Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Uppískoyti til hugleiðingar Heri Mohr, stjóri á Føroya Gjadstovu til 31. oktober 1991 Av ávísum orsøkum skrivi eg hetta uppískoytið til mínar Hugleiðingar 13. í hesum mán­ aði. Í landskassans árs­rokn­ skap­um lesa vit, at Olju­grunn­ urin í árunum 1986-1990 fekk brenni­oljugjaldið, samanlagt 369.544.801,22 kr. minus aftur­ goldið bátum 733.899,80 kr., ella netto 368.810.901,42 krónur. Í sama tíðarskeiði fekk Olju­ grunnurin 39.516.161,45 kr. í rentu­inntøkum av grunsins út­lán­um og innistandandi í bankum og sparikøssum. Í 1991 fekk Oljugrunnurin einki brennioljugjald. Tað árið fekk landskassin 78.113.487 kr. í bennioljugjaldi, og ætlandi hev­ur hann síðan 1991 fingið hetta gjaldið regluliga ár um ár til dagin í dag. Oljugrunnurin hvarv í lands­ kassans ársroknskapi 1992. Men brennioljugjaldið hvarv ikki. Tað fór (og fer) í lands­ kass­an. Eftir øllum at døma varð lóg­in frá 1. oktober 1986 við seinni broytingum um brenni­ olju­gjald avtikin við nýggjari lóg og kunngerðum virkandi frá 1. januar 1993. Hýsteriskt grátuligt og púra ófatiligt, hvussu okkara lóg­ gávu­ting í destruktivari øði kundi fremja burturbeining av nøkrum vælvirkandi, almenn­ um grunnum í góðari og trygg­ ari legu. Oljugrunnurin, 1. januar 1991……………………………………………. 371.682.200,11 kr. ============== Innistandandi í 6 peningastovnum …….. 82.139.719,40 kr. Ymisk útlán ……………………………………….. 132.304.665,63 ” Millumrokning við landskassan………….. 157.237.815,08 ” 371.682.200,11 kr. =============== Tjóðveldi vil drena føroyingar í livistøði fyri tvær milliardir árliga Sambært teimun er klárt at loysa, og tað kostar einki. Landskassin og kommunurnar lata bara sítt yvirskot, verður sagt - hokus pokus filiokus, so er rokningin goldin EDMUND JOENSEN Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Hyggja vit nærri at útsøgnini, fáa vit aðra mynd. Tá er als eingin samanhangur millum útsagnir og veruleikan. Árliga játtanin og føroyski parturin á donsku statsfíggj­ arlógini í rundum tølum er í løtuni 640 mió. kr., umframt tær 350 mió. kr. til beinleiðis skyldur í Føroyum, til politi, rættarskipan, verjumál o.a. Umframt at skerja burtur alla ríkisveitingina uppá milli­ ardina árliga, so hevur Tjóð­ veldi eitt millumverandi við Danmark uppá umleið 400 mió. kr. um árið, sum er mett virðið av útbúgvingum og studn­ingi til lesandi o.a. Vit skulu taka fulla ábyrgd, verður ofta sagt. UTTANRÍKISSKYLDUR OG ÚTREIÐSLUR Tjóðveldi vil sjálvandi, at Før­ oyar skulu átaka sær fulla ábyrgd av verjuni. NATO-út­ reiðsl­ur og aðrar útreiðslur til altjóða skyldur er 2% av BTÚ, ella 3-400 mió. kr. um árið. Harafturat eru sjálvandi ein rúgva av útreiðslum afturat, m.a. úti i heimi til sendistovur og mangt annað. Harumframt kemur multi­ plik­ator effektin av rikisins leik­luti í samlaða buskapinum. FULLVELDI LÆKKAR LIVISTØÐIÐ MUNANDI Tjóðveldi leggur við øðrum orð­um upp til eina loysing, sum lættliga kann gerast ein eyka rokning uppá einar 2 mia. kr. árliga, tilsamans á Løgtings­ fíggj­arlógini. Alt annað líka kann hetta bara fíggjast við