Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 7 skipanina. Umborð har eru fýra før­oyingar. Ein av teimum er Karl Jón Breiða­skarð úr Saltangará, sum er maskinstjóri umborð. Hann hevur siglt hjá Mærsk Supply Service síðan 2005, og hevur verið við ymiskum skipum seinastu árini, tó mest við skipum, sum eru gjørd til offshore-vinnuna. Maersk Transporter er eitt so­ kallað T-typu skip, og Karl Jón Breiðaskarð hevur nú umleið 10 ára royndir við tílíkum skipum. - Eg havi siglt við T-typu næstan út í eitt síðan 2008. Tá so eitt av T-skipunum var sett til hesa uppgávuna, sum er at samla plastikk upp úti í Kyrra­ havinum, varð eg spurdur, um eg var áhugaður at fara umborð her, fortelur hann. Maskinmaðurin úr Sal­tang­ ar­á valdi at taka av stóra og øðr­ vísi møguleikanum. - Eg helt, at tað ljóðaði spennandi, so eg segði ja. Hinir føroyingarnir umborð á Maersk Transporter beint nú eru Bogi Olsen úr Klaksvík, yvirstýrimaður, Martin Høg­ feldt Olsen úr Havn, annar stýri­ maður, og Jan Kjell Jacobsen úr Havn, fyrsti maskinmeistari. - Spennandi at vera partur av Høgni á Heygum er glaður fyri at hava verið við til at byrja uppá hesa serligu og stóru verkætlan, sum kann koma at fáa stóran týdning fyri umhvørvið í fram­ tíðini, um alt gongur, sum tað skal. - Tað var ótrúliga spennandi at vera partur av the Ocean Clean­up. Hatta er fyrstu ferð, mann ger nakað so stórt uppá handan mátan. So tað var ein øgi­liga spennandi uppgáva og púra øðrvísi í mun til tað, mann annars er vanur við at gera, sigur Høgni á Heygum. Hann siglur fast sum skipari hjá Maersk Launcher, sum hevur basa í San Diego, sum er á vesturstrondini í USA eitt sindur sunnanfyri San Fran­sis­ co. Annars býr Høgni á Heyg­um í Havn og flýgur aftur og fram millum Føroyar og San Diego, tá hann skal mynstra og av­ mynstra. Vanligvís er hann úti í seks vikur og heima í seks vikur, men í sambandi við the Ocean Clean­up hevur hann hesaferð verið umborð eitt sindur longri enn seks vikur, tí túrurin hevur verið so umfatandi. - Stóran týdning at okkurt verður gjørt Nógv ljós hevur verið varpað á the Ocean Cleanup seinastu mánaðirnar, og verkætlanin hevur fingið nógv rós frá fjølmiðlum, umhvørvisstovnum og øðrum aktørum í vinnuni. Høgni á Heygum gleðist um, at okkurt verður gjørt við stóra trupulleikan við dálking í havinum. - Hatta er tann vegurin, mann má fara. Onkur má gera okkurt, annars endar tað heilt galið. Tað er jú eitt forferdiligt svínarí, sum hevur gingið fyri seg við allari dálk­ingini í heimshøvunum, sigur hann. - Tí er tað av alstórum týdn­ ingi, at onkur tekur stig til at gera okkurt. So eg haldi avgjørt, at tað er øgiliga positivt, at the Ocean Cleanup er blivið til veru­leika. Karl Jón Breiðaskarð, sum í løtuni siglur við sum maskin­ stjóri, heldur eisini, at the Ocean Cleanup hevur stóran týdning. - Eg haldi, at hetta er eitt sera spennandi projekt. Men tað er eisini eitt neyðugt projekt, tí tað er nógv plastikk her úti, sigur hann. Høgni á Heygum er hugtikin av, hvussu umhvørvisvinarlig Wilson-skipanin í sær sjálvum er. - Hatta er jú púra CO2 nevtralt. Rørið liggur jú har og rekur við streyminum og vindinum. Ljós­ ini, sum skulu vera á, fyri at onnur skip kunnu síggja tað, eru drigin av sólorku. So hatta er uppá allar mátar heilt optimalt í mun til umhvørvið, sigur hann. Gongst ikki heilt sum ætlað Týsdagin kom fyrsta ítøkiliga dag­føringin frá The Ocean Clean­up, um hvussu hevur gingist við plastsavningini, síðan Maersk Transporter fór avstað fyrst í november. Tað hevur eftir øllum at døma ikki gingið heilt, sum vónað, tí mann hevur havt trupul­leikar við, at ein partur av plasti­num fer úr skipanini, eftir tað er savnað. Verkfrøðingar í The Ocean Clean­up arbeiða í løtuni við at finna útav, hví so er, so mann kann fyribyrgja, at tað blívur við at henda. - Av tí, at hetta er fyrstu ferð, nakar hevur tikið eina havruddingarskipan í nýtslu, hava vit fyrireikað okkum til yvir­raskilsir, skrivar The Ocean Clean­up á heimasíðu síni. Felagsskapurin hevur ann­ ars positivar vónir og vænt­ ar, at skipanin kemur at rigga optimalt skjótt. Slíkar barna­ sjúkur eru vanligar í so stórum verk­ætlanum. - Vit hava ongantíð verið tættari uppá success, enn vit eru í dag. Vit hava skipanina í havi­ num, og eg eri vísur í, at í mun til allar trupulleikarnar, vit longu eru komin ígjøgnum, fara vit eisini at klára hesa avbjóðingina, sigur Boyan Slat, sum hevur ment skipanina. PATURE@SOSIALURIN.FO Mynd: The Ocean Cleanup Skíggjamynd úr samrøðu, sum TV2 gjørdi við Høgna á Heygum, skipara, í september