesa góðu byrjanina fóru unglingar undir 66 kg. á máttuna. Í hesum bólk- inum vóru tveir føroyingar: Bjørn Andreasen frá Norð- skála og Eirikur Jákupsson úr Havn. Bjørn vann allar sínar dystir ósvitaliga trygt, so hann streyk avstað við gull- medaljuni. Eirikur vann sín fyrsta dyst, men í næsta dystinum hevði hann trupulleikar, og dysturin endaði við ósigri til Eirik. Nú var bara at manna seg upp aftur, og tað gjørdi Eirikur. Hann vann allar dystirnar, ið eftir vóru, so honum eydnaðist at streva seg til eitt bronsumerki. Í bólkinum hjá ungling- um undir 81 kg. luttók Edvard Johannesen av Oyr- arbakka. Fyrsti dysturin hjá hon- um endaði javnur, og skuldi sostatt avgerast við »golden score«. Her gekk eisini javnt á, men so var Edvard so óheppin at fáa skaða í høgra yvirarm, og tað hindraði honum so mikið, at hann tapti dystin. Nú var spurningurin so um Edvard var førur at fara inn á máttuna til næsta dystin. Hann helt seg til og hevði heilt gott tak á mótstøðumanninum. Men so gjørdi skaðin um seg aftur. Hann beit pínuna í seg, men mátti at enda lúta móti hinum, so fyri Edvard endaði kappingin her. Spell, tí lítið er at ivast í, at hann hevði góðar møgu- leikar at berja seg fram til medaljupláss! At enda luttók Regin við Streym frá Norðskála í bólkinum fyri unglingar undir 81 kg. Hetta var ein bólkakapp- ing, har Regin tapti sínar báðar fyrstu dystir. Síðani kom hann móti einum japana í seinasta dystinum, og hendan dystin vann Regin lættliga. Tað vísti seg nú at vera sera javnt millum tveir lut- takarar, so her mátti um- dystur til. Hesin dysturin stóð mill- um silvur og bronsu- medaljuna. Regin legði væl út, og góða løtu sá út til, at hann fór at vinna silvur, men so við eitt var hin om- aná, og Regin tapti dystin. Tískil mátti hann taka til takkar við bronsumedalj- uni. Ein sera góð kapping fyri føroysku luttakararnar, sum eru heilt væl nøgdir við úrslitið. Føroya Sparikassi stuðlaði Judosambandinum við ferðini. Tvey gull og tvey bronsumerki Frá vinstru: Eirikur Jákupsson, Bjørn Andreasen, Edvard Johannesen og Regin við Streym C M Y K 21 20