Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135 TÍÐARGREIN gøt­una, Landsverk eigur Brúnna, ein privatur eigur veið­u­rætt­indini í Lamba og Sø­farts­styrelsen eigur ein stór­an part av Hólmanum og har­um­framt eru fleiri eigarar av haga­pørtum í Mykinesi, sum eiga í Hólmanum. Lendið og lundin í Lamba og vand­in fyri erosión og lund­a­lívi Lundalandið í Lamba Eg skrivaði eina uppgávu um burð­ardygga ferðavinnu í Mykinesi í 1997 og tosaði tá við Berg Olsen fuglafrøðing. Eg spurdi hann um í lunda­ landið í Mykinesi og á­virk­ an­ina av ferðafólki á lundan har. Hann segði tá, at tað ikki er vanligt, at man loyv­ir gongu gjøgnum eitt lunda­ land. Í Skúvoy t.d. er skelti sett upp, har gestir vera bidn­ir um ikki at ganga gjøgnum lundalandið, men ístaðin eyg­leiða lundan burturfrá lunda­landinum. Hann segði, at lundi tolir nógv órógv, men at ganga oman­ á lunda­holu­num er ikki gott. Gonga á lunda­holu­ num kann gera, at ungarnir vera kroyst­ir í holuni. Hann segði eisini, at um man sting­ur hondina niður í eina lunda­holu, meðan lundin ligg­ur á egginum, so fara 50% av lundu­num frá reiðrinum sum ger, at ungin doyr í eggi­num. Lundin liggur á eggi­num frá ultimo mei til ultimu juni. Við atliti til erosión í Lamba segði hann, at lundin grev­ur holur 4 metrar undir jørð­ini, sum ger at lendið er sera leyst og harvið er størri vandi fyri erosión. Er gjald fyri gongu út í Myk­in­eshólm loysnin? Nógv amboð eru at stýra burðardyggari ferðavinnu. Tá avbjóðingin er fysisk, øko­logisk ella náttúru burð­ ar­dygdin, er avmarking av ferð­a­fólki rætta amboðið. At taka 100 krónur frá ferða­fólki og lata tey ganga gjøgn­um lundalandið í Myk­ inesi, verjir hvørki lendi ella fugl. Á sumri 2017 var avgjørt at gest­i­rnir einans sluppu út í Hólm við ferðaleiðara. Hetta er hóast alt betri, tí so syrgir ferðaleiðarin fyri, at tey ikki traðka á lunda­hol­ ur­nar og halda seg til gøtu­na. Eisini er hetta við til at skapa inntøkur til oynna, um ferð­a­ leiðarin er lokalur. Man valdi at taka 100 kr, fyri at Mykines skuldi fáa nakað fíggjarligt burt­ur­ úr ferðafólku­num, tvs. her hugsaði man um fíggj­ar­ ligu burðar­dygd­ina, held­ur enn náttúru burð­ar­dygd­ina. Gøtan út til Myki­nes­hólm var stongd nakr­ar dagar í summar, tí vandi var fyri at ferðafólk skuldu glíða á hálu slitnu gøt­uni. Man hugsaði um trygd­ina hjá ferða­fólk­i­ num og tað er sjálvandi sera týdn­ing­ar­mik­ið, men hvat við slit­i­num á lendið í lunda­ land­i­num? Um man veruliga vil verja lend­ið móti erosión, er loysn­ in at avmarka ferðafólkatalið og í enntá at banna ferðslu í lunda­land­i­num og heldur seta kik­ara upp, so man kan hyggja niður í lundalandið í Lamba. Lundi sæst allastaðni í Myki­nesi, man nýtist ein­ ans at ganga niðan á egg­ ina yvir bygdini ella út til minn­isvarð­an­, so sær man nógvan lunda. Tá ferða­fólk­ ini í summar fingu for­klár­að, at tey ikki sluppu út í Myk­ in­es­hólm, orsakað av ringu gøtuni, høvdu tey fult for­ stáilisi fyri tí. Tey fóru hóast tað vælnøgd avstað aftur og høvdu sæð nógvan lunda. Nú lundin ikki er fleyg­ aður í 10 ár, er hann vorin sera tamur og ræðist ikki fólk, so møguligt er at koma sera tætt uppá lundan, uttan at man nýtist at ganga gjøgn­ um lundalandið í Lamba. Hvør er rætta burðardygga loysnin? Tað er av alstórum týdningi, at kommuna, land, nátt­ur­u­ vernd­ar­fel­ags­skap­ir, vinna og lokala fólkið í Mykinesi efti­rmeta summarið 2018 og finna eina loysn, sum bæði er økonomiskt, náttúru og sos­i­ alt burðardygg til summ­arið 2019. Dentur má fyrst og fremst leggjast á at verja lendi og lunda og síðani trygd og upplivilsir hjá ferð­ a­fólkinum. Mykinesbúgvar mugu onk­urs­vegna fáa inntøkur av øll­um teimum vitjandi, men tað er ein betri loysn at gera ein pakkaprís við ferða­ leið­ara, har gjaldið er goymt í prís­inum heldur enn at krevja 100 kr. Man kundi loyvt ein­um avmarkaðum tali av gest­ um á eksklusivan túr við ferðaleiðara út í Myk­in­es­ hólm, fyri tilsvarandi høgan kostn­að. Gøtan kundi verið lagt øðr­vísi, so hon ikki fer beint gjøgn­um brattlendið í Lamba og gøt­an undir berginum má um­vælast. Orsøkin til at gøtan er har, sum hon er, er at man ikki vildi órógva menn, meðan teir fleygaðu lunda, heilt niðri við helluna. Mykines hevur eis­ini meira at bjóða ferða­fólk­u­ num enn lunda og súlur, m. a. søg­u­na um listamannin Miki­nes, Torv­húsini og Stein­skóg­in. Mykines er í jaligari menning Mykines er í einari ja­ligari menn­ing í løtuni. Hús vera keypt og umvæld og kom­ andi summ­ar vera nakrar ný­ bygdar íbúðir, so fleiri hava møg­u­leika at gista í Mykinesi alt árið. Góðskan er hækkað av út­ boði av mati og gott wc er í bygd­ini. Um mykinesfólk, vinna, komm­una ogVisitfaroeisland í felag leggja eina ætlan fyri menn­ingina í Mykinesi, ivist eg ikki í, at man finnur eina góða burð­ar­dygga loysn, sum øll eru nøgd við. Eina loysn, sum samstundis, sum hon verjir náttúruna og lund­ an, er við til at skapa trivn­ að og ment­an í Mykinesi, eitt inn­tøk­u­grund­arlag av ferða­vinn­uni í Myk­i­nesi og ikki minst, eina trygga og dygdargóða vøru til ferð­a­ fólk­ini, sum vitja Mykines. dygga avbjóðingin Gøtan niðan gjøgnum lundalandið í Lamba Skelti í Skúvoy Mynd: Oda Wilhelmsdóttir Andreasen Lundi í sólsetur Mynd: Oda Wilhelmsdóttir Andreasen Lundi á eggini yvir Mykinesbygd Mynd: Oda Wilhelmsdóttir Andreasen