Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Kenslan av, at ryggurin er troyttur, at tað stingur í mjadnunum – ella, at tað kennist, sum knívur sting­ur í knøunum, kann fáa tey flestu at halda aftur við longum gangi- ella rennitúrum. Tað er tó ymiskt, hvus­ su vit bera okkum at í slíkari støðu. Nøkur fáa sær heilivág og vóna, at pínan gongur yvir av sær sjálvari, og onnur søkja sær við­gerð­ ir, sum tey vóna kunnu hjálpa upp á støðuna. Fjarðandi virknaður Føturnar eru sjáldan stað­ ið, sum fólk í fyrstu syfti hyggja eftir, tá pína ger seg galdandi – í ryggi, mjad­ num ella knøum - sjálvt um føturnir sakt­ans kun­ nu vera rótin til pínu­na. Virka tínar føtur ikki ana­tom­iskt rætt, hvørvur fjarð­andi virknaðurin, tá tú gongur, leypir ella renn­ur. Tað er júst hesin virk­ naður, sum vanliga fyri­ byrgir, at stoytirnir ikki greina seg til restina av kroppinum. Sum tíðin gongur, kann vantandi fjarðandi virk­naðurin í fótunum slíta kroppin, sum tá byrjar at siga frá. Ofta kemur trupul­leik­ in við fótunum, tá tú legg­ ur meira enn vanligt trýst á tínar føtur. Í slíkum føri kann orsøkin eitt nú vera við­fødd ranglega, skeivir skógvar, yvirvekt ella sjúka. Til at hjálpa upp á skeivu føturnar, kanst tú brúka skógvainnlegg og so­leiðis fyribyrgja pínuni. Sergjørt innlegg Skalt tú hava skógva­inn­ legg, sum rættar fótfeilir, skulu hesi verða sergjørd, eitt nú av fótterapeuti. Í slíkum føri er neyðugt við einari gjøl­lig­ ari kanning av fóti, gongd og møguligari renning. Skógvinnleggið skal snið­gevast serstakt og neyvt til tínar føtur og tørv. Um neyðugt, kemur tú eisini til eftirlit, har skógva­inn­leggið verður passað til, tá tú hevur roynt innleggið í eina tíð. Tú fært at vita, hvussu tú best ansar eftir tín­ um fótum, og tú fært ráð­geving um, hvørjar skógvar tú eigur at ganga í. Tað er skjótt at gerast freistaður av at keypa onkur standardinnlegg til tínar skógvar á netinum – onkur innlegg, har veit­arin lovar, at pínan í fótinum og møguliga í ryggi, mjadnum og knø­ um fer at minka við júst teirra innleggi. Men, slíkir tilvildarligir veitarar hava ongan møgu­leika at taka hædd fyri teimum tingum, sum eru orsøkin til tínar fót­ trupul­leikar. Standardinnlegg í skóm kunnu samanberast við standarboyla til tenn, og ein slíkur boyli hevði neyvan rættað nakað ser­ ligt upp á tenninar. Tínir skógvar, styvlar og sandalur skulu altíð vera ein partur av loysn­ini. Innleggið í skónum skal ikki vera smalari ella breiðari enn skógvurin, tí tá hevði innleggið gliðið runt í skónum og gjørt trupul­leikarnar størri, enn teir eru. Heldur ikki skal skógva­inn­leggið vera ov tjúkt til skógvarnar, sum tað skal liggja í. Ryggur og fótur Hevur tú trupulleikar við fótunum og skógvunum, er skilagott at royna at finna eina loysn. Sum við so nógvum øðr­um her í lívinum, veitst tú ikki, fyrr enn tú hevur roynt tað, hvussu tað virkar. Soleiðis er eisini við ein­um skógvainnleggi, sum er skapað í hond­un­ um á einum fótterapeuti. Fótterapeutar eru ser­ frøð­ingar í skógva­inn­ legg­um, sum tey byggja upp eftir hvørjum ein­ støk­um viðskiftafólki. Í slíkum føri eru mátini neyv, og tilfarið er tað eisini. Fótterapeutar kunnu rætta fótin neyvt, og tey kunnu við skógva­ inn­legginum byrgja upp fyri teirri ójavn­vág, sum tyngir kroppin. Men, skógvainnleggið er bara ein partur av viðgerðini, og ein fót­ tera­peut­ur ger altíð eina meting, hvørjir møgu­ ligir aðrir tørvir eru. Talan kann eitt nú vera um fótviðgerð og fót­ venj­ingar, har alt saman­ lagt kann fyri­byrgja og linna fót­trupul­leikar og møguliga pínu. Tað verður sagt, at ryggurin hevur røtur í fót­unum og føtur, sum ikki virka anatomiskt rætt, kunnu geva pínu í rygg, mjadnar og knø. Kelda: www.helse.dk RYGGURIN HEVUR RØTUR Í FÓTUNUM Føtur, sum ikki virka anatomiskt rætt, kunnu geva pínu í rygg, mjadnar og knø. Tí er umráðandi, at føturnir hava tað gott í skógvunum. Um neyðugt, skal ein fótterapeutur syrgja fyri at rætta møguligar fótfeilir við sergjørdum skógvainnleggi