týsdagur 20. november 2018síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge - Malta
Í samband við Nations League
landsdystin millum Malta og
Føroyar, so hava fjeppara
feløgini hjá Malta og Føroyum
skipað fyri einum fjeppara
landsdysti millum fjepparar
hjá Malta og Føroyum.
Hjálp til Kane
Á Malta hevur Fótbóltssam
bandið og maltesisk fótbólts
feløg arbeitt við at hjálpa
Kane. Í samband við fjepp
aralandsdystin bleiv pening
ur savnaður inn til seks ára
gamla Kane, ið hevur fingið
staðfest krabbamein. Familjan
hevur ikki ráð til viðgerð, og
maltesiska fótbóltssamfelagið
ger tí fleiri átøk fyrk at hjálpa
teimum.
-Pengarnir, sum koma inn
frá dystinum fara til seks ára
gamla Kane. Ungi maltesin
hevur fingið staðfest krabba
mein, men foreldrini hava
ikki ráð til viðgerð. Maltesisk
fótbóltsfeløg hava í eina tíð
savnað inn pengar til Kane.
Saman við maltesisku fjeppar
unum vilja vit gera okkara
íkast, sigur Andrass Thomsen,
landsliðssamskipari hjá Fót
bóltssambandinum.
15 túsund krónur
Til dystin á Malta eydnaðist,
at savna yvir 15 túsund krón
ur inn. Føroyski landsliðsmál
verjin, Teitur M. Gestsson, læt
eisini einar handskar til Kane,
skrivar stuðlafelagið, Skansin,
á Facebook.
-Vit
í
Skansanum
eru
sera takksom fyri, at nógvir
føroyingar stuðlaðu tiltakinum
og føroyska liðnum. Skansin
læt eisini eina donatión til
Kane, verður sagt úr Skansa
num.
Frankie Jensen, sum er
høvðusungdómsvenjari hjá FC
Hoyvík, varð spælandivenjari
hjá
føroysku
fjepparunum.
Liðið taldi eitt nú núverandi
og fyrrverandi spælarar hjá KÍ
sum Henry Heinesen, Bárður
Heinesen,
Heðin
Klakstein,
Jóhan Waag og Ísak Simonsen,
og FC Hoyvík spælararnar
Leivur H. Joensen og Niklas
Fríða Jacobsen.
Dysturin endaði við einum
2-2 javnleiki og føroysku málini
skoraði Niklas Fríði Jacobsen
og Henry Heinesen. Føroyski
spælararnir og fjepparnir valdu
formannin í EB/Streymi, Brian
Hansen, sum dagsins spælara.
Hann stóð í mál á føroyska
liðnum.
Yvir 200 áskoðarar á Malta
Dysturin bleiv spældur mána
kvøldið klokkan 20. Nógvir før
oyskir áskoðarar vóru møttir
til fjepparadystin.
Tað verða yvir 200 før
oyskir áskoðarar á Ta’Qali leik
vøllinum, tá Føroyar spæla
móti Malta í seinasta dysti
num í Nations League í hesum
umfarinum. Tað er formans
túrur og tað merkist eisini
á talinum av føroyingum á
Malta.
- Vit hava umbiðið 203 at
gongumerki
til
føroyskar
áskoðarar til dystin móti Malta.
Tey flestu av teimum eru knýtt
at føroyskum fótbóltsfeløgum,
nú formanstúrur er. Eisini eru
eini 50 fólk, sum bara hava um
biðið atgongumerki, men ikki
hava ferðast við okkum, sigur
Andrass Thomsen, landsliðs
samskipari hjá Fótbóltssam
bandinum.
Eina ferð um árið er ein so
kallaður formanstúrur, har
formenn og forkvinnur í før
oysku feløgunum eru við á
landsliðsferð, har tey hava
eitt nú formansfund. Tað er
ikki óvanligt, at fólk tætt at
feløgunum eisini gera sær ein
túr við. Her er mangan talan
um nevndarfólk, hjálparfólk,
venjarar, makar og familja.
Landsdysturin móti Malta
verður spældur eftir prent
start. Ferðalagið kemur aftur
til Føroyar í dag.
FÓTBÓLTUR
Føroyskir og maltesiskir fjepparar spældu mánadagin ein fjepparalandsdyst til vælgerandi
endamál. 6 ára gamli Kane og foreldrini fingu yvir 15 túsund krónur til krabbameinsviðgerð
FØROYSKIR ÁSKOÐARAR
SAVNAÐU YVIR 15 TÚSUND
KRÓNUR TIL KANE
Á myndini sæst Kane saman við foreldrunum og føroyska liðnum. Føroyska liðið er frá vinstru standandi: Bjarni S. Heiniesen, Kaj Dam, Henry Heinesen, Ísak Simonsen, Sámuel
Gregersen, Fannhard Skoradal, Leivur H. Joensen, Bogi Heiðriksson, Sigurð J. Simonsen, Brian Hansen, Ronni á Krákusteini, Arni Klein Abrahamsen, Per Heinason.
Sitandi frá vinstru: Heðin Klakstein, Bárður Heinesen, Ari av Rana, Jóhan Waag Høgnesen, Tróndur Isholm, Kane og foreldrini, Niklas Fríði Jacobsen, Kenneth Hovgaard og Frankie Jensen
Fjepparadystur á Malta: