Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135 TÍÐINDI Koks er næstbest í ríkinum Mánadagin kom nýggja blaðið hjá White Guide Danmark úr, og í hesum sambandi fekk heiðurin sum Ársins fiska- og skejladjórauppliving Pætur Hjalmar Evensson Pature@sosialurin.fo Mánadagin var gastronomiin í danska kongaríkinum í hásæti, tá tey fremstu í matvinnuni hittust til glæsiligt tiltak í Kjøtbýnum í Keypmannahavn. Matblaðið, White Guide, lyfti slørið fyri teimum 153 bestu matstovunum í ríkinum í sam­ bandi við ársins blað­útgávu, White Guide 2019. Føroysku matstovurnar á hes­um listanum eru Barbara, Fútastova, Koks, Ræst, Áar­ stova og Frumbiti.  Men har var ein, ið skaraði fram­úr – sum ikki einaferð, Koks. Forkunnuga matstovan við Leynavatn var veruliga í fokus hetta kvøldið og endaði sum nummar tvey av teimum 153 bestu matstovunum – altso Koks er mett sum næstbesta matstova í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Hetta er vorðið sum heiður at fáa annað árið á rað, tí í fjør fekk Koks eisini sama annað plássið. Tá var tað bara, Geranium, sum var framm­an fyri føroysku mat­ stov­una. Og í ár var tað bara Noma, ið var framman fyri Koks á listanum. Við hesum hev­ur Noma endurvunnið heitið sum “Ársins matstova”, hon fekk frá White Guide í 2016. Sum skilst var tað sera jøvn kapping millum tær ovastu mat­stovurnar, og avgerandi stig­ini snúðu seg bara um marg­in­alar. Hetta er í øllum før­um ein staðfesting av, at Koks veruliga hevur uppiborið sína Michelin-stjørnu og hoyr­ ir til millum bestu mat­stov­ur­ n­ar í ríkinum. Tað besta úr havinum fær mann í Koks At Koks skarar framúr bleiv stað­fest, tá Koks fekk fína heið­urin sum Ársins fiska- og skelja­djórauppliving ella sjó­ gæt­is­uppliving. White Guide Dan­mark, metir Koks vera ta mat­stovuna í ríkinum, sum kann geva gestum sínum besta upp­livilsi við sjógæti. Hesin heiðurin verður latin einari mat­stovu, sum ger okkurt ser­stakt burturúr rávørum frá hav­inum. Grundgevingin hjá White Guide um heiðurin til Koks er soljóðandi: - Við unga Poul Andrias Ziska á odda hevur Koks tey seinastu árini gjørt allan heim­ in uppmerksaman uppá ikki bara dygdagóðskuna hjá Koks, men eisini rávøru­skatta­kam­ arið í Føroyum, har serliga tey mar­itimu elementini eru úr fram­úrskarandi dygd. Í Før­oy­ um kann mann av álvara tosa um “merroir”, og nettupp fisk­ ur, tari og skeljadjór hava eitt ser­ligt pláss í matskránni hjá Ziska. Ikki undarligt, tí hans­ ara sansur fyri at skapa væl­ smakk­andi mat við lokalu skatt­unum er heilt einfalt fram­úr góður. Tvær aðrar matstovur vóru til­nevndar og høvdu møgu­ leika at vinna sama heiður sum Koks – hesar vóru Noma, sum bleiv Ársins matstova, og Rudolf Mathis. Redaktørurin á White Guide Danmark er hugtikin av før­ oysku matstovuni. - Seinasta árið hava vit havt eitt serliga gott upplivilsi við fiska- og skeljadjórum á Koks. Koks er jú heilt serstakt. Fólk frá øllum heiminum ferðast til Før­oya við tí høvuðsendamáli at eta á Koks. Tað er jú eitt heilt fantastiskt avrik, at Koks megn­ar tað, sigur Jacob Löven­ lund frá White Guide. Koks-toymið fegnast sjálv­ sagt um hetta, og í stuttari við­ merk­ing á sosialu miðlunum skrivar Koks soleiðis: - Vit eru glað og eyðmjúk fyri at hava vunnið heiðurin sum tann besta sjógætis­upp­ liv­ingin eins og at verða mett sum nummar tvey í ársins White Guide. Til lukku til øll okk­ara starvsfólk, sum eisini hava uppiborið eitt pláss í White Guide í ár. Hesi fingu heiðurslønirnar: • Ársins matstova: Noma • Ársins tænastuupplivilsi: Peter Fagerland (Slotskøkkenet / Dragsholm) • Ársins nýskapari: Noma • Ársins fiska- og skeljadjóraupplivilsi: Koks • Ársins vínupplivilsi: Nina Højgaard Jensen (Kong Hans Kælder) • Ársins vínkort: Kong Hans Kælder • Ársins ‘Koyr-heim-drykkjuvørumenu: Geranium • Ársins Feel Good-upplivilsi: Vesterøl • Ársins ‘Smag for skillingen’: Textur • Ársins dessertupplivilsi: Slotskøkkenet / Dragsholm Slot • Ársins nýggja matstova: Frank • Ársins ølupplivilsi: Selma • Ársins burðardygd: Relæ • Ársins unga kokkatalent: Anika Madsen (Roxie)