týsdagur 20. november 2018síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135
42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá
kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Andor Elias Ellefsen
f. 21.07.1937 d. 05.09.2018
andaðist og fór til gravar.
Takk til Hera Joensen, prest og kirkjusangarar. Takk
fyri vitjanir, heilsanir, bakstur, hjálp til ervi.
Takk fyri blómur og kransar.
Takk fyri minnisgávur til Krabbameinsfelagið.
Stóra takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Kamma
Guðrið, Ann, Ólavur og Hans við familjum
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi ,
tá okkara kæra mamma
Elsebeth Malene (Ebba) Ziska,
f. Højgaard.
f. 14.01.1922 + 26.07.2018
andaðist og varð jarðað.
Takk til heimarøktina, ið tók sær
av mammu seinastu árini og starvsfólkið
á landssjúkrahúsinum, ið altíð var
til staðar, tá tørvur var.
Ein serstøk tøkk til Marjun Bæk,
fyri andakt á sjúkrahúsinum og troystandi orð
í heiminum og til jarðarferðina.
Tøkk til tykkum øll, ið mintust Ebbu
við blómum og kransum.
Hjartans tøkk til tykkum mongu sum fylgdu.
Anna, Sólfríð, Póla, Andrias, Súni, Álvur, Bjarki
og Marjun við familjum.
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá elskaða
mamma, omma, langommaog olduromma
Esther Nilssen
f. 06-05-29 d. 21-09-18
andaðist og var jarða.
Takk til tykkum øll sum vóru um hana
síðstu tíðuns á suðuroyar Sjúkrahúsið
Ein serstøk tøkk til Margreh Joensn fyri trúðfesti.
Takk til samkoman Sion fyri lán av høli
og til Frelsunarherin í Vági,
fyri stóru hjálpuna við ervinum.
Takk fyri blómur og gávur, og tykkum
sum fylgdu henni til jarðaferðina.
Vegna familjuna
Johannes Lydia og Anja. Johannes Nilssen.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu, tá
kæri maður, pápi, verpáppi, abbi og bróður okkara
fór heim til Harran.
Hans Elias Tórgarð Joensen
ættaður av Nesi í Eysturoy
F. 24.01.1947 D. 25.10.2018
Andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til øll tykkum sum vóru um hann tað seinastu
tíðina á G4 og B6 á LS, og heimasjúkrasystrarnar.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til seinasta
hvíldarstað hansara. Tøkk fyri heilsanir, blómur
og minnisgávur. Tøkk til tykkum í Ebenezer sum
gjørdu dagin so góðan, tøkk til sangkórið, sum setti
sín serliga dám á dagin. Tøkk til øll tykkum sum
hjálpti við til ervinum, bakaðu og gjørdu alt so gott.
Tøkk til sjúkasystrarnar-bindiklubban sum hjálptu
við til ervinum. Ein hjartans takk til tykkum øll og
Harrin signi tykkum.
Fyri tey avvarandi.
Asta við børnini við familju
Jóhanna og Martha við familju.
ÍVERKSETANAR
STUDNINGUR
til listafólk í 2019
Mentanargrunnur Landsins kann lata listafólkum
íverksetanarstudning við støði í listaligum og fakligum
metingum.
Íverksetanarstudningur skal lætta um hjá evnaríkum
listafólkum, serliga ungum, at koma víðari við teirra
skapandi listaarbeiði. Studningurin kann nýtast til tilfar,
leigu av atelieri, námsferðir o.l.
Íverksetanarstudningurin er kr. 75.000 árliga og kann í
mesta lagi latast sama persóni í 2 ár.
Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi
sunnudagin 16. desember 2018.
Umsóknarbløð fáast á heimasíðu okkara
www.mentanargrunnur.fo
Lützenstrøð 4 – FO-100 Tórshavn - tlf. 320842 – tlf. 220845
mentan@mentanargrunnur.fo - www.mentanargrunnur.fo
STARVSLØNIR
til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2019
Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum
starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum
av verkevni ella verkætlan.
Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum
máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum
mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin
skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum
kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist,
bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast
við hesar listagreinir.
Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis:
1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1
mánað til 12 mánaðir.
Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á
fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum er kr. 27.955,85
um mánaðin.
Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi
sunnudagin 16. desember 2018.
Umsóknarbløð fáast á heimasíðu okkara
www.mentanargrunnur.fo
Lützenstrøð 4 – FO-100 Tórshavn - tlf. 320842 – tlf. 220845
mentan@mentanargrunnur.fo - www.mentanargrunnur.fo
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
i
f