týsdagur 20. november 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135
TÍÐINDI
Setti royndan politikara
sum landsstýrismann
Heðin Mortensen skal loysa knútarnar á
samferðsluøkinum, tað sum eftir er av
hesum valskeiðnum
Árni Gregersen
Tað var ein royndan politikara,
sum løgmaður valdi at seta
sum landsstýrismann við sam
ferðslumálum.
Heðin Mortensen, sum nýggi
landsstýrismaðurin eitur, var
fyrstu ferð valdur í 1972 og tók
sæti í býráðnum í Havn 1.jan
uar 1973.
Síðani tá hevur hann verið í
politikki, - fyrst og fremst í bý
ráðnum í Havn, har hann
hevur verið býráðsformaður í
12 ár, men síðani 1998 er hann
eisini valdur á ting.
Síðani løgtingsvalið í 2015
hevur Heðin Mortensen verið
partur av samgonguni, sum tá
var gjørd millum Javnaðar
flokkin, Tjóðveldi og Fram
sókn. Til nú hevur eisini verið
ein av næstformonnunum í
formansskapinum í Løgtingin
um.
Nú er hann tilnevndur, sum
landssstýrismaður við sam
ferðslumálum. Við øðrum orð
um er tað Heðin Mortensen,
sum skal umsita, hvussu og í
hvørjar raðfylgju tunnlarnir
verða gjørdir.
Raðfylgjan
- Tað sum liggur fyrst fyr,i er at
fara undir Hvalbiartunnilin, tí
jú fyrr vit fara undir tann
tunnilin, jú fyrr kunnu vit fara
undir tunlarnar Norður um
Fjall, sigur nýggi landsstýris
maðurin.
Stríðið um hvørt tunnilin til
Fámjins skal gerast fyrst ella
tann til Dals ætlar hann ikki at
leggja seg útí.
- Har hevur samgongan
tikið eina støðu og tað fari eg
ikki at broyta. Tunnilin til Dals
verður gjørdur fyrst og so
koma hinir aftaná, sigur Heðin
Mortensen.
Hann sigur, at hansara mál
er at gera eina heilt greiða rað
festin fyri tunlar og tað, sum
annars skal gerast á sam
ferðsluøkinum.
Góðkenninganar til nýggja
avloysaraskipið hjá Strand
ferðsluni eru við at koma und
ir land og so kann sáttmálin
við skipasmiðjuna gerast.
- Eg haldi tað er ómetaliga
gott, at vit fáa eitt avloysara
skip, men vit hava eisini fyri
neyðini at endurnýggja tær
smærru ferjurnar, sum ger
andisruturnar til útoyggjar
nar, sigur landsstýrismaðurin.
Innkomuvegirnir
Ein annar trupuleiki, sum
eisini liggur á borðinum hjá
nýggja landsstýrismanninum,
eru innkomuvegirnir í Runavík
og í Havn frá nýggja tunnlin
um millum Skálafjørðin og
Streymoynna.
- Her mugu vit fása partarn
ar at samstarva: landið komm
unurnar báðar og so haldi eg
eisini, at tunnilsfelagið eisinis
er ein partur. Hetta málið skal
loysast og tað hevur skund,
sigur
Heðin
Mortednsen,
landsstýrismaður
við
sam
ferðslumálum.
Hann er samdur við teim
um, sum hava víst á, at vit eru
við at fáa eina støðu, sum líkist
tí, sum hendi, tá ið Norðoyar
tunnilin var gjørdur.
Stríð tók seg upp um,
hvussu innkomuvegurin til
Leirvíkar skuldi ganga og tað
gingu fleiri ár, áðrenn skil
fekst á tí.
- Tað má ikki henda her og tí
fari eg at koma við einari verk
lagslóg, so ein greið ætlanan
verður fyri hesum, sigur lands
stýrismaðurin.
Arbeiðsmarknaðurin
Umframt at umsita alla sam
ferðslu í Føroyum, so hoyra ar
beiðsmaknaðarmál
undir
nýggja landsstýrismannin.
- Har eru eisini fleiri spenn
andi mál, men tey hava kanska
ikki eins stóran almennan
áhuga, sum samferðslumálini,
sigur nýggi landsstýrismaður
in við einum smíli.
Heðin Mortensen er longu
farin til arbeiðis og longu hós
dagin sakl hann havva fyrsta
fundin um tunnilsgerð.
Løgmaður bjóðaði nýggja landsstýrismanninum
vælkomnan á móttøku í Tinganesi.
Heðin Mortensen takkaði fyri álitið, sum hann hevur fingið frá løgmanni. Hasnn
takkaði eisini konuni Hjørdis og familjuni fyri altíð at stuðla.
Tunlar fylla nógv hjá landsstýrismanninum við almannamálum,
men Heðin Mortensen vil hava eina ætlan við raðfylgju í