Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 10 Samhandilin við Russland TEMA - Russland er tað landið, sum vit útflyta nógv mest til. 28% av samlaða vøruútflutninginum hjá Føroyum fer til Russlands. Hetta er nógv vaksið seinnu árini, tí fyri fimm árum síðan fóru einans 8% til Russlands. Útvið helvtin av útflutninginum til Russlands í fjør var laksur, 25% vóru makrelur og 20% vóru sild, skrivaði Hagstovan um broytingina í føroysku útflutninginum seinastu árini. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S jáldan hevur ein stór­pol­ itisk avgerð havt ein størri týdning fyri før­ oyska vinnulívið, enn tá Russ­land í triðja ársfjórðingi í 2014 setti eitt boykott í verk móti innflutningi av matvørum frá fleiri vesturlendskum londum. Eitt boykott, ið rakti tey lond, ið framm­anundan høvdu sett revsi­ tiltøk í verk móti Russlandi í sam­band við innrásina í Krim- hálv­oynni. Hóast Danmark bleiv rakt av boykottinum, so sluppu Føroyar undan, men upp aftur týdn­ing­ar­ miklari var, at Norra eisini bleiv rakt av boykottinum. Við einum pennastroki noktaði russar so­ statt norðmonnum at innflyta fiska­vørur til Russlands, ið áðr­ enn boykottið átti 80 prosent av inn­flutninginum av laksi til russ­ iska marknaðin. Talan var sostatt um ein gylt­ an møguleikan hjá føroyskum vinnu­fyritøkum at metta ein marknað, ið brádliga manglaði veit­arar. Og ikki kann sigast annað enn, at tað er ein møgu­ leiki, ið føroyingar hava tikið av. Bara ES er størri Hetta bleiv enn einaferð staðfest, tá danski tjóðbankin í síðstu viku kunngjørdi seinastu greiningina av føroyska búskapinum. Út­ rokn­ingarnar hjá danska tjóð­ bank­anum (talva 1), ið eru bygdar á egin tøl og útrokningar hjá Hag­stovuni, vísa nevniliga, at nú er tað einans til tey 27 ES-londini, minus Danmark, at føroyingar útflyta meira til enn Russland. Um hugt verður eftir teimum einstøku londunum, so sæst í hagtølunum hjá Hagstovuni fyri útflutning í 2017 (talva 2), at Russ­ land er nógv tað størsta landið, ið EIN VAKSANDI OG VIÐBREKIN ÚTFLUTNINGUR Tíðarlinja: Russland og Vesturheimurin Várið 2014: Russiskar hermenn gera innrás í Krim-hálvoynna. Seinni staðfestir ein fólkaatkvøða, at íbúgvarnir ynskja at innlimast í Russland. USA og Evropa finnast at Russland fyri uppíblandingina í Ukraina, har politiskur ófriður hevur valdað síðan forsetin Viktor Yanukovych sýtti fyri at undirskriva eina avtalu við ES. Ein avgerð, ið endaði við, at hann mátti rýma úr landinum. Russiska innrásin er byrjanin upp á ein altjóða kreppu og ikki síðan Kalda kríggið hava viðurskiftini millum Vesturheimin og Russland verið so vánalig. Juli 2014: Eitt ferðamannaflogfar hjá Malaysian Airlines verður skotið niður yvir Eysturukraina. Russland verður ákært fyri at hava veitt uppreistrarbólkum vápnini, ið skutu flogfarið niður. ES og USA seta í verk revsitiltøk móti Russlandi. August 2014: Russland boykottar innflutning av matvørum frá teimum vesturlendsku londunum, ið taka lut í revsitiltøkunum. Harímillum er Norra, ið eigur 80 prosent av innflutninginum av laksi til russiska marknaðin. September 2015: Russland verður partur av stríðnum í Sýria, tá landið bumbar tað, ið teir siga eru hermenn hjá Islamska Statinum. Vesturheimurin ákærir Russland fyri at hjálpa einaræðisharranum Bashar al-Assad og mest sum bara bumba mótstøðufólk hjá honum. ES herðir revsitiltøkini móti Russlandi. Russland svarar við at herða boykottið av matvørum frá teimum londum, ið eru við í revsitiltøkunum. Juni 2017: ES leingir revsitiltøkini móti Russland. Desember 2017: Altjóða Olympiska nevndin avgerð at útihýsa Russland frá luttøku í vetrar-OL 2018. Mars 2018: Fyrrverandi russiski njósnarin Sergei Skripal og dóttir hansara Yulia verða eitraði í enska býnum Salisbury. Bretland og fleiri av teirra sameindu eru sannførd um, at russiska stjórnin skipaði fyri álopinum. Bretland, USA, NATO og onnur lond seta í verk fleiri revsitiltøk móti Russland og útvísa russiskar diplomatar. Juni- Juli: Hóast støðan millum Russland og Vesturheimin er verri enn nakrantíð síðan Kalda Kríggið, velja øll lond at luttaka í HM í fótbólti, ið verður hildið í Russlandi. Nøkur lond velja tó at skipa fyri smærri boykottum, har almenn umboð ikki luttaka í heimsmeistarakappingini.