munandi hægri skattum og avgjøldum. Hetta skulu føroyingar gjalda, og tað verður ómetaliga dýrt. Umleið so mikið kostar full­ veldið Føroya fólki beinleiðis um árið. Um Tjóðveldi sigur satt, um at gjalda fullveldið við einum livistøði, ið skal varð­ veit­ast á nøkunlunda sama støði, sum vit eru á í løtuni. Men hvar nýggju inntøku­ keld­urnar skulu koma frá, verð­ur sjálvandi onki sagt um. Umframt alt hetta er, at føroyingar missa allan annan rætt, sum felags rikisborg­ara­ rætturin hevur við sær - pass, sendistovur, arbeiðsrætt og arbeiðsatgongd í ES o.a., sum ger tað truplari hjá føroyingum at arbeiða í ES og altjóða. Ein tann mest álvarsliga av­ leiðingar av tí, sum Tjóðveldi leggur upp til, er ein umfatandi fólkaflyting, vegna munandi lægri livistøði, sum vit við vissu vita verður avleiðingin. RÆTTIR RÍKISBORGARAR STÍLA HÆGRI Tað hevur ongantíð verið mein­ingin, at Ríkis­felags­skap­ ur­in skal gerast upp í krónum og oyrum, sum Tjóðveldi ger. Tey smáu prosentini, før­oy­ ingum er tilluta av samlaðu út­ reiðslunum hjá statinum ár­ liga, hava føroyingar so rikiliga uppiborið. Tað snýr seg so sanniliga eisini, um felags stór­ driftsfyrimunir av ymiskum slag, bæði sum londini hvør sær njóta gott av, og eisini sum samlaða Ríkið nýtur gott av. Øll standa vit sterkari, trygg­ari, ríkari og frælsari í felags­skapinum. Umframt at vit øll hava stórdriftsfyrimunir av ymiskum slag, og fáa vit føroyingar soleiðis beinleiðis atgongd til dygdartænastur innan sjúkraviðgerð og út­ búgv­ing. Einki av hesum tekur nakað frá føroyingum - heldur ikki, at vit eru eitt stolt og dugnaligt fólk, sum klárar seg væl, sjálvt úti á okkara kørgu klettum og um allan heim. ÁLIT Á FØROYINGUM Eg vil Føroya fólki bara tað all­ ar besta, og tí skal mín áheitan á allar føroyingar verða, at eg havi álit á tykkum øllum: ”Væl­ signaði brúki egi vit og skil - og hugsi um tað kann vera rætt, sum Tjóðveldi greiðir tykkum frá.” Fyri tað næsta, spyrji tykk­ um sjálvi, hví skulu føroyingar lata meira fyri minni? Vit royna jú sum best, at liva upp til skyldur okkara, júst sum onn­ur framkomin lond gera. Vit stríðast hvønn dag, hvør i sínum lag. Skal Tjóðveldi nú sleppa at spæla sær við vælferðina og lækka livistøðið hjá føroy­ing­ um, uttan yvirhøvur at greiða nærri frá, hvat skal koma í staðin fyri, og hvat tað fer at kosta vanliga føroyinginum í lægri livistøði? TJÓÐVELDI ER VANDIN Føroya land hevur ment seg til eitt av ríkastu, javnastu, mest demo­kr­atisku og bestu lond­ um at liva og virka í. Og próv­ fast er, alt hetta hava vit sum fólk nátt undir verandi Grund­ lóg og Heimastýrislóg. Hetta hava vit sum land nátt, sjálvt við Tjóðveldinum uppá sleip, og sum hevur sáplað niður alt, sum bara ber bráð av samstarvi í ríkinum. Vandar lúra altíð, verður sagt – og í løtuni er størsti vandin fyri framtíð okkara sjálvt Tjóðveldi. Øll standa vit sterkari, trygg­ ari, ríkari og frælsari í felags­ skapinum. Umframt at vit øll hava stórdrifts­ fyrimunir av ymiskum slag, og fáa vit føroyingar soleiðis beinleiðis atgongd til dygdartæn­ astur innan sjúkra­viðgerð og út­búgv­ing