Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Bygdafólk halda oftani Havnina fyri gjøldur, men tað ætlar býráðið í Havn sær at sleppa burtur úr Áki Bertholdsen Nú eru tey í býráðnum í Havn troytt av, at bygdafólk ofta gera gjøldur burtur úr Havnini, og javnan eru farin at kalla høvuðstaðin, Tórshavn, fyri Kantórshavn. Á landsfundinum hjá Fólka­ flokkinum, leygardagin, gjørdi Annika Olsen, greitt, at tey í býráðnum hava nú sett sær fyri at rista hetta speirekandi eyk­nevnið av sær. –  Kantórshavn skal hava eitt nýtt innihald, staðfesti Ann­ika Olsen. Men tey eru fullgreið yvir, at tað er ikki tað stóra av fiski­ vinnu í Havnini. Men afturfyri hava tey aðra vinnu, og tey halda somuleiðis, at tað eru góð­ir møguleikar fyri at geva Havn­ini enn fleiri bein at standa á. Í hesum sambandi sipar hon serliga til ferðavinnuna, sum er í blómandi menning, og tað er nettupp á hesum øki, at borg­arstjórin sigur, at býráðið sær ein møguleika fyri at geva Havn­ini eitt vinnuligt bein aft­ ur­at at standa á. Annika Olsen vísir á, at fleiri hotell eru í umbúna at byggja í Havn­ini, umframt at heilt nógv­ar matstovur og kaffi­ stov­ur eru lagstar afturat hesi sein­astu árini. – Tað, vit síggja fyri okkum er, at tað er neyðugt, at komm­ un­an hevur ein virknan leiklut í hesi menningini, og skapar so góð­ar karmar, sum gjørligt, tí tað er einki at ivast í, at ferða­ vinn­an verður ein av okkara størstu vinnum í framtíðini, sigur hon. – Hjá íslendingum er ferða­ vinnan høvuðsvinnan í dag, og vit síggja eisini fyri okkum, at møguleikarnir fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, og í Havnini, eru óteljandi, legði hon afturat. Men annars staðfestir hon, at tað er kortini ikki sørt av vinnu­lívi í Havn, tí hesi sein­ astu tvey árini er parta­fel­ agsskatturin í Tórshavnar komm­unu tvífaldaðu. Sostatt hevði Tórshavnar Kommuna 50 milliónir í inntøku av parta­ felags­skatti í fjør, men tá skal leggj­ast afturat, at kommunan fær bara 30 prosent av parta­ felags­skattinum, tí landskassin fer við teimum 70 prosent­un­ um. Tey røttu ferðafólkini Og samstundis sum at Tórs­ havnar Býráð hevur sett sær fyri at menna ferðavinnuna, hava tey eisini gjørt sær púra greitt, hvat slag av ferða­vinn­ uni, tey ætla at menna. Ferðavinnan skal vera burð­ ardygg, bæði fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga. –  Vit skulu hava tað rætta slagið av ferðafólki til Havnar, sigur Annika Olsen. Og hon sigur, at tey røttu ferðafólkini eru tey ferða­fólk­ ini, sum leggja nógvar pengar eftir seg, og sum samstundis dálka minst. Tí leggja tey stóran dent á at fáa ferðafólk hendavegin at halda ráðstevnur og fundir. – Ferðafólk, sum koma hig­ ar á ráðstevnur og á fundir, leggja tríggjar ferðir so nógv eftir seg, sum eitt vanligt ferða­fólk, tí tey gista á hotell­ um, eta á matstovu og keypa úr handlum. Og harumframt leggja tey eisini vitan eftir seg í Før­oyum, sigur Annika Olsen. Í hesum sambandi hevur tað áður verið upplýs, at kann­ ing­ar vísa, at ferðafólk, sum koma higar á ráðstevnur og á fund­ir, leggja í miðal einar 3.000 krónur eftir seg í Før­oy­ um í part, har hini ferðafólkini leggja einar 1.000 krónur eftir seg í part. Eitt dømi um hetta er, at eftir eina læknaráðstevna, sum var í Havn nakað síðani, vórðu handlar, kaffistovur, mat­stovur, og aðrar tæn­astu­ fyri­tøkur, spurd um tey høvdu fingið nakran ágóða av tí. Og tað høvdu tey niðurstøðan var, at tey høvdu selt fyri einar fimm milliónir ta vikuskiftið, ráð­stevnan var. VILJA SLEPPA AV VIÐ EITT SPEIÐREKANDI EYKNEVNI Ferðavinnan verður tað næsta, stóra beinið hjá Havnini at standa á – men vit skulu hava tey røttu ferðafólkini, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á landsfundi Fólkafloksins leygardagin. Mynd: Bjarni Nygaard