hósdagur 22. november 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 136
5
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Navn: Margretha Kjærbæk
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: Sjúkrarøktarfrøðingur
á Landssjúkrahúsinum
Velji Miðflokkin: Fyrst og fremst tí
at politikkurin byggir á kristna
grund arstøðið. Og tí eg veit, at
100% av tinglimunum atkvøða
eins í etiskum málum.
Politikkur Miðfloksins merkir frælsi fyri føroyingar!
Hjartamál m.a: Vælvirkandi heilsuverk, góðar karmar fyri privatu
vinn una, so hendan hevur bestu karmar at virka og mennast undir,
og vernd av náttúruni.
Vit hava brúk fyri Miðflokkinum at rætta kósina aftur fyri Føroyar.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Torir tú at lata teir halda fram?
Vit høvdu eitt frálíkt kvøld á Panorama næstseinasta mánakvøld. Fleiri
og tjúgu væluppløgd miðfloksfólk, sangur, prát og kjak í gott og væl
tríggjar tímar. Full semja var um, at Føroyar ikki tola enn eitt skeið við
núverandi destruktivu samgonguni og at tung ábyrgd hvílir á herðum
teirra mongu, sum, fleiri móti egnari sannføring, atkvøddu núverandi
flokkar til valdið.
Tað, vit longu hava upplivað, er ræðandi! Hugsa bert um hjúna bands
lóg ina, einsrættingarskjalið, nýggju fiskivinnulóggávuna, rús drekka
lib eral iseringina og vit kundu hildið á.
Og fryktandi er, at teir halda fram somu kós! Spurningurin er tí sera
ein faldur, torir tú at taka partsábyrgd av tí?
Um so er kunnu vit vænta:
•
Sokallaða fría fosturtøka, ja frí fyri politikarar og læknar, men
fostrið rindar prísin.
•
Nýggjar skattir, dupultskattingin av pensiónini var bert byrjanin
ognarskattir verða óivað tað næsta.
•
Kynsligt kaos, loyvi at skifta kyn sum best ber til (kvinna í dag,
maður í morgin).
•
Hjúnalag við fleiri tá eitt ella tvey, sokallað gift, bráddliga vilja
hava ein av hinum kyninum við í hjúnalag.
•
Eftirlitsfólk inni á dagstovnum, skúlum og privatum heimum, at
tryggja ”røttu uppalingina” (sí ætlanirnar í einsættingarskjali teirra).
•
Ovurskatting av vinnuni, sum tí velur at tryggja peningin, heldur
enn at seta hann í hótt vinnulív ella nýggj fiskifør.
•
Avtofting av smábygdum vegna politiska vanrøkt.
•
Framhaldandi niðurlaging av smáu sjúkrahúsunum.
Vangamynd
CITAT
Fyribyrging er
betur enn viðgerð,
eisini í politikki!
Vel tí øðrvísi.
Hanna vil
hava tunnil
millum
Gøtudal og
Skálabotn
Vil hava at vita, nær tunnlin kann gerast
EIRIKUR LINDENSKOV
T
ingkvinna vil hava nýggja lands
stýrismannin í samferðslumál
um, Heðin Mortensen, at greiða
frá, hvør støðan er í málinum
um tunnil millum Gøtu og Skálafjørðin, og
nær verkætlanin kann væntast at verða
gjørd. Hon vil eisini hava hann at greiða
frá, hvør støðan er í málinum um veg um
Skálabotn, og nær kann verkætlanin
væntast at verða gjørd.
Í triðja lagi spyr hon landsstýrismannin,
hvussu tað gongur við at gera eina dag
førda heildarætlan fyri samferðslukervið
í Føroyum,
– Leingi hava ætlanir verið um ein
tunnil úr Gøtudali, sum skal knýtast í
vegin og nýggju rundkoyringina í sam
bandi við vegin um Skálabotn. Tað er ein
stórur politiskur feilur, at hendan verk
ætlan ikki er knýtt upp í tunnilsverkætl
anina Eysturoyartunnilin, sigur Hanna
Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn.
Hon sigur, at vegurin á vestara armi á
Skálafjørðinum hevur ligið klárur til
ferðsluna úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu
og Fuglafirði í skjótt mong ár.
– Landsverk sigur greitt, at Gøtudals
tunnil og innkomuvegur í Havn eru mest
átrokandi ferðsluloysnir í sambandi við
Eysturoyartunnilin.
Eysturoyartunnilin
og Sandoyartunnilin eru aktuellar út
byggingar á høvuðsfarleiðunum í landin
um. Vit kunnu fegnast um breiðu politisku
semjuna um hesar tunnilsverkætlanir, og
at gongdin tykist vera góð teimum við
víkjandi, sigur hon.
Øll vita, at týdningarmiklar avleiddar
verkætlanir av hesum útbyggingunum
eru vegakervið á vestara armi á Skála
fjørðinum, sum er gjørt, vegur um Skála
botn og tunnil millum Gøtudal og Skála
fjørðin. Hesar útbyggingar høvdu sambært
Landsverki verið aktuellar, hóast Eystur
oyartunnilin ikki varð gjørdur, men tær
eru enn meira umráðandi í sambandi við
hendan.
Í tilfari hjá Landsverki verður Gøtueiði
lýst sum eitt dømi, har nógv størsti
parturin av strekkinum er longdarhallið
oman fyri tær 70 promillu, sum er hægst
tilrádda mark, og at stórur partur liggur
millum 90 – 110 promillu. Hesi viðurskifti
hava stóran týdning, tá um langtíðarrað
festing av skilagóðum vegasamabandi
ræður og ikki minst um ferðslutrygd.
Vegamótið við Skálabotn er eitt av
teimum, har stórur tørvur er á at bøta um
ferðslutrygdina við rundkoyring, og far
leiðin til Eysturoyartunnilin á vestara
armi á Skálafjørðinum er so mikið væl
liðug, at vegurin um Skálabotn saman við
tunli úr Gøtudali fer at leggja nógv afturat
stóru íløguni í Eysturoyartunnilin, tá um
framkomuleika, nyttuvirði, ferðslutrygd
og onnur týdningarmikil atlit ræður.
Soleiðis hugsar Landsverk sær tunnilin millum Gøtudal og Skálabotn