týsdagur 20. november 2018síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135
44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MERKIDAGAR
Brúdleyp
Leygardagin 1. des 2018 giftast
Rannvá Lamhauge Beder &
Jan Ovi Winther Olsen
Vígslan verður á Føroya Tele
kl 11.
Eftur vígsluna er móttøka
har høvið er at heilsa uppá
brúðarparið.
Veitslan verður hildin
í Dugna á Hjalla fyri
innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 30 des. hava
Durita og Niels Pauli
Toftegaard, Fuglafjørður
verið gift í 25 ár.
Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 18. Tey ið ynskja at gleða
okkum við at koma, kunnu
tekna seg á tel. 215030 Durita
ella tel. 225562 Niels Pauli
áðrenn 7. des.
Gullbrúdleyp
Tann 19. novembur hava
Kristbjørg og Poul Joensen,
Leirvík verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin saman
við teimum nærmastu.
Brúdleyp
Fríggjadagin 28. desembur
giftast Adelheid Olsen,
Klaksvík og Niklas
Poulsen, Toftir. Vígslan
verður í Fríðrikskirkjuni
kl. 12.00. Veitslan verður í
býgdarhúsinum í Leirvík
kl. 18.00. Tey, ið vilja gleðast
saman við okkum hendan
dagin, vera vinarliga biðin
um at siga frá áðrenn 10.
desembur á tlf. +298 264180
(Niklas), ella +45 52167243
(Adelheid) ella á facebook.
Gullbrúdleyp
22. desember hava vit verið
gift í 50 ár.
Um Gud vil og vit liva, verður
dagurin hátíðarhildin sama
dag í leguhúsinum í Nesvík
kl 18.00
Tað hevði glett okkum at sæð
familju, vinir og kenningar.
Tey í ynskja at hátíðarhalda
dagin saman við okkum,
verða vinarliga biðin um at
siga okkum frá á tlf 721010
(Torgerð) / tlf 727272 (Immi)
ella skriva til okkum á
Facebook áðrenn 7. des.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga
Torgerð og Immi Dam
80 ár føðingardagur
Tann 8. des. 2018 verða
tvíburðanir Fríðbjørg
Olsen og Fríðolv
Eysturberg 80 ár. Dagurin
verður hildin í Roynhøllini
kl. 19. Tey, ið ynskja at
hátíðarhalda dagin saman
við okkum, verða biðin
um at siga frá á tlf. 274832
- 266665 - 575097 áðrenn
1. des.
75 ár
7. decembur verður
Rannvá Øregaard
Sørensen Søldafjørð 75
ár
Dagurin verður hildin í
samkomuhúsinum Elim
í Søldafirið frá kl 18
Øll eru hjartaliga
vælkomin
2 x 50 ára
føðingardagur
25. okt. og 25. nov. runda vit
tey hálvthundra.
Vit halda vit dagin heima hjá
okkum 1. des. frá kl. 18
Øll eru hjartaliga vælkomin
Vinarliga
Kristmund og Kristbjørg
Brúdleyp
Vit skulu giftast 29. desembur
2018! Vígslan verður í Havnar
kirkju kl. 11 og opið hús
verður í Østrøm frá kl. 19,
har øll eru vælkomin til ein
nátturabita. Tað hevði glett
okkum at sæð familju, vinir
og kenningar.
Fá íblástur og
ráðgeving, vitja
okkara hugnaliga
handil á Hálsi.
Ring 311400 ella skriva til
ordri@thomasdam.fo
og bið um tilboð
Thomas Dam á Hálsi
Veitari til stórkøkar og
smákøkar
FØROYA
MYNDAKALENDARI
FYRI 2019
– fæst kring alt landið
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo