Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Búskapurin skal styrkjast fyri at gerast haldførur Danski tjóðbankin hevur gjørt eina kanning av føroyska búskapinum og mælir til stór inntriv Árni Gregersen Danski tjóðbankin hevur gjørt ein frágreiðing um føroyska búskapin. Bankin staðfestir, at føroyski búskapurin í løtuni er góður, men sigur eisini, at tað er tí, at í løtuni gongur alt við. Danski tjóðbankin vísir í frágreiðingin á, at uppá longri sikt, so er føroyski búskapurin ikki haldførur – serliga tí at alt størri partur av fólkatalinum fer upp um pensjónsaldur. Bank­in sigur, at sjálvt um hetta fer at batna við tí høga burð­artalinum, vit hava í Før­ oy­um, so fer tað at raka rættu­ liga hart komandi 40 árini, Tjóðbankin sigur, at að eru nógv onnur lond í Evropa, sum hava sanma trupulleika, Hetta kemst millum annað av, at talið av fólki í arbeiðsførum aldri í Føroyum er á leið fimm pro­sentstig lægri enn í Dan­ mark. Eftir teimum framskriv­ing­ um, sum eru gjørdar, so verður hesin munurin vaksandi fram móti 2050. Tað ber sjálvandi ikki til at siga um framskrivingarnar halda, tí ongin veit hvussu barns­burðartølini fara at vera og heldur ikki um tað verður fólka­tilflyting. Tjóðbankin sigur tó, at sjálvt um framskrivingarnar ikki halda, so skerst ikki burt­ ur, at føroyski búskapurin hev­ur eina stóra demografiska mót­brekku. Hægri pensjónsaldur er ikki nóg mikið Tjóðbankin heldur, at tað eru góðir møguleikar fyri at fáa fleiri fólk yvir núverandi pen­ sjóns­aldurin uppá 67 ár til ar­ beiðis. Tað vísir seg, at sjálvt um fleiri av hesum ardbeiða, so hava tey munandi minni til­ knýti til arbeiðsmarknaðin enn tey, sum ikki eru farin um tey 67. Løgtingið hevur samtykt at hækka pensjónsaldurin við einum ári fram til 2030. Eftir 2030 hækkar pensiónsaldurin við livialdrinum, men tó ikki meira enn eitt hálvt ár fyri hvørji fimm ár, sum ganga. Hetta munar tó ikki nógv, heldur tjóðbankin, tí seinastu 20 árini er livialdurin vaksin meira enn tað dupult. Tað vil siga, at heldur hendan gongdin fram, so fer tað at hava við sær, at talið av árum við pen­ sjón framvegis gerast fleiri. Eftir galdandi lóg, so er pen­ sjóns­aldurin í Føroyum í 2050 70 ár, meðan hann sama ár verður 72 ár í Danmark. Eiga at tak stig nú Danski tjóðbankin heldur, at umframt tað at hækka pen­ sjóns­aldurin, so eru ikki serliga stórir møguleikar at økja fram­ leiðsl­una og fáa fleiri til ar­ beiðis. Tí eiga góðu tíðirnar nú at brúk­ast til at taka meira inn í landskassan. Bankin vísir á, at tað eru nógv, sum eru til arbeiðis á føroyska arbeiðs­marknað­in­um, samanborið við onnur lond, men leggur so afturat, at meira enn helvtin av føroysku kvinn­ unum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum arbeiða niðursetta tíð. Haldføri í búskapinum kann betrast við hægri skatt­ um. Tjóðbankin mælir til, at lands­kassin fær ein størri part – størri tilfeingisrentu – burt­ ur­úr fiskivinnuni. Bankin sig­ ur, at fiskivinnan hevur størri yv­ir­skot enn aðrar vinnur á fría marknaðinum og tí eigur fiskivinnan at gjalda meira til landskassan. Ein partur av myndini Í frágreiðingini frá tjóðbank­ an­um stendur eisini, at vit eiga at áseta ognarskatt í Føroyum. Landsstýrið hevur fingið frá­ greiðingina. Fíggj­armála­ráðið hevur hugt at frá­greið­ing­ini og tekur hana í álvara. - Hetta er ein partur av tí saml­aðu myndini av føroyska bú­skap­inum. Nógv byggir eis­ ini á tað, sum vit hava fingið at vita frá okkara egna bú­skap­ar­ ráði, sigur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Há­ foss. Hon leggur afturat, at hend­ an frágreiðingin er partur av samlaðu myndini av føroyska búskapinum, sum fíggjar­mála­ ráðið viðger hvønn einasta dag. Hetta er ein partur av samlaðu myndini, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum. Danski tjóðbankin hevur gjørt eina frágreiðing um føroyska búskapin. Sjálvt um føroyski pensjónsaldurin hækkar, so fara vit framvegis at liva fleiri ár sum pensjonistar enn vit gera nú