Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 6 Pætur Hjalmar Evensson F leiri avbjóðingar her í heimi­num kunnu tykj­ ast ómøgu­ligar; men við dirvi, treiskni og einari nóg stórari visión ber alt til. Tað sæst beint nú á hinari síðuni av jørð­ini, har heimsins størsta verk­ætlan um at rudda plast úr havi­num er í gongd. Ein av heilt stóru av­leið­ ing­unum av dálkingini, vit menniskju útseta heimin fyri, er nevniliga, at plastburturkast í risa­stórum mongdum savnast í havinum. Tá plast kemur í havið, rekur streymurin plastið út í fimm risastór øki í ymsu heims­ høvunum, sum eisini verða kallað fyri “plastsuppurnar”. Ein av plastsuppunum er í Kyrra­ havinum, har hendan plast­ rudd­ingin fer fram. Verkætlanin kallast The Ocean Cleanup, og málið er at rudda helvtina av plastinum í Kyrrahavinum innan næstu fimm árini, og í 2040 skal 90 pro­ sent vera ruddað.  Talan er um eina skipan, sum at byrja við skal savna um fimm tons saman hvønn mánað. Tað er eitt flótandi u-formað rør, sum við hjálp av vindi, streymi og aldum savnar plastið saman, sum so verður flutt á land við skipum frá danska Mærsk Supply Service. Rørkipanin verður kallað “Wilson”. Tað er 24 ára gamli Boyan Slat úr Hollandi, sum kom við hug­ skotinum, tá hann sum 16 ára gamal var og kavaði í Grikka­ landi og sá meira plast og rusk, enn hann sá fiskar rundan um seg. Hann setti so verkætlanina og felagið The Ocean Cleanup á stovn í 2013, og í 8. september í ár varð skipanin endiliga sjósett. Høgni førdi á søguliga royndartúrinum Nógvir føroyingar arbeiða hjá Mærsk Supply Service, og fleiri av teimum eru og hava verið við til at mynda hesa ovurstóru verk­ætlanina í Kyrrahavinum. Tá hol varð sett á verk­ætlan­ ina, og Wilson-rørskipanin varð sjó­sett í San Francisco 8. sep­tem­ ber, var tað eingin annar enn før­oyski Høgni á Heygum, sum stóð aftanfyri róðrið á skipinum, sum eitur Maersk Launcher. Skipanin skuldi royndar­ koyrast fyri at kanna, um alt riggaði, sum tað skuldi. Við Høgna á odda sleipaði Mærsk- skip­ið fyri fyrstu ferð nakrantíð tað 600 metur langa rørið, Wil­ son, út á Kyrrahavið. - Vit gjørdu fyrst eina roynd 350 fjóðringar úti frá landi fyri at stað­festa, at alt riggaði, sum tað skuldi, og at útgerðin var tann rætta til at seta skipanina saman við. Tá tað so var liðugt, sleipaðu vit alt víðari 1200 fjórðingar út frá landi, har tað bleiv lagt út, har sum streymarnir møtast og alt plastið er, greiðir Høgni á Heygum frá. Tað gekk væl at royndarkoyra skipanina, og Wilson riggaði, sum hann skuldi. - Alt gekk sum ætlað, so tað var ordiliga positivt. Rørið upp­førdi seg, sum tað skuldi, og snaraði, sum tað skuldi. Vit løgdu tað enntá skeivt við vilja, í forhold til hvussu tað skuldi reka, og so rættaði tað seg upp av sær sjálvum, fortelur ein imponer­aður Høgni á Heygum. Tá túrurin hjá Høgna á Heygum og restini av mann­ing­ ini var av, løgdu teir at í Honu­lu­ lu í Hawaii. Her skuldu teir geva út­gerð og annað til hitt skipið, sum skuldi taka yvir og er úti við plastsuppuna millum Honululu og San Francisco nú. Fýra føroyingar við stórari ábyrgd umborð nú Skipið, sum tók yvir, eitur Maersk Transporter, og tað er hetta, sum er á vakt í skrivandi stund fyri at savna plast og gera nærri eygleiðingar um - Tað var ein øgiliga spennandi uppgáva og púra øðrvísi í mun til tað, mann annars er vanur við at gera, sigur Høgni á Heygum, sum var skipari umborð á skipinum, sum sjósetti heimsins størstu havruddingarverkætlan, the Ocean Cleanup Høgni a heygum: Høgni á Heygum var skipari umborð á Maersk skipinum, tá skipanin í september varð sjósett fyri fyrstu ferð MYND: SH-UGEAVISEN.DK FLEIRI FØROYINGAR VIÐ TIL AT RUDDA PLAST Í KYRRAHAVINUM