hósdagur 22. november 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Leygardagin
tapti føroyska
A-landsliðið í
fótbólti 2-0 móti
Aserbadjan á útivølli
Ein ungur maður
bjóðar ungum
gentum pening fyri
nakinmyndir, skrivar
Sosialurin mánadagin
Mánadagin
kunngjørdi SAS, at
tað fer at fækka um
túrarnar til Føroya
um veturin, men
hækka talið um
summarið.
Mánadagin fekk
KOKS heiðurin sum
Ársins fiska- og
skeljadjóraupplivilsi
frá White Guide DK.
Heðin Mortensen
bleiv týsdagin
settur í starv sum
landsstýrismaður í
samferðslumálum
Føroyska A-landsliðið
spældi týsdagin 1-1
móti Malta á Malta
Samferðsla
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
prosent av øllum
brúgvunum í
Føroyum hava stóran
tørv á ábøtum.
brýr í
Føroyum
eru um at
detta niður.
75
32
Sprotin: Ferðasamband millum fleiri støð.
Heðin Mortensen bleiv týsdagin settur í starv
sum landsstýrismaður í samferðslumálum
eftir Henrik Old. Landsstýrismaðurin umsitur
arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál,
barsilsskipan, vanlukkutryggingarmál,
brunaumsjón, busskoyring og farmakoyring,
bygda- og oyggjaleiðir, ferðslumál, ferjulegur,
ferjur, kavaramál, landshavnir, landsvegir,
samferðslumál, tyrlupallar, ráðgevur viðvíkjandi
flogvøllum, fyrisitur fastar ognir hjá landinum,
sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.
Stovnar undir ráðnum eru Strandfaraskip
landsins, Landsverk, Akstovan, Arbeiðseftirlitið
og ALS. Harumframt eru almennu partafeløgini
Eystur- og Sandoyartunlar, Vágatunnilin og
Norðoyatunnilin undir ráðnum.
Størsti pensjónsreformurin
Aksel hevur framt er
landsstýrismanningin
Gul til stívt andøvsgul av eystri
og landnyrðingi, 5 til 10 m/s.
Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin
alt samdøgrið millum 2 og 8 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
landsynningi, 5 til 10 m/s.
Yvirhøvur turt og skýggjað og
hitin millum 2 og 7 stig.
Gul til stívt andøvsgul av eystri
og landnyrðingi, 5 til 10 m/s.
Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin
alt samdøgrið millum 2 og 7 stig.
5-10 m/s
5-10 m/s
Sjálvt um løgmaður valdi at skifta
ein pensjonist út við ein annan í
landsstýrinum, so bendir alt á, at ferðin
er sett upp.
Fyrrverandi
borgarstjórin
í
Havn, Heðin Mortensen, er longu
farin at fáa skil á naggatódnini við
innkomuvegunum frá undirsjóvar
tunlinum millum Streymoynna og
Eysturoynna.
So gott gekk fyrsti fundurin millum
landsstýrismannin og eftirfylgjara
hansara í býráðnum í Havn, at
núverandi borgarstjóri hevur góðar
vónir um at ferð kemur á.
Tað sama sigur borgarstjórin í
Runavík, Torbjørn Jacobsen, sum
hevur arbeitt afttanfyri kullisurnar í
longri tíð, við málinum. Hann sær, at
nú er politiskur vilji til at loysa málið
og leggja eina greiða ætlan.
Ája!
Hendan vikan er eisini farin við
einum orðaskifti um skúlan. Tað er
skjilagott, at slíkt mál verður viðgjørt
av okkara fólkavaldu við jøvnum
millumbili, tí tað eru sjálvandi altíð
smærri broytingar, sum eiga at
fremjast.
Ein
frágreiðing
um
skúlan
sigur, at føroysku næmingarnir í
fólkaskúlanum eru ov nógvar tímar í
skúlanum.
Tí eiga vit kanska at stytta
skúladagin eitt sindur, men vit mugu
ikki gloyma, at vit eru í harðari kapping
við næmingar úr øðrum londum.
Fakfólk mugu tí kanna, hvussu
næmingarnir best læra og so innrætta
skúlagongdina eftir tí.
Ája!
Ein annað, sum er frammi er, at
føroyski útflutningurin er minkaður
hesa fyrstu níggju mánaðirnar, sum
vit hava tøl fyri.
Ja, so er, men forkláringar eru uppá
tað mesta. Vit kunnu heldur ikki rokna
við, at vit blíva við at seta met – ár
eftir ár. Einaferð koma vanligar tíðir
og kanska er tað tað, sum hendir nú.
Hinvegin mugu vit krevja av okkara
fólkavaldu, at tey ansa eftir, at okkara
búskapur aftur endar í fríum falli, sum
vit hava sæð fleiri ferðir. Vit mugu vita
og brynja okkum til, at vit ikki altíð
fara at fáa so nógvan uppsjóvarfisk
og at laksaprísurin altíð fer at vera so
góður.
Laksavinnan gevur ómetaliga
nógv, men hon kann knappliga enda í
trupulleikum. Tað hava vit eisini sæð
fyrr.
Annars eru vit á veg í adventina –
myrka, hugnaliga tíðin til jólar.
Í dag hava handlarnir Black
Friday har tilboðini eru mong og
góð. Hetta er vorðið byrjanin
til jólakeyp hjá ómetaliga
mongum.
Men lat okkum ikki
gloyma, at jólini eisini
eru ein tíð, har vit eiga at
geva okkum tíð til hvønn
annan. Tað er ikki bert
tær tímiligu gávurnar,
vit eiga at gleðast um.
Tað at vera saman við
teimum, sum vit elska, er
størri parturin av jólunum.
So er tað sagt.
Ája.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Løgreglan javnan viðger
mál, har ungar gentur
uppliva at nakinmyndir av
teimum verða lutaðar á
netinum?
5-10 m/s