týsdagur 20. november 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135
TÍÐINDI
Skulu ikki rinda meiri enn 30
prosent í skatti
SKATTUR Fólkaflokkurin hevur sett
sær eitt greitt mál fyri skatta- og
avgjaldspolitikkinum næstu árini
Áki Bertholdsen
Nú skulu skattir og avgjøld
ikki hækka meiri. Tað gjørdi
Jørgen
Niclasen,
formaður
Fólkafloksins, greitt á lands
fundini hjá flokkinum leygar
dagin.
Hann vísir á, at hendan
samgongan
hevur
hækkað
fleiri avgjøld, og í hesum sam
bandi eru avgjøldini á bensin
og á diesel hækkað, vektgjaldið
og tinglýsingargjaldið eru eis
ini hækkað.
Harumframt er gjaldið til
Heilsutrygd hækkað, og somu
leiðis er gjaldið til barsilsskip
anuna og til Samhaldsfasta,
eisini hækkað.
– Ja, sjálvt hondverkarar og
hárfríðkanarkvinnur
fingu
stóra rokning fyri kringvarps
gjald. Tað hendi, tá ið tað varð
sett í lógina, at eisini vinnu
fyritøkur skulu rinda kring
varpsgjald.
– Í eini fyritøku eru tað bert
starvsfólk
og
viðskiftafólk,
sum lurta og hyggja at Kring
varpinum, men øll tey rinda
longu kringvarpsgjald heima
við hús frammanundan.
– Hetta svarar til, at keypir
tú rundstykkir við til arbeiðis,
rindar tú MVG. Men etur tú
tey á arbeiðsplássinum, skal
arbeiðsplássið
eisini
rinda
MVG einaferð afturat. Hetta er
eitt vinnufíggindaligt gjald,
sum skal avtakast, sigur Jørg
en Niclasen.
30 prosent
Hinvegin ger hann greitt, at
Fólkaflokkurin hevur sett sær
eitt greitt mál fyri avgjalds- og
skattapolitikkin.
– Fólkaflokkurin vil í minsta
lagi, at skattur og avgjøld
skulu ikki hækka meiri, sigur
hann. Hann sigur, at skatturin
skal lækkast so at eingin við
lág- ella miðalinntøku, skal
rinda meira enn 30 prosent í
skatti, og vit vilja lækka av
gjøldini á vinnu og borgarar,
sigur hann.
– Skapa vit vøkstur, røkka
vit málinum skjótari. Vit vilja
at ein triðingur av vøkstrinum
í búskapinum skal brúkast til
at lækka avgjøld og skatt við,
ein triðingur skal brúkast til
vælferð og ein triðingur skal
brúkast til at rinda skuld við,
sigur formaður Fólkafloksins.
Fiskivinnan í Føroyum skal
verða nummar eitt
FISKIVINNA Fólkaflokkurin heldur seg hava
loysnina upp á, hvussu fiskivinnan kann
verða í heimsflokki
Áki Bertholdsen
– Eingin ivi er um, at fiski
vinnunýskipanin
hjá
sam
gonguni hevði sín uppruna í
øvundsjúku.
Soleiðis
dróg
Jørgen
Niclasen,
formaður
Fólkafloksins, á landsfundin
um hjá Fólkaflokkinum, leyg
ardagin.
Ikki óvæntað fylti fiski
vinnan eitt sindur á lands
fundinum, og í hesum sam
bandi helt Jørgen Niclasen, at
tað, sum píndi samgonguna
var, at onkur hevði fiskiloyvi,
og seldi tey til ein annan, og
forvann nógvan pening.
Og við teirri grundgeving
gjørdi samgongan tað púra
ólogiska, at taka frá teimum,
sum høvdu keypt, men ikki frá
teimum, sum høvdu selt, er
niðurstøðan hjá fólkafloksfor
manninum.
– Rættindi eru tikin frá
teimum, sum hava keypt. So
statt varð uppboðssøla upp
funnin, tí at landið skal hava
peningin einaferð afturat, og
tað hevur verið frá teimum
somu,
sum
upprunaliga
keyptu.
Doyggja undir øllum
umstøðum
Hinvegin heldur Jørgen Nicla
sen, at tað er sera áhugavert er
at staðfesta, at tey, sum hava
keypt rættindi í fríari sølu, eru
tey, sum hava staðið seg best í
vinnuni. Men tey, sum keypa á
uppboðssølu, hava mist pening
av mest sum hvørjum kilo, tey
hava keypt.
– Munurin er, at frí søla
merkir, at marknaðarkreftirn
ar sleppa at virka. Men upp
boðssøla er eitt monopol, sum
merkir, at bjóðar tú ov lítið,
doyrt tú, tí tú einki fær. Bjóðar
tú ov nógv, fær tú kvoturnar,
men doyrt, tí tú bjóðaði ov
nógv.
Men annars sigur hann, at
boðskapurin hjá Fólkaflokkin
um er greiður.
– Vit mugu hava eina fiski
vinnu, sum er fremst í heimin
um. Tað gerst bara, um vinnan
kann gera nýíløgur, tí við
nýggjastu útgerðini kunnu vit
aftur leggja okkum fremst.
Tað er bara at hyggja at í ali
vinnuni.
Og Fólkaflokkurin heldur
seg eisini hava uppskriftina.
– Uppboðssølan má avtak
ast beinanvegin og fiskiloyvini
skulu latast við somu treytum
sum í alivinna. Tað merkir, at
talan skal vera um 12 ára loyvi,
tí tá ber til at fáa fígging til ný
bygging, sigur hann.
– Tilfeingisskatturin eigur
at verða tann sami, sum skatt
urin hjá oljuvinnuni undir Før
oyum. Tað merkir, at eyka
skattur verður kravdur, tá ið
allar íløgurnar eru rindaðar
aftur. Tá verða tey lønt, sum
gera nýíløgur, men tey verða
skattað, tá íløgan er goldin.
– Í fiskivinnupolitikkinum
má loyvisskipanin gerast sum
í alivinnuni, uppboðssølan skal
burtur, tilfeingisskatturin má
verða sum í oljuvinnuni – og
vit mugu ongantíð skifta fiski
dagar út við kvotur, dregur
Jørgen Niclasen saman um.
Avgerandi neyðugt
Jacob Vestergaard, løgtings
maður fyri Fólkaflokkin, helt
somuleiðis, at tað heur avger
andi týdning, at nýggja fiski
vinnuskipanin verður broytt
aftur, so at vit aftur fara til
eina loyvisskipan, har reiðarar
fáa brúksloyvi við 12 ára upp
sagnartíð.
Fiskivinnan
skal
ikki stýrast úr Tinganesi, men
fáa frælsi til at skipa seg sjálv,
og tað ber eisini í sær, at hon
fær frælsi til at keypa og selja
fiskirættindi ímillum sín.
Hann sigur, at tað er eisini
avgerðandi neyðugt, at fiski
vinnan má sleppa at ráða yvir
tí vinningi, hon skapar, og tí
verður tað neyðugt, at til
feingisgjøldini verða avtikin,
og at eisini uppboðssølan verð
ur avtikin alt fyri eitt.
Hann sigur, at tað er hetta,
sum krevst fyri at fiskivinnan
fær endurnýggja seg, so at hon
kann verða í fremstu røð.
Og ikki um at tala verður
tað alneyðugt at forða fyri ætl
anini hjá samgonguni at fara
frá núverandi fiskidagaskipan,
til eina kvotuskipan.
– Tað er prógvað, at kvotu
skipanir eru ikki brúkiligar
skipanir í Føroyum, tí tað elvir
til útblaling og svik, sigur
Jacob Vestergaard.
Eykaskattur skal ikki krevjast fyrr enn allar íløgurnar eru goldnar,
var boðskapurin hjá Jørgen Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, á
landsfundinum í Salt á Drelnesi leygardagin. Mynd: Bjarni Nygaard
Nýggja fiskivinnuskipanin skal broytast aftur og tilfeingisgjøldini skulu
avtakast, sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, á landsfundinum
hjá Fólkaflokkinum leygardagin. Mynd: Bjarni Nygaard