Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Skeiv tøl um Arctic Voyager. Skeivir pástandir. Skeivir samanhangir. Veruleikin má víkja fyri propaganda, nú Fólkaflokkurin skal málast grønur Sjúrður Skaale Eitt má mann siga um Hanus Samró: Hann er sera virkin sum polit­isk­ ur sølumaður hjá Fólka­ flokki­num. Tað streym­ar frá honum við stað­fest­ ingum av øllum handa slag. Men tíverri er tað mongd­ina, hann leggur dent á – ikki dygdina. Nógv av tí, hann sprænir úr sær, byggir ikki á fakta yvir­høvur. Tað seinasta er, at flokkurin hjá Hanusi skal mark­erast sum um­ hvørvis­flokkur numm­ar eitt. Tað plagdi annars ikki vera gamalt. “Um­ hvørv­ist­ar“ hava verið javn­sett­ir við “sosialistar“ í floksins retorikki. At veður­lags­broyt­ ing­ar eru mannaskaptar hevur flokkurin av­nokt­ að – og at vit hava nakra ábyrgd mótvegis um­ hvørvinum, tá tað snýr seg um at avmarka CO2- útlátið, hevur flokk­urin grinið at, tí tað ger so lítlan mun. “Tað er sum at royna at tøma Atlants­ havið við skeið”, sum tað hevur verið orðað. Men nú tykist Hanus hava funnið útav, at veljar­in ikki hugsar so­ leið­is, so tí skal flokkurin – av taktiskum orsøkum – knappliga málast grøn­ur. Ikki við at gera so nógv sjálv­ur – men við ósann­ ind­um at ákæra onnur fyri IKKI at vera grøn. CO2 CO2 útlátið hjá Før­ oy­um er vaksið undir sit­andi samgongu, av­ dúk­ar Hanus sum eina sensatión í farnu viku. Og so ger hann ta polit­ isku niðurstøðu, at “sam­ gongan er kola­svørt“. Veruleikin er, at okkara út­lát er vaksið støðugt farnu 30 árini. Men farnu trý árini hava vit havt stóran búskaparvøkstur, nógv byggivirksemi og fólka­tilflyting. Tað hevur av sær sjálvum við sær størri útlát. Síðani pástendur hann, at Arctic Voyager er eitt tað mest dálkandi skip­ið í flotanum. Og av tí, at hetta skip fiskar av menningarkvotum, ger hann ta politisku niður­ støðu, at fiski­vinnu­ politikk­ur­in hjá sam­ gongu­ni elvir til meira dálk­ing. Fyri at undirstrika poeng­ið, kemur hann við hesum løgna pástandi: “Um vit so høvdu bjálv­ að øll húsini í Føroyum, høvdu tey ikki dálkað eins nógv og Arctic Voy­ ag­er í farnu viku.” Hanus tykist altso halda, at jú meira mann bjálv­ar, jú meiri orku brúk­ar mann. Men so­leið­ is er ikki, Hanus góði. Tað er øvut. Nógvir pástandir; einki fakta Um vit spæla at vit taka Hanus í álvara og kanna hansara pástand, sær tað soleiðis út: Um Arctic Voyager dálk­ar meiri enn øll hús­ ini í Føroyum, brúkar skip­ið 40-50.000 tons av olju. Tað ger skipið sjálvandi ikki. Um Hanus hevði minsta áhuga í fakta, hevði hann skjótt funnið útav, at í 2016 var samlaða olju­nýtslan í Føroyum 236.564 tons. Av hesum brúkti fiskiflotin 71.600 tons – t.e. góð 30 prosent av samlaðu nýtsluni. Til saman­beringar brúktu vit sama ár góð 20 prosent av samlaðu oljunýtsluni – umleið 47.500 tons – til at hita sethús og aðrar bygn­ingar. At flotin brúkar lut­ fals­liga nógv kemst ikki av fiskivinnupolitikkum hjá sitandi samgongu. Tað kemst av støddini og veiði­orkuni hjá flotanum. Og flotin er altso ikki bara Arctic Voyager. Sambært Sjó­vinnustýrinum eru 116 skrásett fiskiskip í flota­ num, sum eru 20 brutto tons (20BT+) ella størri – og Arctic Voyager er bara eitt av hesum 116. Vissi vit eru fitt við Hanus kunnu vit siga, at hann kanska hevur hugsað sum so, at einans helvtin av skrásettu 20BT+ skipunum eru í vin­nu. So eru 58 skip, sum saman­lagt brúka 71.600 tons av olju um árið. Hetta svarar til, at hvørt skip í miðal brúkar góð 1.200 tons av olju. Vissi vit eru enn fitt­ ari við Hanus kunnu vit eisini siga, at hann kanska hevur filosoferað seg fram til, at Arctic Voy­ag­er brúkar 20 ferðir so nógva olju sum hini 20BT+ skipini. Um so var hevði árliga nýtslan hjá Arctic Voyager verið 24.000 tons. Men so nógv brennir Arctic Voyager heldur ikki. Og hóast skipið hevði brent so nógv, hevði talan einans verið um helvtina av tí, sum set­hús og bygningar brúka um árið. So her er eingin um­ ber­ing fyri Hanus – uttan mun til, hvussu fitt vit eru við hann og uttan mun til, hvussu langt vit toyggja okkum fyri at skilja hann. Uppáhaldið hjá Hanusi er bara heilt ófatiliga ó­seriøst. Tað sigur einki um veruleikan – men tað sig­ur óhugnaliga nógv um, hvussu lítið hann og hansara flokkur leggja í veru­leikan. Vinnupolitikkur ella vinapolitikkur Samgongan hevur sett greið mál fyri Føroyar á umhvørvis- og orku­øki­ num fram móti 2030. Og sam­gongan hevur eisini lagt ætlanir um, hvussu málini skulu røkkast – m.a. við Orkupolitisku Ætlan­ini, sum kom í juni. Tí er ætlanin, at el til hitapumpur og elbilar skal gerast bíligari. Tí hava vit fingið eina bygn­ ings­kunngerð, so bygt verð­ur so orkuvinaliga sum gjørligt. Sambært Um­hvørvis­ stovuni kann orku­ nýtslan til upphiting í hús­um í summum førum mink­ast heili 40-50 % við bjálv­ing, tetting o.ø. Talan er sostatt um átøk, sum kunnu fremjast, og sum fara at minka samlaða orkutørvin hjá Føroyum nógv. Og so er tað fiski­vinnu­ nýskipanin. At veiðu­loyv­ ini við henni eru tikin av, merkir, at loyvini liggja hjá reiðaríunum – ikki skip­unum. Tað hevur við sær, at reiðarar betri kun­nu rationalisera rakst­ur­in við færri skip­ um, hægri og hýrum og í longd­ini vónandi dupult­ um manningum. Eisini tað sparir olju – men tí er Fólkaflokkurin ímóti. Og hvør mann orsøkin vera til øsingina um Arctic Voyager? Tað er so ikki tað, Hanus sigur at tað er – altso dálking. Tí tað er skeivt. Heldur mann orsøk­ in vera tann, sum Hen­ rik Old hevur víst á: Trupulleikin við Arc­tic Voyager er tann poli­tik­ kur, sum gevur skipi­num møgu­leik­an – nevniliga menn­ingar­kvotur. At Fólkaflokkurin ikki vil, at fiskivinnan skal lat­ast upp fyri nýggjum ak­tørum, er eingin loyna. Men so er at siga tað. At nýta ósannindi og pakka tað inn sum “um­ hvørvis­politikk“ er nokk­ so patetiskt. Kolasvartur Hanus Samró DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á