Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 8 PÆTUR HJALMAR EVENSSON Í vikuskiftinum verður ein altjóða grágásateljing, sum hevur til endamáls at stað­ festa, hvussu stórur grá­ gása­stovnurin er sum heild. Telj­ ing­in verður í grannalondum okk­ara samstundis, og tað er fyri at sikra sær, at mann ikki telur tær somu gæsnar umaftur í ymsu londunum. Við teljingini fer at bera til at síggja, hvussu stórur tann før­oyski parturin av samlaða stovni­num er. Hetta er eisini part­ur av einari nýggjari verk­ ætl­an um grá­gæs í Føroyum, sum snýr seg um at finna út­ av, hvussu stórur før­oyski stovnurin yvirhøvur er. Føroyska verkætlanin verður tí flættað saman við al­tjóðu teljingini, sum verður nú, fyri at fáa best møguligu heildar­mynd­ ina av føroyska stovni­num. Johannis Danielsen, lív­frøð­ ingur á Havstovuni, stendur á odda fyri teljingini, sum byrjaði sum eitt samstarv millum Fróð­ skaparsetrið og Tjóðsavnið. Hann hevur á sosialu miðlunum heitt á fólk kring landið um at hjálpa til við at telja um vikuskiftið. Tí fyri at kunna gera eina slíka teljing er neyðugt við sjálv­bodnari hjálp. So verður teljingin samskipað soleiðis, at mann veit, hvar talt verður, og hvør telur hvar. Ikki fyrstu ferð Altjóða teljingin er samskipað av The Wildfowl & Wetlands Trust, sum er ein stovnur í Bret­ landi, har teljingin á fyrsta sin­ni byrjaði. Tað er stórur áhugi frá WWT um grágásastovnin í Før­ oy­um orsakað av, at Føroyar liggja, har tær liggja. So við og við eru fleiri granna­ lond komin uppí telji­verk­ætlan­ ina hjá WWT, og Føroyar hava verið við frá 2002 til 2009 og seinast í 2014. Teljingin í ár verður sostatt fyrsta skipaða teljingin av grágásum í Føroyum síðan 2014. Munurin er nú, at mann aftrat hes­um er farin undir skipaðu før­oysku teljingina. Grágásin komin fyri seg aftur í Føroyum Tað er áhugavert fyri føroyingar at blíva klókari um ta alsamt meira vanligu grágásina, tí hon hevur ikki altíð verið líka van­ lig her um leiðir. Mitt í 1800 tali­ num varð grágásin nevniliga út­ruddað í Føroyum. - Grágásin hevur verið partur av føroysku náttúruni fyrr, men er blivin veidd, inntil hon er blivin avveidd. Tað er vanligvís lagn­an, sum náttúruressoursir fáa, tá menniskju byrja at veiða. Men nú er grágásin so kom­in fyri seg í Føroyum aftur, sig­ur Johan­nis Danielsen, sum sam­ skip­ar teljingina. - Reint lívfrøðiligt er tað áhugavert at vita, hvussu stórur stovn­urin er, og hvussu hann klárar seg, sigur hann. Kann leggja lunnar undir burðardygga veiðu Tá mann tosar um at skjóta grá­gæs í Føroyum, verður ikki skotið fyri at veiða. Tað verður bara skotið, tá tað er neyðugt hjá vinnurekandi bóndum fyri at verja grøðina, um grágæs hava sett seg á velt lendi. Hóast grágásateljingin ikki handlar um veiðu, kann eitt skip­að yvirlit av stovninum geva betri fyritreytir til at fara undir skip­aða burðardygga veiðu, um talan skuldi blivið um tað. Tí er ein grágásateljing eisini áhuga­ verd fyri landsins myndug­leikar. - Mann kann við hesum fyri fyrstu ferð nakrantíð gera eina kann­ing, áðrenn mann loyvir nakrari veiðu. Tað má til, um mann í heila tikið skal tosa um burðardygga veiðu, sigur Johannis Danielsen. - Tað nyttar ikki at hava eitt stórt veiðutrýst í áravís og síðani fara at tosa um burðardygga veiðu og ikki hava ánilsi av, hvussu stórur tann stovnurin, mann veiðir, er. Minimumkravið til burðardyggaveiðu er, at mann veit, hvussu stóran part av stovni­num, mann veiðir, sigur hann. Uppá hendan mátan fyri­still­ ar Johannis Danielsen sær, at ein møgulig burðardygg veiða av grá­gásum kundi verðið skipað nakað eins og haruveiðan. - Mann kundi kanska fyri­ still­að sær eina líknandi skipan sum við haruveiðu – at hagarnir bjóða út at skjóta so og so nógvar grá­gæs á ymsu økjunum, sigur hann og leggur aftrat, at hvussu tað skal gerast, mugu landsins myndugleikar finna útav, um tað nakrantíð verður aktuelt. Teljingin í summar Føroyska grágásaverkætlanin sá dagsins ljós í summar, tá talt varð fyri fyrstu ferð. Hetta er telj­ing av framleiðsluni, har mann fylgir við, hvussu nógvir ungar koma undan. Grágásaverkætlanin er al­ ment fíggjað, og tað var Fiski­ mála­ráðið, sum tók stig til at fáa verk­ætlanina í lag. Johannis Daniel­sen er verkætlanarleiðari fyri grágásateljingina. Gæsnar vórðu taldar á vøtn­unum kring landið, tí um summarið halda tær nevniliga til á vøtnunum. Tá er gásin fjøður­sár og hevur ungar, sum ikki kunnu flúgva. Gásin dámar best at halda seg á vøtnunum, tí hon følir seg ov hótta at vera á landi, og tá samlast tær ofta í stórum flokkum. Hetta gevur teimum, sum telja, ein einastandandi møguleika at telja gæsnar skjótt, har tær samlast. Jóhannis Danielsen sigur, at gott 800 gæs vórðu taldar í summar. Talan er her um gæs við ungum, og ein rapport um hetta kemur væntandi út síðst í desember. Telja við dronum At telja grágæs er ein avbjóðing í sær sjálvum. Fuglurin stendur ikki stillur allatíð, og tá er ringt at meta presist við ein­um kik­ara. Men her hevur Johan­nis Daniel­ sen í samstarvi við Tjóð­savnið funnið uppá eina alter­na­tiva loysn til teljing og merking. - Vit hugsaðu, at mann kundi spart nógva tíð og orku við at brúka dronur at reka gæsirnar við. Tað royndu vit, og tað rigg­ aði so knasandi gott, fortelur Johan­nis Danielsen. Síðani vórðu myndirnar frá dron­unum brúktar til at telja grágæsnar útfrá, so mann kann siga, at dronur eru væl egnaðar til grágásateljing. Gæsnar skulu merkjast Í sambandi við grágása­verk­ ætlan­ina skulu gæsnar merkjast fyri at fylgja við stovninum. Tí fyri at svara, hvussu stórur grá­ gása­stovnin er, má mann vita, hvussu føroyska grágásin flytir seg. - Vit ætla at merkja tær við ring­um um hálsin, so mann sein­ni kann síggja, hvar gæsnar halda til. So kunnu vit síggja ferða­mynstrið og síggja, um hon ferðast runt ella er meira lokal, sigur Johannis Danielsen. Vónirnar eru, at mann gjøg­ num samstarv við The Wildfowl & Wetlands Trust og grannaland okkara fer at kunna fáa aftur­ meldingar um merktu før­oysku gæsnar. - Tað gevur jú okkum eina rúgvu av arbeiðskraft, sum vit egentliga ikki hava. Tí so kunnu vit fáa fólk aðrastaðni at siga frá, um tey síggja okkara gæs, sigur Johannis Danielsen. Endurtaka á hvørjum ári Ætlanin er at endurtaka hesar teljinginarnar á hvørjum ári – bæði ta altjóðu teljingina og ta føroysku, so tað á best møguligan hátt sæst, hvussu gongdin við før­oyska gásastovninum er. Tað sama við merkingini, har mann fer at merkja ein part av stovni­ num hvørt ár yvir eitt longri tíðar­skeið. Ein teljing verður eisini í mars mánað. Tað er áðrenn, gæsn­ar reiðrast, og tað er fyri at fáa eina meting av tí reiðrandi stovni­num. Mann gongur út frá, at tann fuglurin, sum er kom­in til Føroya tá, er komin fyri at reiðrast, og tað kann mann eftirkanna í teljingini um summar­ið. PATURE@SOSIALURIN.FO Hetta vikuskiftið verður skipað fyri grágásateljing kring landið VILJA VITA MEIRA UM GRÁ­GÁSA­ STOVNIN Í FØROYUM