Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Oda Wilhelms­dóttir Andreasen Vakra oyggin í vestri er nú í stór­um vanda fyri at hóp­ ferð­a­vinna kann oyðileggja hana, um ikki ferðavinnan og ferðsl­an verður betri skipað. Ferðavinnan í Føroyum er í stórum vøkstri og er eitt sera jaligt ískoyti til føroyska b­ú­skap­in. Ferðavinnan eigur at vera javnsett við út­flutn­ings­vinn­ una, og hon er sera burð­ar­ dygg á tann hátt, at nátt­úran er hennara tilfeingi og ongin inn­flutn­ingur nýtist, fyri at bjóða okkara vøkru náttúru fram. Tað er tó týdningarmikið, at vit í Føroyum við ein­ um burðar­dygg­um ferða­ vinnu­pol­i­tikki skipa okkum soleiðis, at ferð­a­vinn­an virð­ ir fólk, mentan og náttúr­u­til­ feingi. Um ferðavinnan verður rik­in á rætta hátt, kann hon ger­ast eitt tað besta, sum er hent fyri Føroyar. Hon kann vera við til at skapa lív og inntøkur í út­oyggj­ um og útjaðarinum, fleiri matstovur, gist­ing­ar­møgu­ leik­ar, útferðartilboð, til­tøk o.a. og ikki minst fer hon at styrkja um okkara tjóð­ar­bú­ skap. Altjóða rákið frá suður til norð Altjóða ferðavinnurákið gong­ur nú meira frá suður til norð og trendurin er aut­ent­ isk upplivilsir og aktiv feria. Trygg­leiki er í hásæti og ger hetta eis­ini, at Norðurlond eru vorð­in nógv meira eft­ir­ spurd innan ferðavinnu. Industrialiseringin í 70 u­num merkti, at sólferia og avslapping vóru mest eft­ir­ spurd, men nú fleiri og fleiri hava skriv­i­borðs­ar­beiði, er aktiv feria, har vit røra okk­um, í stór­um vøkstri og júst hesa uppliving fáa út­ lendskir gestir og føroyingar í Føroyum. Mykines og ferðafólkavøksturin Hagtøl frá SSL vísa, at Myk­ ines­ar­eiðin hevði 5.631 ferð­ andi í 2009, í 2017 var talið vaks­ið til 20.629, ein vøkstur á fleiri hundrað prosent. Talið fyri 2018 er 19.790 ferð­andi við Strandferðsluni. Hædd skal takast fyri, at hesi tølini eru uttan tey, sum flúgva við tyrluni og koma til Myk­ines við leigubáti. Í Mykinesi búgva ein­ans 16 fólk alt árið, so ferða­fólk­ a­tal­ið í mun til íbúgvar kann lýs­ast sum massaferðavinna. Hetta høga talið setur bæði fysisku og sosialu burð­ar­ dygd­ina í vanda. Hvør er orsøkin til stóra vøksturin? Visitfaroeislands hevur markn­að­a­r­ført Føroyar sera væl, og hevur hetta ført til stóran vøkstur í ferða­fólk­a­ talinum. Orsøkin til at hetta hevur ført til so stóran vøkstur í Myk­inesi er m.a. at flest allar mynd­ir, filmar o.a., sum eru brúkt­ir at marknaðarføra Før­oy­ar, hava Mykines við. Eisini er lundin ein stór at­ trak­t­ión, flest ferðafólk vilja síggja lunda. So man kan siga at ferðavinnan í øllum Før­ oyum er ikki so nógva vaks­ in, men í Mykinesi er hon eks­plo­derað. Fram til 2012 gjørdi bát­ ur­in til Mykines bara ein túr um dagin, út um morgunin og inn seinnapart, tvs. har sluppu bara 89 fólk út í oynna um dagin. Stóri vøkst­ ur­in kemur í 2013, tá báturin Jós­up, byrjar at gera 1-2 eyka­túrar um dagin. Flest allir gestir, sum vitja Myki­nes, ganga leiðina niðan á minn­isvarðan, gjøgnum lunda­landið í Lamba og út á vit­an í Mykineshólmi. Fyrr vóru einans tey 89, sum sluppu við bátinum um dag­ in og var ferðslan gjøgnum lunda­landið 4 tímar um dag­ in, frá kl. 11 til kl. 15. Tá báturin ger eykatúrar 2 ferð­ir um dagin, er ferðsla gjøgnum lundalandið frá kl. 11 til kl. 18. Harumfram ferð­ ast 200 til 300 fólk gjøgnum lunda­landið um dagin. Hetta slítur uppá viðbrekna lendið í Lamba og órógvar lundan nógv. Gøtan er niðurslitin og vandi er fyri erosión í lundalandinum í Lamba. Ognarviðurskifti Ognarviðurskiftini á gøtuni frá Mykinesbygd og út til fýr­in í Mykineshólmi eru marg­fald. Kommunan eigur Mykines – burðard Vitin í Mykineshólmi Mynd: Oda Wilhelmsdóttir Andreasen