týsdagur 20. november 2018síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum,
vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um
framleidnið í føroyskari fiski vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og
samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Burðardyggur fiskiskapur
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni og
førleikamenning í øllum liðum
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging, onnur fígging og
samfígging er skjalfest
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Fiskivinnuroyndir kann í hesum umfari útluta
7,2 mió. kr. komandi ár til nýggjar og verandi
verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá
vinnuni at søkja um stuðul til setan av
vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu
økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000
kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Tel. 35 30 30 / fartel. 55 32 48 ella til
jakupmo@fisk.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin
3. desember 2018, kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO-110 Tórshavn
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar
og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu
okkara www.fvg.fo
FISKIVINNUROYNDIR 2019
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2018.
Lýsing eftir umsóknum
Í juli 2018 varð nýggj kunngerð um stuðul til ferðavinnumenning
sett í gildi, ið gevur Visit Faroe Islands heimild at lata vinnuligum
menningarátøkum innan ferðavinnu fíggjarligan stuðul.
Endamálið við stuðulsskipanini er at birta undir og
stuðla vinnuligum átøkum innan ferðavinnu, ið stuðla
menningini av eini ábyrgdarfullari og burðardyggari
ferðavinnu kring alt landið.
Øll hava møguleika at søkja um stuðul, um treytirnar
eru loknar, tað veri seg einstaklingar, fyritøkur ella
felagsskapir.
Freistin at søkja er fríggjadagin 7. desember.
Meira kunning um stuðulsskipanina og vegleiðing um
treytir o.a. er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe
Islands: www.visitfaroeislands.com/vinna
Søk um stuðul til
ferðavinnumenning
Umsóknarbløð til grunnin fáast á www.fsn.fo
ella við at ringja á tlf. 316973 - 216973.
Endamál grunnsins er:
at veita stuðul til eftirsitandi hjá føroyskum fiskimonnum, til niðurberjing av
tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi ella lekjandi virksemi í Føroyum og
at veita stuðul til fiskimenn, ið vegna sjúku eru óarbeiðsførir sum fiskimenn
og ikki fáa nóg mikið á annan hátt.
Umsóknir til Hjálpargrunnin mugu vera grunninum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 12. desember 2018, og skulu sendast til
Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn, Postboks 135, FO-100
Tórshavn, ella á t-post adressu hjgr@fsn.fo – viðmerkjast “Umsókn”.
Eisini kunnu umsóknurnar lætast inn á skrivstovu felagsins hjá
Føroya Skipara- & Navigatørfelag, Smærugøta 9a, 100 Tórshavn.
Umsóknir, ið koma inn eftir hetta, verða ikki tiknar við.
HJÁLPARGRUNNURIN
FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG
Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn · Tlf. 316973
Fax 318516 - www.fsn.fo - fsn@fsn.fo
Hjálpargrunnurin fyri
óarbeiðsførar fiskimenn